Fyri nógvum árum síðani vóru nógv dømi um endurnýggjan av okkara fiskiflota, og tað var nakað stimbrandi og lívsjáttandi í hesi endurnýggjanini, og lógarverkið varð eisini trimmað til at fremja hana. Men [...] skal eitt reiðarí t.d. skifta sítt 50 ára gamla línuskip út, so skal tað í øllum føri ikki vera størri í longd, breidd og dýbd, enn tað gamla, tí annars fæst einki loyvi til at fáa eitt nýtt skip. Hetta [...] skulu skiftast út við nýggj ella onnur skip, er treytin tann, at hesi skip ikki eru longri, breiðari ella djúpri enn tað gamla, við tí fylgju, at so gott sum øll endurnýggjan av flotanum steðgaði upp, og
bera seg, um man ætlaði at gevast, segði hann, at tað so at siga var ein longri process: ? Seinasta árið ella so havi eg spakuliga fyrireika meg til, at tað skjótt skuldi vera liðugt hesum viðvíkjandi, so [...] so hetta er ikki nøkur avgerð, sum eg havi tikið her og nú. Eg haldi tað eisini vera tíð uppá, at aðrir dómarar sleppa framat, og tað er synd, um onkur ungur áhugaður ikki sleppur framat, tí ein gamal maður [...] fremstu føroysku fótbóltsrøðini, hevur Kim Ejdesgaard takkað fyri seg. Steypafinalan hjá kvinnunum, var seinasti dystur, sum Kim dømdi. Eftir dystin helt formaðurin í dómarafelagnum, Hans F. Hansen, stutta
politiski ruðuleikin verið so fullkomin, sum undir sitandi samgongu. Var tað nakað annað parlament við bara einum veti av sjálvsvirðing, hevði tað fyri langt síðan tikið avleiðingarnar av tí politiska sjónleiki [...] fjøldin kann njóta gott av. Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera telefonverkið, tí tað liberala røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður í Amerika [...] starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast við sjálvs
kennir til. Serliga er tað ein niðrandi umrøða av almanna- og heilsupolitikkinum. Hetta er politiskt hyklarí so tað forslær. Jenis og Bill sótu í samgongumeiriluta í tvey ár. Tað er ein veruleiki, at teir [...] útvega 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum. Listin er nógv longri, men tað verður ríkiligt høvi at venda aftur til tað. Í dag verður so fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 lagt fram. Eisini har [...] teir fingu ikki minsta petti ígjøgnum. Tað sum teir framdu, var aftur eftir hæli. Jenis tosar um pensjónirnar: hvørki fólkapensjónina, samhaldsfasta ella fyritíðarpensjónina fingu teir hækkað við eini einastu
heimin eftir 11. september. Tað, sum kanska hevði størsta almenna áhugan á Vinnudegnum, var kjósanin av Ársins virki og Ársins átak, sum er ein nýggj heiðursløn. Skipasmiðjan Tað er Tórshavnar Skipasmiðja [...] grundgeving dent á ymisk viðurskifti. Tað verður sjálvsagt lagdur stórur dentur á, at virkið hevur givið fíggjarligt yvirskot. Í grundgevingini í ár verður sagt, at tað eru fleiri virki í Føroyum, sum lúka [...] ársins virki 2001. Tað er eitt trygt og eggjandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri, sigur nevndin at enda í sínari grundgeving. Átakið Nýggja virðislønin, ið varð latin í ár á Vinnudegnum, var Ársins Átak. Henda
Vágs skúla. Málið var eisini einmælt samtykt í mentamálanevndin, í fíggjarnevndini, og nú endaligt á býráðsfundinum mánadagin. Tað hevur verið eitt ynski frá leiðsluni í Vágs Skúla í longri tíð, tí aulan, [...] nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum í skúlanum. Í samband við fíggjarætlanina 2023 var samtykt at fara undir at gera gamla svimjihylin til eitt auditorium, í fyrsta umfarið [...] lítil til skúlan, og tað sum skúlin nú rúmar. Har eru bara 60 sitipláss, og skúlin hevur 230 næmingar, og umleið 30 lærarar. Ætlanin er at fíggja ætlanin gjøgnum 2 tey komandi árini. Tað er at frøðast um,
vísti tað seg, at okkurt tungt var á henni, og tá til stykkis kom, var hetta eitt pettið av einum stórum og gomlum róðuri. Sjálvur sigur skiparin á Ågot á sínari Facebook-síðu í morgun, at tað var ikki [...] Men, hvat fer skiparin á Ågot so at gera við róðurpettið? - Tað veit eg ikki. Eg havi ikki brúk fyri tí, men tað kundi verið, at onkur var áhugaður, kanska fornminnissavnið, sigur Hjaltur Poulsen. [...] fóru djúpt, tá eg stóð við róðurpettinum í hondini. Hetta róðurið er so mikið gamalt, at tað hevur ikki staðið inni í einum stýrhúsi. So, umstøðurnar hjá hesum monnum hava neyvan altíð verið so góðar. Hjaltur
lækna. Hetta var týsdag 8.november 2016, og longu fríggjadag fekk eg boð at koma til mammografi og ultraljóðskanning. Eg hevði í alla hesa tíð vóna tað besta, men innast inni nokk gruna tað ringasta. Eg [...] Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum [...] tey flestu, at krabbamein rakar grannan, men ikki meg. Skanningin vísti, at har var ikki alt, sum tað skuldi vera. Biopsi var tikið, og 19.november fekk eg boð at koma á LS og fáa boð frá læknanum, Kristján
Føroyar hava møtt Fraklandi, og hann heldur tað vera líka stórt hvørja ferð. – Enn eina ferð var tað ein risastór uppliving, tí hetta eru alt stórar stjørnur. Men tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki hava [...] Ribery inn, uttan so at teir kendu seg noyddar til tað, og tað gjørdu teir so. Men sum heild haldi eg, at franska liðið var akkurát so gott, sum tað hevur verið. [...] landsdyst nummar 58, og av núverandi spælarum er tað bara Jákup Mikkelsen, sum við sínum 63 landsdystum hevur fleiri í ummælisbókini. – Hesa ferð var eg so stutt inni, at mín innsatsur nokk ikki kann metast rættiliga
Tórsvølli, tá ið tað eftir brotssparkskapping eydnaðist U-21 liðnum at vinna steypakappingina í finalu ímóti ÍF. Aftur í kvøld var tað fagnaður. Hesaferð var tað á heimavøllinum inni í Dal, har U-21 liðið [...] Tað er stórur spenningur og eisini stórur fagnaður í B71. Í 1. deild er liðið í tættari kapping um at vinna uppflyting í bestu deildina. Nú tað resta tvey umfør, er B71 tvey stig frá uppflytingarplássi [...] fríggjadagin 25. oktober. Hvussu tað verður við uppflytingini fæst at síggja næstu vikurnar. Men longu nú hava sandoyingar orsøk at fegnast um avrik á fótbóltsvøllinum: Hóskvøldið var lagið gott í B71 leguni á