umleið ein tíma ella so hvønn vegin. Nú ber eisini betur til at leggja arbeiðið á Strondum til rættis, nú vit kenna renslið av bilum og fiski betur, sigur hann. Nú smolt aftur verður sett út á Sandsvág [...] heim á Strendur og nú, tá smolt verður sett út, verða undirsjóvartunlarnir brúktir, tí hetta gevur stytstu farleið. - Soleiðis eru vit eisini við til at bera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í nýggja [...] at sandur ikki órógvar fiskin. - Í Oyndarfirði hava vit 16 aliringar, og við Fossá hava vit 12. Hesir hava eitt ummál á 160 metrar. Á Sandsvág hava vit 11 ringar, sum hava eitt ummál á 200 metrar, men her
innleggingar eru nýggjar. Alt er tó bygt sum tað var á gomlu sluppini. Hon skuldi sostatt sæð út sum hon gjørdi, tá hon fór til umvælingar. Har lastin var, hava vit tó fingið eina salong nú, men vit hava roynt [...] Hetta eydnaðist tó ikki. ?Arbeiðið hevur gingið so striltið, tí vit máttu finna fígging ímillum hvørt byggistig. Nú vóna og vænta vit bara, at írestandi arbeiðið gongur sum tað skal, soleiðis at sluppin [...] sluppin fór til umvælingar, høvdu vit ein stóran skara av fólki, ið vóru áhugað í sluppini, og sum gjørdu eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Vit vóna at fáa fatur í tey fólkini, nú tá sluppin kemur heimaftur, sigur
ásannar, at vit komin í ta støðu, at arbeiðsloysið veksur, og at nógvir av limunum í Føroya Arbeiðarafelag hava mist arbeiðið. ? Serliga innan alivinnuna er hetta ein royndur lutur og í løtuni eru eini 1000 [...] vinnuni Men tað, sum harmar Føroya Arbeiðarafelag mest, er at hoyra jammurin frá vinnuni nú, sum felagið tekur til. ? Vit hava í fleiri ár havt bestu tíðir í Føroya søgu. Men, hvat gjørdi vinnan tá? spyr Føroya [...] kappingarførið, hevur vinnan hildið fast um gamla framleiðslumynstrið og gomlu vørusløgini. ? Men nú eru tíðirnar ikki so góðar longur, heldur ikki niðri í Evropa og sostatt er eftirspurningurin minkandi
biðið um steðg í 2. setti. Eftir at SÍ vann fyrsta settið, er Mjølnir nú omaná. Tær úr Klaksvík eru omaná 18-11. Servurnar hjá Mjølni eru betri, enn tær vóru í fyrsta settinum, og serliga Sofía Purkhús er [...] fór at ganga. Men tíbetur fótaðu vit okkum, og eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist at vinna, segði Mjølnir liðformaðurin í samrøðu við Rás2. Karin Michelsen, sum er komin aftur á SÍ liðið, helt, at tað [...] vóru orsøk til, at tær taptu. -Tað var leingi ógvuliga javnt, og at vit í síðsta settinum gjørdu fleiri servumistøk, var orsøkin til, at vit taptu. Hetta er triðja árið á rað, at Mjølnir kvinnurnar vinna
sjómonnum. ? Tað kundi altíð verið gjørt meir, men vit eru í teirri støðu, at vit merkja trupulleikarnar beinleiðis. Sjómenn eru bangnir at siga ov nógv, og tí eru vit talirørið hjá teimum, sigur Ingibjørg Drangberg [...] fiskamannakonum. ? Vit vilja hava manningar at fylgja trygdarskeiðunum, sum eru og royna útgerðina umborð. Javnan fáa vit at vita frá konum og mammum, at tær eru bangnar fyri monnum og synunum. Nú er kunngerð [...] Narkotikaráðið inn í myndina at hjálpa til. ? Vit ætla okkum undir at upplýsa meiri um trupulleikarnar, ið kunnu standast av, at menn eru ávirkaðir umborð. Har ætla vit eisini at fáa Rúsdrekka- og Narkotikaráðið
til, at hon keðir seg eftir skúlatíð. -Jú, dagurin er ofta nakað langur. Vit eru onkutíð liðug beint eftir døgurða, men vit eru kortini ongatíð longri í skúla enn til hálvgum fýra, sigur hon. Men Johanna [...] tó eitt lítið undantak í so máta, tí tá vit prátaðu við Johonnu Mariu fór hon til Húsar við Barsskor longu kl. 13:20. Vit spurdu hana, hví so var: -Jú, sært tú. Vit høvdu drama aftaná døgurða í dag, og [...] 13:20, og vit hava júst loyst frá landi í Klaksvík. Á dekkinum stendur eittans ferðafólkið - ein maður, sum er á veg til arbeiðis í Mikladali. Inni í "salongini" hjá ferðafólkunum finna vit tó ferðafólk
meira enn tvey ár, er bilurin fyrst nú komin á danska og føroyska marknaðin. Orsøkin er, at danski importørurin ikki vildi taka bilin heim, fyrr enn prísurin var komin upp á pláss. Kia Magentis er ein stórur [...] plássi til fimm ferðandi. Gott beinpláss er bæði framman og aftan. Viðførisrúmið er 386 litrar. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein 2,5 litur V6 við 169 hk. Tað man fyrst leggur til merkis er hvussu ljóðleysur [...] Hetta gevur góðar og komfortablar koyrieginleikar, sum hóska væl til bilin sum heild. Skivubremsur eru við øll hjólini. Førarasetrið er el-drivið og kann stillast allar vegir, bilurin hevur t.d. cruise-control
mær svarið, og nú nýtist mær slett ikki at minnast so nógv longur, tí nú er bara at blaða í bókini. Eg veit, at fólk sita norðuri í Oyndarfirði í dag og hava akkurát somu kenslu og vit útisetaoyndfirðingar [...] tíðin var farin frá slíkum gomlum húsum, og tí bygdi hann nýtt og nú eru hesi nýggju húsini eisini niðurtikin og barnagarður er komin á grundina, og júst soleiðis gongur tað fyri seg har fólk búleikast [...] brot úr Oyndarfjarðar søgu, skriviarbeiðið er úrslitið av einum lívslongum kanningararbeiði og nú hava vit tað svart upp á hvítt á 369 síðum í eini snotiligari bók frá Føroyaprent. Eg havi havt áhuga fyri
par aftan á at lógin er komin í gildi. - Tað havi eg svarað, at tað eri eg sinnaður at gera, men meiri enn tað kann eg ikki siga, sigur Dennis Holm við in.fo. Seinastu árini hava vit sæð nógv dømi um, at [...] Føroyum, hóast giftarmál teirra ikki hevur verið lógligt her á landi fyrr enn nú. Tað merkir so, at teir samkyndu føroyingar, sum eru giftir borgarliga uttanlands, leygardagin eisini verða mett sum gift í Føroyum
landsliðið venur í kvøld á Tórsvølli undan landsdystinum í morgin. Flestu av stóru profilunum eru við á ferðini. Eitt nú liðskiparin og ein av ímyndunum hjá Real Madrid, Sergio Ramos. Spælararnir fóru á vøllin [...] tí hann eltir dystarmetið á spanska landsliðnum, men annars vita vit ikki so nógv, sigur ein av sponsku tíðindamonnunum, sum er komin til Føroya. Okkurt kundi bent á, at spanska landsliðið kundi hugsað