og Høvdarhagi í síni heild er eitt av náttúruvakrastu økjum í Føroyum, og tí hevur hetta umhvørvi eisini eitt stórt potentiali í ferðavinnuhøpi. - Soleiðis, sum eg havi skilt, verður talan í fyrsta lagi [...] sum nú er vorðin almenn. Hann vísir á, at kommunan í eina tíð hevur havt samskifti við privatar, sum vilja byggja hotellið í Skopun, og fyrst í oktober í ár varð alt bygdarráðið bjóðað til eina framløgu [...] Gongst soleiðis, sum eitt samt bygdarráð í Skopun og stigtakararnir aftan fyri verkætlanina ætla, fer eitt privat felag í næstum at byggja eitt vælveruhotell í Skopun. Hetta er ikki ein partapolitisk ætlan
barnaskógvar í umhvørvinum á Mølini, har pápin, Viggo Dalsgaard, hevði handil. Mamman var Sigrun, ættað úr Flyttingi í Skopun. Tey gomlu eru bæði farin. Sum ung var hon í skrivstovulæru í Landshandlinum í Havn [...] ni í Runavík, og har starvast hon framvegis. Men arbeiðsdagurin á løgreglustøðini í Runavík og í hølunum, har Jógvan klippir á Høgabóli, er ikki alt lívið hjá hjúnunum báðum. - Jógvan hevur klipt í 42 [...] Hon hevur arbeitt á løgregluskrivstovu í 23 ár, og serliga um sumrarnar eru hon og maðurin, sum er barberur og hevur klipt í Saltangará í 42 ár, ofta á floti. ? Okkum dámar ómetaliga væl at fiska og flóta
hjá almenninginum í Føroyum, ið sjálvsagt mugu hava upplýsing og innlit í øll týdningarmikil viðurskifti sum grundarlag, sigur Høgni Hoydal í svari sínum til Løgmansskrivstovuna. – Í øðrum lagi er próvfast [...] hava noktað almenninginum innlit í tær fundarfrágreiðingar og skjøl, sum eru í málinum um fullveldissamráðingarnar í 1999 og 2000. Fjølmiðlafólk hava fyrr biðið um innlit í málið hjá landsstýrinum, sum hevur [...] agnirnar, sigur hann í telduposti til Løgmansskrivstovuna 31. august 2009 í sambandi við innlitsumbøn, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Høgni Hoydal sigur, at grundgevingin í fyrsta lagi er, at skjølini
vera annað enn nøgd við kappingarárið, tí liðið er í steypafinaluni og hevur kós móti altjóða fótbólti í 2010. HB vísti fleiri eginleikar í Sarpugerði í gjár. Liðið stríddist, spældi fótbólt, høvdu skipaðan [...] Tá Andrew av Fløtum í Sarpugerði í gjár brádliga snýtti Niclas Niclasen og smekkaði til móti málinum úr góðari støðu, varð tað aftur staðfest. Tað varð staðfest fyri Geza Turi í málinum, venjaratoyminum [...] num hjá Víkingi, áskoðarunum við vøllin og restini av Føroyum. HB eigur í løtuni besta fótbóltsliðið í landinum. Høvuðsstaðarfelagið hevur lagt sjógv millum seg og hini liðini. Longu nú eftir 13 umførum
forstjóri í Føroya Banka, eisini áður gjørt vart við í Sosialinum, har millum annað nevnir, at eginpeningurin er um at hvørva í alivinnuni. ? Føroya Banki metir, at bankin við sínum burturleggingum í hálvá [...] eftir hetta í fullan mun hevur burturlagt tann partin av útlánum bankans í alivinnuni, ið ikki verða hildin at vera umfataði av trygdum, serliga veð í fiski, sum varliga er virðismettur við støði í núverandi [...] ukostnaðin í Føroyum. Samstundis eigur føroyska alivinna eisini ein ringan fígginda í ILA smittuni, sum tamarhald ikki er fingið á. Sum nevnt mælir Føroya Banki til, at tiltøk verða sett í verk fyri at
løgmaður, í løgmansrøðuni á Ólavsøku. Hann vísti á, at tá Danmark fór upp í ES í 1973, fóru Føroyar saman við Danmark burtur úr EFTA. Føroyar hava síðani ikki havt møguleika fyri at luttaka í eitt nú E [...] rbvinum millum ES og EFTA ella í fríhandilssáttmálum, sum EFTA hevur gjørt við londini í Eystureuropa og annars uttan fyri Europa. Fyri at bøta um støðuna hjá Føroyum í hesum høpi fer landsstýrið at taka [...] Brússel seint í heyst at handa formanninum í ES-nevndini eina áheitan um samráðingar. Gongst sum ætla kann vónandi vera farið undir samráðingar einaferð seint næsta ár, segði Anfinn Kallsberg í røðuni. Sa
skal bert nýta nummar 35 í skóm. Hugaligt Tað má sigast at vera hugaligt, at Tórshavnar Manskór er so virkið. Eitt Manskór var í Havn í 1886, fólkatalið í Havn var tá 1200. Í 1986, 100 ár seinni, sá Tórhavnar [...] Dagfinn Olsen Mynd: Jens Kr. Vang 3?arin í SMS hevur givið út fløgu við Tórshavnar Manskóri. Fløgan kallast ?Vit eru føroyingar?. Í hesum sambandi var móttøka í 3?aranum í gjár, har kórið setti dám á. Vanliga [...] Bjarni Restorff og Jóhannus á Rógvu hava ljóðblandað í Media Sound í Keypmannahavn og 3?arin í SMS gevur fløguna út. Hon fæst kring alt landið í dag.
m av stevnuni í Føroyum. Tað hendir júst tað sama, sum hendi hjá teimum stóru vekilsisprædikantunum í Scotlandi í seinastu øld. Men tað tykist líkasum, at tað, sum hent er longri aftur í tíðini, hava fólk [...] møtunum, sum hildin verða í andanum av vekingini, sum byrjaði í Toronto í Canada fyri umleið trimum árum síðani. Colin Dye, sum er prestur við Kensington Temple hjá Hvítusunnusamkomuni í London, sigur um tað [...] Colin Dye, prestur í Kensington Temple, samanber hesa vekingina við aðrar stórhendingar, sum farnar eru fram í hesi øldini. Sum til dømis, tá Hvítusunnurørslan varð til í Los Angeles í 1906 og tær karismatisku
seinasta umfar í 1. deild hjá monnum, og tá fer SvF eisini at fylgja onkrum dysti. Eingin serstøk sending Í fjør fylgdi SvF so at siga øllum dystunum í 1. deild seinastu umførini, men í ár verður ikki [...] vit hava gjørt, og tí fara vit í ár ikki at brúka so nógva orku uppá seinastu umførini í fótbóltinum, sum vit gjørdu í fjør, sigur Øssur Winthereig, sum er tíðindastjóri í SvF. ? Vit høvdu so gjarna viljað [...] fara avgerðir at falla í bæði botninum og toppinum í 1. deild hjá monnum, og summar av teimum fara at falla beinleiðis í Útvarpinum. Landsdysturin ikki vístur Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti fer at spæla
síðani vunnu upp land í Porkeri. Tann 30. juli í 2005 komu teir í land, men sera illa á holdum komnir, eftir ferð úr Noreg í árabátinum Barbara í 22 og eitt hálvt samdøgur, harav 4 dagar í Hetlandi. Porkeri [...] fegnaðist um at fáa tikið nakrar góðar myndir í Porkeri í góðveðrinum í sunnudagin. Um orsøkina til ferðina í fjør sigur Olav, at hann fyri 4 árum síðani vitjaði í Føroyum heilt ófyrireikaður, tá ein tíðindamaður [...] teir vóru. Ætlanin var í fjør at fáa ólavsøkuna við, men tað eydnaðist ikki. Men í ár hevur Olav Gundersen upplivað ólavsøkuna, og eitt ára dagin fyri landnámið, vitjaði hann aftur í Porkeri. Hann er komin