Hetta vil Maskinmeistarafelagið ikki hoyra talan um. Einki annað val ? Vit fara at flyta lønirnar eftir tí gamla sáttmálanum. Vit hava ongan annan møguleika, tá sáttmálin ikki verður góðkendur í fíggj [...] Nú nærkast dagurin, tá maskinmeistararnir hjá SEV skulu fáa løn. Bíðað verður í spenningi eftir hesum degi, tí SEV hevur fleiri ferðir boðað frá, at maskinmeistararnir fáa løn útgoldna eftir tí gamla [...] Spennandi verður tí at síggja, hvat stig Maskinmeistarafelagið fer at taka, tá lønirnar einaferð eru útgoldnar. SEV og Maskinmeistarafelagið komu ásamt um ein sáttmála, sum hevur verið galdandi síðan
POLITIKKUR Leiðarin fyri samgonguna, Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, heldur, at vit í Føroyum hava ov nógv ráð/stýri í almennu umsitingini. Hetta sigur løgmaður, hóast tað er hann, ið ovasti fyri samgonguni [...] sum løgmanni, har tríggir flokkar vóru umboðaðir. Hóast løgmaður er til reiðar at siga, at ráðini eru ov nógv, so vil hann ikki koma við nøkrum tali, ið hann heldur vera hóskandi. ?Tað nyttar so lítið [...] lítið at siga mína persónligu meining, tá eg havi bundið meg til eina politiska avtalu, ið ásetur, at vit hava níggju stýri, sigur løgmaður. Ikki fleiri Tær báðar samgongurnar við Anfinni Kallsberg sum løgmanni
Skal meiri peningur til, so er neyðugt at finna hesar. Hesa uppgávu eiga vit at vera felags um at bera. Eftir míni meting, eiga vit at gera ein nýggjan prísbygnað og lækka prísirnar. So tað verður bíligari [...] Nú kemur so samgongupolitikkurin: Ein rokning uppá 6 milliónir til útjaðaran. Nei, langt er ímillum orð og gerð hjá sitandi samgongu. Prísurin við SL skipunum er ídag ríkiliga høgur. Skal hesin prísur [...] menn í samgonguni góðtaka, at hesin eykaskattur verður sendur økir - hinumegin fjørðin. Hesi økir eru eisini ein partur av Føroyum. Nei. Latið okkum lækka prísirnar - og fremja landspolitikk. Latið jólagávuna
sjálvbjargni og sjálvsræði, ja so eru tað júst Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Men aðalmunurin millum flokkarnar er, at Sambandsflokkurin kennur seg sannførdan um, at vit best røkka nevnda tørvi í verandi [...] Javnaðarflokkurin sigur seg vilja hava eina ríkisrættarliga loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, men skrivar nú í síni oddagrein 6. apríl, at tað ringasta, sum kann henda fyri land og fólk er ein stórur Sambandsflokkur [...] samríki ella loysing møðir veljaran og gevur góðan vind í seglini hjá Tjóðveldisflokkinum. Ynskja vit veruliga eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin, er alneyðugt at samríkisflokkarnir - Sambandsflokkurin
út, tá tað restaðu sjey minuttir. Tá vit fregnaðust var tað ikki greitt, um teir báðir føroysku spælararnir fóru at fáa møguleikan aftur í morgin, men tað fara vit at frætta meiri um í týsdagsblaðnum. [...] sínum metingum av avrikinum. Tað verður longu tosað um, at Sogndal var so mikið trilvandi, at teir eru besta boðið upp á annað niðurflytingarplássið. Í morgin kemur Lyn á vitjan, og tað verður ivaleysa [...] verður hildin at vera týdningarmiklasti spælarin hjá Sogndal. Síðsta sunnudag var hann sjúkur, men nú er hann tøkur aftur. Norsku fjølmiðlarnir hildu ikki nógv um avrikini hjá føroysku landsliðsmonnunum
í Føroyum komandi summar. - Vit hava saman við Eurest Support Services A/S í Danmark, sum er ein partur av Compass Group, stovnað felagið P/F Eurest Føroyar og við hesum eru lunnar lagdir undir samstarv [...] P/F Poul Hansen, sum hevur 75 ár á baki, at selja vørur til handlar og ikki minst skip, brynjar seg nú av álvara út til frálandavinnuna, sum verður stór undir Føroyum, vil undirgrundin, langt niðri undir [...] arbeiðsmegi veruliga skulu fáa møgileika at luttaka í virkseminum, sum knýtir seg at oljuleiting. Vit hava hervið tikið ímóti avbjóðingini og fara at gera okkara besta fyri at vera eitt fullgott alternativ
Nú skal skerast ígjøgnum í stríðnum í málinum um múrin í Kirkjubømúrin. Hetta hevur Tórbjørn Jacobsen sett sær fyri, og tí setti hann eina nevnd at gera eina ætlan um, hvussu múrurin skal varðveitast, [...] Jacobsen Petur Zachariassen, Sum Mentamálastýið hevur brúkt í fleiri øðrum tungum málum. Bert tos ? Vit kunnu staðfesta ? bara við at hyggja at múrinum ? at tað hevur verið tosað um hann í ártíggjur, í árhundrað [...] loyst upp fyri nøkrum sum helst. Og hesum havi eg so tikið avleiðingarnar av og valt ein mann, sum vit í Mentamálastýrinum hava stóra virðing fyri og stórt álit á, segði Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarpið
hetta er keðiligt. Nú komi eg sjálv úr Suðri og her er ikki so nógv at fara til, men tá ið okkurt er, so fara øll. Og tí er tað onki problem at hækka prísin eini 20kr upp. So at vit skulu gjalda 80 fyri [...] discotekinum, halda sjálvandi alt vera í lagi, tá ið øll koma, men so er ikki, vit vilja bara hava tað stuttligt og tað eru ikki øll, ið hava ráð at fara á discotek, hvørja weekend. Vinarliga J.S Spegilsmyndin
Rúsan skal missa einkarrættin at innflyta rúsdrekka. Tað halda tey í ferðavinnufelagnum. Og nú løgtingsval er, heita tey á nývalda Løgtingið at broyta rúsdrekkalógina, so at Rúsan missur einkarrættin til [...] hetta er ein skipan, sum darvar ferðavinnuni illa. Tey siga, at ongastaðni í londunum rundan um okkum, eru fortreytirnar hjá matstovuvinnuni at útvega sær vørur, so vánaligar sum í Føroyum, siga tey. Tey vísa [...] matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna, suga tey. Tey leggja afturat, at skulu vit hugsa um rúsdrekkanýtsluna tað ikki mun um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu Landsins
Men hann liggur - í besta føri - minst 10 ár frammi í tíðini, og vit skulu eisini hava eitt gott ferðasamband hesi árini. – Varðveita vit ikki eitt gott ferðasamband við Suðuroynna hesa næstu árini, verður [...] eitt gott hugskort Hetta eru alt møguleikar, sum skulu leggjast fyri politiska myndugleikan, so at nakað er at taka støðu út frá, sigur Niels Juel Arge. Les meiri í Sosialinum, sum nú er at fáa í handlum og