fótbólti, og millum spælararnar á liðnum er bara ein, sum hevur spælt landsdystir. Tað er miðvallarin Ales Ceh, sum er úr Slovenia. Hann hevur spælt 35 landsdystir, men spældi ikki við, tá KÍ-venjarin [...] var í Eysturríki og hugdi eftir liðnum. Álopsspælarin Benedict Akwuegbu, sum er úr Nigeria, hevur roynt seg á ungdómslandsliðið har. Aðrir útlendingar á liðnum eru Skelly Adu Tutu úr Nigeria, Roger Nielsen [...] til, tá liðið skal leypa á. Spælararnir á liðnum eru varugir við, at eysturrískur fótbóltur áður hevur brent fingrarnar av føroyskum fótbólti, og sambært venjaranum hjá teimum, fara teir ikki at gera sama
um, at nógvur gravgangur onkuntíð hevur verið eftir live útgávum hjá Michel Jackson og Bruce Springsteen, men eg havi ongantíð vitað um, at so stórur gravgangur hevur verið eftir eini singulfløgu, sigur [...] plátan meira enn eitt vist, so fært tú eina dupulta platinplátu. ? Men singulfløgan hjá Elton John hevur longu fingið átta ferðir dupulta platinplátu - upp á einans 2-3 dagar, sigur Finn Jensen. Annars fæst [...] sigur hann. ? Hendan fløgan setur met. FC-búðin, sum einasti handilin í Føroyum, sum hevur fingið fatur á fløguni, fær fleiri fløgur í dag - men tær eru allar seldar, sigur Finn Jensen.
Blue Atlantic - Føroyaferðir, sum hevur hildið til mitt í Keypmannahavn og selt ferðaseðlar til Føroya, letur nú aftur. Sigurð Bech, stjóri, sigur við Sosialin, at grundin er tann einfalda, at kappingin [...] annars í byrjanini um eina marknaðarskrivstovu heldur enn ferðaskrivstovu, sigur Sigurð Bech. Og Nú hevur Atlantsflog latið sína egnu skrivstovu upp í hølunum hjá Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade [...] stendur eingin við eini bílegging, sum fer fyri einki, sigur Sigurð Bech. Hann sigur, at Atlantsflog hevur fólk í Keypmannahavn, sum í løtuni arbeiðir við at skráseta allar kundarnar hjá Blue Atlantic. So
hjá Tele Danmark fyri at fáa upplýst eitt telefonnummar. EDV-fyritøkan ITCOM hevur keypt øll numrini frá Tele Danmark og hevur lagt tey út á Internetið. Her er tað ókeypis at leita, og til ber enntá at leita [...] fýra ferðir so nógv, sum væntað. Í løtuni er tað umleið 25.000 um árið. Win NT í ?99? Windows NT hevur higartil mest verið til yrkiskundar, ið hava brúk fyri størri trygdini og at sleppa undan at størri [...] eisini vanligir brúkarar kunnu nýta NT. Men nú tykist, sum henda menningin verður seinkað. Microsoft hevur nevniliga útsett leysgevingina av NT 5.0 í umleið hálvt ár, so at tað í fyrsta lagi kemur seint næsta
Stýrið í FKF hevur havt omanfyrinevnda mál til viðgerðar og hevur hesar viðmerkingar: Til lógina: Alment verður tað hildið vera løgið, at hesin spurningur verður tikin upp nú ætlanir eru frammi um at broyta [...] og helst eisini læknadømini. Sambært lógini sum heild er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur alt at siga, meðan kommunurnar eru statistar, sum gjalda ein ávísan part av útreiðslunum, eftir avgerðum [...] til kommunulæknan eins og tað liggur á kommununum at hava rúm tøkt, har læknin eftir fastari skipan hevur viðtalu uttan fyri høvuðsviðtalustaðið. Kommunufelagið kannar í løtuni ymiskt í sambandi við læknaútbúnað
Tað er eingin grund hjá okkum at fara at hitta Poul Nyrup, tá Folkaflokslandsstýrið hevur latið løgmanni einsamøllum tað upp í hendur, heldur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á Tingi. Hann [...] sjálvan, men hann væntar kortini ikki, at hinir tjóðveldismenninir á Tingi vilja hitta Nyrup. Tað hevur Tjóðveldisflokkurin snøgt sagt onga grund til, sigur hann. Tað er landsstýrið, sum eigur hasa vitjanina [...] Viðareiði, og tað ætlar hann eisini at verða í dag. Anfinn Kallsberg sigur í viðmerking, at hann hevur onga almenna dagsskrá sæð fyri nakran fund við Landsstýrið, hóast skáin fyri forsætisráðharravitjanina
Vágum hevur við vilja hildið lágan profil, meðan málið hevur verið fyri. Men tey hava kortini fylgt gjølla við, hvussu leikur fór. Millum annað er Felagskommunan limur í Vága Vinnufelag, sum hevur arbeitt [...] sigur Thurid Olsen. Men nú sær aftur út til, at stígur kemur í. Thurid Olsen sigur, at fólk, hon hevur tosað við, síðan tíðindini spurdust, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum var frákoyrdur, eru øgiliga
at sum hann hevur skilt, er ein av orsøkunum, at útróðrarmenn ikki hava verið heilt nøgdir við hina uppboðssøluna. Hesum vil hann tó ikki greiða nærri frá, men vísir bert á, at tað hevur ligiði luftini [...] luftini, at hin uppboðssølan ikki hevur verið nøktandi. Tó heldur hann ikki, at útróðrarmenn heilt fara at gevast at selja til hina uppboðsøluna, nú hendan nýggja er komin. - Eg vænti, at tað fer at ganga nøkulunda [...] í Klaksvík, ið kallast Ístorgið og verður rikin av felganum Sjótorgið. Ikki dýr at reka Ístorgið hevur fingið ein ógvuliga góða leigusáttmála, harafturat er alt umvælingararbeiðið av hølunum, har uppboðssølan
við Føroyum osfr. Hetta hevur nakað við tjóðskap og identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður vundið á stong í útlondum ella tá okkurt, sum hevur við Føroyar og føroyingar [...] er eisini við Føroya sterkasta manni, sum nú fleiri ferðir hevur verið við í kappingini um at gerast heimsins sterkasti. Regin Vágadal hevur klárað seg væl og skal hann nú aftur royna seg í Atlantic Giant
Eisini eru útvarp og sjónvarp farin at kappast um spælipeningin og hevur dúgliga verið lýst við plakatum og lýsingum á bussum. Útvarpið hevur nú fingið ein kappingarneyta, Atlantic Radio, ið eisini ætlar sær [...] fær inntøkur sínar frá lýsingum. Um júst hetta er orsøkin, skal her vera ósagt, men Útvarp Føroya hevur latið gera áhugaverdan og snøggan faldara, ella bókling, har Útvarpið ger vart við LÝSINGAR SUM HOYRAST [...] partur av føroyska gerandisdegnum. Og júst tí metir Útvarpið seg vera sera gott lýsingarstað. Útvarpið hevur bæði tekstlýsingar og ljóðlýsingar at bjóða. Til ber at koma við lidnum ljóðlýsingum á fløgu, ella