smiðjur, bóndi ella nakað annað traditionelt, nei, skuldi tú vinna fram í verðini, skuldi tú fyrst og fremst vera góður í skúlanum. Eru farin ov langt Eg haldi, at vit eru farin nakað langt. Tað kann ikki [...] inniber, at vit øll í felagsskapi gera nakað fyri at venda gongdini. Sambandið um Vestmannasund Alt bendir nú á, at fasta sambandið til meginøkið verður veruleiki um stutta tíð. Men vit eiga ikki at gloyma [...] trívast saman við okkum her. Vit kunnu bjóða so nógv. Eg veit væl, at so mong halda lítið um mentan og frítíðarvirksemi, men sannleikin er, at hevur tú ikki tilboð av tí slagnum eisini, so liggur økið á deyðastrá
finnast eisini forrit, sum gera, at hevur tú fyrst móttikið forritið, so veits tú ikki av nær tú verður smittaður næstu ferð. -So tey bestu ráðini móti hackarum eru, at tú ikki tekur ímóti nøkrum sum helst. Ósjónligi [...] nokkso óskyldugt. Tú fert inn í dokumentini at hyggja, t.d. um teir duga væl at skriva stíl. Tú kanst eisini sleppa inn í postkassan at sneyta. -Fer ein teldubrúkari frá eini teldu, sum tú hevur yvirtikið [...] tungt. -Hatta taka vit eitt lítið sindur lætt upp á. So leingi tú heldur, at tú ikki skaðar nakran, ella oyðileggur nakað, so leggi eg einki í um tað er ólógligt. Tað er moralurin sum telur. Kortini vísir
ferðir, men spurningurin er, um hann hevur stundir til tess. Um hann sleppur frá sínum mongu uppgávum. Eg havi skilt, hann er vorðin sera kendur og nógv umbiðin, so eg veit ikki, um Tróndur fær tikið sær tíð [...] hann til, hvussu vit fara um livandi tilfeingið sum heild, har fiskastovnar verða ov hart troyttir. Søguna, sum Tim Seve-rin segði frá í Norður-landahúsinum um Hvíta hvalin og um veiðufólkini har eysturi [...] nýggju øldini sum í tí undanfarnu. Tað veldst so um, hvørjar stundir hann hevur, og sjálvsagt eisini um, hvørji evni og øki eg fari at velja at gera nakað burtur úr. Tim Severin metir samstarvið við Trónda
at tað er eitt stórt upplivilsi at ?snorkla? har um leiðir og skoða tað fantastiska havumhvørvið. Bæði Ian og eg sjálv eru kavarar, so tað er avgjørt nakað vit síggja fram til við stórum spenningi, greiddi [...] at verða eitt við náttúruna. Skilt uppá tann mátan, at vit hava ætlanir um at royna at búgva úti í kanska eina viku. Og hvør veit. Kanska finna vit okkurt deiligt arbeiði eitt ella annað stað, søgdu tey [...] fært tú nokk bara einaferð í tínum lívi, so vit angra onki, søgdu tey bæði, Óluva Poulsen og Ian Skylv Hansen, við Yngd. Tey hava tó fingið væl av stuðli ymsa staðni frá, og eru tey sera fegin um stuðulin
2) Nær ert tú fødd? Eg eri fødd tann 30/6-1981 3) Starv? Eg eri studentarskúlanæmingur 4) Ert tú trúlovað ella gift? Eg eri trúlova 5) Nær byrjaði tú at spæla hondbólt? Eg byrjaði at spæla minihondbólt [...] hondbóltsleikari? Veit ikki rættiliga, men eg havi ein ótrúligan hug til hondbóltin. Eg venji rættiliga nógv. 17) Besti matur? Tað er saltkjøt 18) Besti drykkur? Mjólk 19) Hevur tú nakað frítíðarítriv? Nei [...] løtuni er Noreg tað besta 11) Hvat er tín besti persónligi eginleiki? tað veit eg ikki rættiliga. Tað mugu onnur heldur meta um 12) Hvat er tín størsti persónligi veikleiki? Eg seti alt ov stór krøv til
Karsten Hoydal brádliga William Heinesen: ?Tú, William, hvat hevði tú gjørt, um tú komst niðan til mín við einum sputnikki?? ?Ja, so hevði eg bara farið hinvegin runt um knøttin,? var William Heinesen skjótur [...] Plads, og røkka um megin partin at Stroynum. Vit hava eina avtalu í Admiralgøtu klokkan hálvgum tíggju. Vit skulu tosa við Anniku Hoydal. Ikki um mótmælini hjá íbúgvunum á Ærø, men um ein annan mann, sum [...] heitti Danmarks Radio á Anniku Hoydal at gera nakrar sendingar um William Heinesen. Hon tók av tilboðnum, og kom tá fram á nógv tilfar um William. Millum annað tilfar, sum øll hesi árini hevur ligið í
borgarligu og tosa um privatisering og um at krevja meira av hesum stovnum. Tað er ein áfrávíkilig sannroynd, at tað ber ikki til at varðveita eitt høgt tænastustøði, um tú ikki gevur stovnunum tú krevur hetta [...] heldur nakað dulsmál longur. Málið hjá Fólkaflokkinum og harvið landsstýrinum er at lækka skattin, at privatisera, at skerja ella minka játtaninar til almennar tænastustovnar fyri bert at nevna nakað. Samtíðis [...] eitt nú Landssjúkrahúsinum eru talandi dømi um hesa øvugtu gongd. Vit síggja í dag, at eitt nú borgarligu flokkarnir í Danmark eru farnir at innsíggja, at tú kanst ikki seta skattin niður og samtíðis hava
størri, tí tú ikki veitst um tú fer at hava nøkur fiskirættindi um eitt ár. Tí fer eingin at tora at seta pening í nakað skip, verður sagt. Men eitt flakavirki veit heldur ikki, um tað hevur nakað tilfeingi [...] útboð av einum tilfeingi, líkamikið um talan er um mjólkapakkar ella fiskidagar, soleiðis at um tú ikki kundi keypa tilfeingið í dag, so er møguleiki aftur í morgin. Men um reiðarin yvir eitt longri tíðarskeið [...] seljast hvønn dag, um ynski er um tað. Um ein handilsmaður selur allar mjólkapakkarnar í kuldaskápinum, er hetta ikki einstýðandi við at hann ikki selur mjólkapakkar aftur fyrr enn um eina viku, tá teir
djarvt, tí man veit ikki, um nøkur olja er. Tí hava vit eisini lagt tað so til rættis, at tann vitanin, sum fólkini fáa, eisini er generell, at tey fáa nakað at vita um undirgrundina sjálva. Tú hevur tað sama [...] skipað fyri umrødda innleiðandi skeiði um kolvetni. Skeiðið verður nevnt ?Innføring í kolvetni? og skal heilt breitt geva eina orientering um, hvat oljuvinna er fyri nakað og har nema við nógv av teimum evnum [...] eiga at royna at fáa við, um teir skulu seta krøv í loyvistreytirnar. Tað er nakað, sum hevur stóran týdning. Tað finnast uttan iva nógvir føroyingar á hesum støði kring um í heiminum, og tá oljuvinnan
hugsi um tey, sum hava staðið á odda innan ymsu økini. Fyri Symfoniorkestrinum, fyri Føroysk Tónaskøld, Summartónar, Jazzfestivalinum og øllum tí ómetaliga virkseminum, sum er. Hugsar tú her um sjálvbodnu [...] krónur. -Tað er bert partur av fíggjarætlanini, men vilt tú vísa, at tú ert eitt virki, ið framleiðir góða vøru og tekur teg sjávan í álvara, so stuðlar tú t.d. Føroya Symfoniorkestri í eitt ár, sigur Helga [...] Helga tekur blíð ímóti og tá kaffi er komið í kopparnar, gongur prátið lætt. - Sjálvt um eg helt meg vita rættiliga nógv um Føroyar, tá eg kom higar, er hetta eitt samfelag í stórum broytingum. Eisini gerst