høvi til hetta í fjølmiðlunum, sigur Rósa Samuelsen. Hon sigur, at hennara royndir eru, at fólk á sambýlum yvirhøvur eru rættilia væl fyri, og í fleiri førum einki hava ímóti at gjalda eitt sindur meiri [...] í miðlunum og sagt, at tað einki órímiligt er í at búfólk á smbýlum gjalda eina hægri húsaleigu. Hetta líkastillar fólk á bústovnum við fólk á røktarheimum. - Sjálvandi er tað hugaligt at fáa stuðul frá [...] hækka húsaleiguna hjá búfólkum á sambýlum. Og í morgun tók hon so ímóti einum ódefineraðum tali av undirskriftum, sum Jóna Mortensen og Eyð Matras hava savnað hvør í sínum lag á Facebook. Rósa Samuelsen sigur
høvdu tann góða fiskiskapin eysturi á Slættanum, teir rópa, sum er eystur av Fugloyarbankanum. - Vit fingu meginpartin av veiðini trý tey seinastu samdøgrini; tá fingu vit eini 350.000 pund tilsamans. Hetta [...] av upsa á Slættanum, og vanligt er, at upsin á hesi leiðini ? hesa tíðina av árinum ? er stórur og góður. - Tá ið tað frættist um góðu veiðina, komu onnur skip, og at enda vóru fleiri skip á leiðini eystur [...] upsalastirnar, sum landaðar eru í Føroyum Veiðan vá 275 tons, sum er heili 550.000 pund. Skipini seldu fyri góðar 6 krónur í miðal fyri kilo, og tað gevur eitt samlað søluvirði upp á umleið 1,6 miljónir krónur
herja á. Hóast hesar hóttanir, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni. Filmurin verður sýndur nú Umhvørvisvika er í Havn, har havið og reint vatn eru tema. Umhvørvisevnini eru tikin [...] filminum Før stormen fylgja vit teim 27, sum búgva á Mandø. Tey eru von við uppgang og ógvusligt veður, men veðurlagsbroytingarnar hava gjørt støðuna enn verri. Síðsti bóndin á oynni, Gregers, sum í ættini [...] ættini er hin áttandi, vil ikki gevast á hondum og flyta inn á fastlandið. Heldur vil hann finna eina konu, so tey saman kunnu reka garðin. Tá boðað verður frá stormi, fara Gregers og trúfasti hundurin at
Gutta í Skálanum hava vit fingið upplýst, at hann seinni búsettist á Tvøroyri. Vit høvdu mynd í seinasta blaði av brúðfólki á Hvítanesi. Triði fremsta parið er Hoydal, sum arbeiddi á Sanatoriinum, og konan [...] fara á Føroya Banka, ið týskararnir høvdu lýst sum vandaøki. Hetta helt skiparin Palli á Lava ikki hava so nógv at týða, men hann fór so á Fugloyarbankan í staðin fyri. Sostatt var Marshall ikki á Føroya [...] afturat. Skiparan Palla á Lava hevur Dánjal bara rósandi orð um. Hann hevði gott skil á øllum umborð. Palli á Lava fekk ikki eitt langt lív. Í 1919 keypti hann saman við Karl á Lag Puritan úr Svøríki.
áskoðanina hevði sami politikkari, sum nú krógvar tilfarið fyri “umboði Føroya fólks” - uttanlandsnevndini. Tøgn kom á Ting... Havi hugt í gerðabók løgtingsins, nú týðandi avtalan um radaran skal undirritast [...] máli sigur okkum púra greitt, at ongar ætlanir eru um, at løgtingið fær nakað innlit og enn minni nakran avgerðarrætt á hesum málsøki í komandi tíðum.” Nú hevur Jenis av Rana havt allar møguleikar at enda [...] nýggja radaramálið bendir á, at avtalan annaðhvørt var fráboðað, ella gjørd, tá hon av tilvild kom alment fram á einum tíðindafundi í fjør um eina verju-semju millum flokkar á fólkatingi. Samtyktin um
varð útbúgvingarálit skrivað. Á kunnandi fundi í Hoydølum læt ein nevndarlimur okkum vita, "at tað er á miðnámsøkinum, teir stóru pengarnir eru at spara. . ." . So vistu vit tað, men tá varð longu spart [...] verið nøktandi. Tí forfalla bæði bygningar og søvn. Foreldur hava tað á orði á foreldrafundum. Skúlavegurin Av parkeringsplássum eru á hesum stóra arbeiðsplássi bara helvtina so mong, sum brúk er fyri. Tí [...] húsum, sum í síni tíð hýstu tuberklasjúklingum. Tey bæði húsini eru nú ávikavist 72 og 97 ára gomul. Í 82 varð skúlin í Eysturoy settur á stovn. Tað lætti nakað um trýstið í Hoydølum, men eftir fáum árum
Jespersen. Tað vil siga, at teir eru føddir um tað mundið, tá omanfyri nevndu hendingar eru farnar fram. Í hesum stóra skara av føðingum í 1956 var Ólavur bróður borin í heim á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Og hóast [...] spælari tá í tíðini kundi fáa løn fyri at spæla fótbólt. Í býlinginum á Lítlubrekku í Klaksvík høvdu vit dreingir eitt lið ella felag, sum vit kallaðu Lítlubrekku Bóltfelag, stytt LB, sum tú sjálvandi vart sera [...] spælararnir hjá LB av álvara líktust teimum hjá Brasil í øllum førum á búnunum soleiðis sum klæðini sóu út tá. Vit gjørdu allir, sum vit vóru bidnir, og fóru oman í málingahandilin hjá Dánjal málaranum at
oljuútreiðslurnar eru ovurhonds stórar og trupult er hjá skipunum at fáa endarnar at røkka saman. Ein onnur avleiðing av høgu oljuprísunum er, at húsarhaldsvørurnar eru nógv dýrkaðar, og vit kunnu ikki rokna [...] eina búskaparmeting, har niðurstøðan er, at búskaparvøksturin er við at hasa av á hesum sinni. Álvarsom ávaringartekin eru eisini farin at vísa seg í samfelagnum um hesa gongd. Høvuðsvinnan stendur í løtuni [...] samfelagnum. Nei so leingi sum peningurin varð tikin av einum avlopi, bleiv avlopið bara tað minni. Men nú avlopið er burtur, verður neyðugt at taka peningin av rakstri og íløgum, og tá merkja øll tað. Eftir
trupulleikar á skúlunum í Næstved. Vit fáa undirhald og upplýsing um danska samfelagið á donskum, samstundis sum danir. Ella samstundis sum hinir danirnir, rættari sagt. Tí fer SvF inn á ta kós, sum nú er fráboðað [...] føroyskt tjóðarfrælsi byggir á ta grundleggjandi fatan, at vit eru ein serstøk tjóð við okkara egna mentanarliga samleika. Mentanarlig og politisk stremban ganga hond í hond. Hóast vit í dag hava eina samban [...] seta egið tilfar í sjónvarpsskíggjan. Tað er hesari felluni, Føroyar standa í. Vit eru fá og viðbrekin og hava stóran tørv á føroyskum ella føroyskaðum sjónvarpi. Men orkan er lítil. Politiska valdið í Føroyum
trupulleikar á skúlunum í Næstved. Vit fáa undirhald og upplýsing um danska samfelagið á donskum, samstundis sum danir. Ella samstundis sum hinir danirnir, rættari sagt. Tí fer SvF inn á ta kós, sum nú er fráboðað [...] føroyskt tjóðarfrælsi byggir á ta grundleggjandi fatan, at vit eru ein serstøk tjóð við okkara egna mentanarliga samleika. Mentanarlig og politisk stremban ganga hond í hond. Hóast vit í dag hava eina samban [...] seta egið tilfar í sjónvarpsskíggjan. Tað er hesari felluni, Føroyar standa í. Vit eru fá og viðbrekin og hava stóran tørv á føroyskum ella føroyskaðum sjónvarpi. Men orkan er lítil. Politiska valdið í Føroyum