minkaður. Vit vóru javnaldrandi, Sjúrður og eg. Gingu í skúla saman øll árini í barnaskúlanum við Gjógv. Ofta gjørdu vit skúlating saman, serliga tá vit høvdu fyri at rokna heima. Manga løtuna sótu vit uppi [...] sum vit fingu heim við frá læraranum. Ikki altíð eins hugaligir, men vit komu ígjøgnum tað. Tá tey 7 árini í barnaskúlanum vóru farin, skiltust okkara vegir. Eg fór í realflokk á Felagsskúlanum á Oyrarbakka [...] tað var eisini umborð á einum av hesum at Sjúrður var áhaldsin og datt niður í lastina, tá hann skuldi fara at hyggja eftir einari pumpu. Nøkur ár komu vit tó at arbeiða saman á einum alibrúki í Sundalagnum
Lat meg beinanvegin viðganga, at vit ikki eru lýtaleys á Sosialinum ? eins væl og eingin annar fjølmiðil er tað. Men tá Høgni í Jákupsstovu fer so langt sum at siga, at vit fremja »karaktermorð«, so fær tað [...] okkurt annað. Men vit góðtaka ikki at verða løgd undir hesa »herferð«, og vit góðtaka heldur ikki at vera orsøkin til skeivan boðskap frá ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum. Vit høvdu fólk á staðnum sum skrivaði [...] Vit fíltust á, at sjónvarpið bar rong tíðindi og manipuleraði við Sosialinum hendan dagin. Sjónvarpið misbrúkti yvirskriftina á forsíðuni, sum sjónvarpsmaðurin segði snúgva seg um Hermann Oskarsson. Orðini
sum Jobmatch eru fleiri. Men tær týdningarmestu eru, at útbúnir útisetar ikki koma aftur í nóg stóran mun og at fleiri fyritøkur vísa á, at tær hava trupult við at fáa fólkið sum tørvur er á. Skal Føroyar [...] samfeløgum, tað er einki óvanligt í tí, vit kunnu bara hyggja at Hetlandi. Kanningar seinastu tíðina hava staðfest, at Føroyar hava tørv á fleiri fólkum, samstundis sum vit kunnu staðfesta, at ein stórur partur [...] karmar, sum á bestan hátt mennir samfelagið, m.a. við at fáa útbúnar føroyingar heimaftur. Føroyar eru í dag í einari brain drain støðu, sum er kend frá nógvum triðjaheimslondum og útjaðaraøkjum Vit útflyta
- Tað, sum er avgerandi fyri okkum, um vit skulu stuðla eini nevndarforkvinnu, er, at vit ikki tynna veðurlagslóggávuna, sum vit í felag hava samtykt, og at vit fáa eitt 2040 mark og tilsvarandi dagførda [...] hevði framgongd á valinum, og Meloni hevur tí alment funnist at, at ovastu størvini vórðu býtt út uttan hana á toppfundinum í farnu viku. Sostatt varð ikki lurtað eftir røddini hjá veljarunum á valinum, heldur [...] fyri, at vit kunnu stuðla von der Leyen, sigur Kira Marie Peter-Hansen. Von der Leyen skal tó eisini taka hædd fyri sínum samstarvi við ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES-ráðnum. Her er vektin nú til høgru
passar honum í samráðingarmálinum, sum hann, saman við øðrum, misti á gólvið. Fyribils samráðingarúrslitið um framtíð Føroya, sum nú liggur á borðinum, hava teir sjálvir lagt upp til, og minkingina av heil [...] greinin ikki ber á brá av, so er tað sakligheit. Tey 4 %, sum hann og landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen brúka at jonglera við, tá teir tosa um blokkstuðulin, skal eg ikki koma nærri inn á her, tí tað er [...] biðið um. At teir so fara at geva Nyrup skuldina fyri allar trupulleikarnar, sum fara at vísa seg, eru vit so von við, so har verður onki nýtt. Landsstýrismaðurin er ungur í politikki, og um tað er ókunnleiki
av øllum til, at vit hava tað skattaprosentið, vit hava. Og so ein remsa við øllum utopisku lyftunum, sum fólkaflokkurin diskar upp við undan hvørjum vali. Um eitt skattaprosent upp á 30 til okkum vanligu [...] sum tit siga fara at fáa landskassanum eyka inntøkur, eru teir, sum í dag snýta sama kassa fyri risaupphæddir. Og tað eru í veruleikanum teir, sum eru orsøkin til, at skattaprosentið er so høgt, sum tað [...] Hetta átti hann at sæð sjálvur heldur enn at skýrt tey, sum minna hann á tað, fyri líkt og ólíkt. Óli brúkar ikki munn, men tað eru kanska organiskar orsøkir til, at hann ístaðin skrivar síðu upp og síðu
ferðafrásagnir. Ivaleyst eru tey mong, sum lesa alt hetta, hóast tørvurin á at stytta sær stundir á henda hátt er vorðin minni, nú Útvarpið sendir alla tíðina, og nógvar sjónvarpsrásir eru at kaga í umframt okkara [...] høvdu vit eitt útvarp, sum sendi nakrar fáar tímar um dagin, og fleiri bløð enn nú, men við lítlum síðutali og lítið fjølbroyttum innihaldi. Sjónvarp var einki, heldur ikki útlendskt. Í dag hava vit eitt [...] føroyskt framleiddum tilfari. Síðani eru tað bløðini. Færri í tali enn fyrr, men tey stóru við einum síðutali hvørt sær, sum er fleirfaldað tað samlaða síðutalið á øllum bløðunum fyri góðum 30 árum síðani
børnini skulu mennast í. Sum eg skilji tað eru nakrir leiðarar á dagstovnum í Tórshavnar kommunu, sum ikki makta ta uppgávu, teir eru settir til at røkja, og sum nú skulu hava fýra stuðulsleiðarar. Altso [...] kunna hava álit á og skulu mennast saman við, og hetta skal leiðslan á stovnunum hava ábyrgd av og eingin annar. Dygd og fakligir førleikar skulu finnast niðri á gólvinum hjá børnunum á dagstovninum, tí [...] leiðaranum á barna- og ungdomsdeildini? Hevur hon einki at kunna foreldrini um, ella hava trivnaðarstjórin og politikararnir yvirtikið leiðsluna á barna- og ungdomsdeildini? Tað sær út sum tað eru øll hini
tað er tí at bankarir eru trekir at veita fólki lán, ið ætla sær at seta búgv á smáplássum og á útoyggj. Og onkur sigur bart út nei at fíggja ein bústað, hóast fólk hava nóg mikið av inntøku til at rinda [...] búgv á útoyggj ella á smáplássum kring landið, hava fyri at fáa lán, og hvussu tey annars kunnu verða javntsett við tey, sum búgva í meginøkinum. Óluva Klettskarð sigur, at tey, sum reka vinnu, eru í somu [...] hevur mangan víst á hendan trupulleikan, og útoyggjaálitið nevnir møguleikan við einum fíggingargrunni at stuðla undir, at vinnuligt virksemi verður sett stovn á smáu oyggjunum. – Vit mugu skipa soleiðis
Føroyar nú er gjørt. Hetta vísir, at føroyingar ikki eru so ógvuliga raskir at gjalda til tíðina, og tí kundi verið áhugavert at vita, um hetta ávirkar samlaða samfelagsbúskapin. Magni Laksáfoss vísti á, at [...] ikki nakað, sum upp á stutt sikt ávirkar landskassan. - Vit liva av einum dynamikki í vinnuni, liva av, at kappingarførið hjá vinnuni er gott. Og tað hevur gjaldsmynstrið stóra ávirkan á, segði Magni Laksáfoss [...] at standa ímóti, so tað eru tær nýggju og smærru fyritøkurnar, sum merkja sviðan av seint goldnu rokningunum, segði Magni Laksáfoss. Kappingarføri Fíggjarmálaráðharrin vísti á, at tað ofta var hjá nýggjum