roynir at fáa greiði á, hvussu tað er best at fara fram, tí umframt at verja fornminnini, skal eisini hugsast um náttúran skal ikki skemmast meiri enn neyðugt. Heðin Mortense sigur, at ætlanin er at kanna [...] tí tað verður í hvussu so er ikki í ár, at nakað ítøkiligt verður gjørt við trupulleikan. Men kortini verður tað í ár, at sjøtul verður settur á arbeiðið at tryggja fornminnini ímóti at fara fyri bakkan [...] viðurskiftini á botninum uttan fyri Kirkjubø og at gera teldumodell fri at vita, akkurát, hvussu ein brimgarður skal gerast. Hann sigur, at ætlanin er at gera ein brimgarð upp á 250 metrar frá Ólavskirkjuni
umráðandi er jú at fáa heilsuboðskapin út ? at fáa fólk at lurta. Eitt er at fáa fólki at broyta ringar vanar, annað er at fyribyrgja, at fólk taka til sín ringar vanar. Uppgávan er at fáa fólk at taka boðskapin [...] ein boðskapur, sum jú snýr seg um at fáa fólk at verða góð við seg sjálvan og síni. Landslæknin hevði nøkur skilagóð og vælmeint orð at bera føroyingum. Bert við at leggja sær sjálvum nakrar góðar vanar [...] er, at vit sjálvi taka okkum í nakkan og seta nakrar góðar og sunnar vanar út í kortið. Landslæknin kom eisini inn á spurningin um at brúka príspolitikk til at ávirka heilsustøðuna hjá fólki td. at leggja
fíggjarmálum, ásannar, at tað verður ein avbjóðing at fáa alt at ganga upp, men hon sigur, at tað er ein orsøk til, at íløgan til havrannsóknarskipið er drýggjað yvir fýra ár, og at tað ikki er fyrrenn í [...] setast í verk hesi næstu árini Hon sigur eisini, at hon fer at gera eina roynd at fáa andstøðuna við í eina semju um eina íløguætlan, fyri at sleppa undan at leggja eina nýggja ætlan, hvørja ferð ein nýggj [...] harafturat eru tað tær privatu íløgurnar. Tí fer hon at royna at fáa eina semju við kommunurnar um, hvussu stórar íløgurnar skulu vera í einum ári, og, hvussu tær skulu býtast ímillum landið og kommunurnar.
skal vera okkara vón, at man fer at gevast við at fokusera uppá hvat mundi verið og heldur hyggja at úrslitum og lært av, hvussu tey vóru rokkin. Í hesum sambandi er tað sera løgið, at eitt blað borðrreiður [...] og annað tílíkt, ið fer at stinga seg upp við nýggjari tøkni fara í summum førum at fella uttanfyri. Tað er væl skilligt, at Tjóðveldisflokkurin er grammur eftir at lata sum um, at ein stór broyting er hend [...] oddagrein. At málsøki ikki eru nevnd í heimastýrislógini fer at gerast alsamt vanligari, tí heimurin er nógv broyttur síðani 1948 og fer at broytast enn meir. Umhvørvismál av ymsum slag og fyri ikki at tala
innlendismálum hevur sett sær sum mál at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstu framtíð um at leggja Føroya land saman í níggju kommunur og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita í 2013. Hesar næstu mánaðirnar [...] um, hvussu verður við teirri fólksligu tilgongdini, tí nú staðfestir Kommunufelag Føroya, at tað er neyðugt at málið er nógv betur lýst, áðrenn nøkur fólkaatkvøða verður. - Tað er neyðugt, so at hendan [...] borgarin at vita, hvørji krøv kommunurnar skulu ganga undir, tá ið tær fáa eldraøkið at umsita. Kommunufelagið saknar eisini eina greiða fráboðan um, hvussu málsøki, sum verða løgd undir kommunurnar at umsita
kortini, at hann einaferð hevði nortið við bróstini á gentuni og viðmerkt, at hon nú var um at gerast ein kvinna. Ákærdi segði, at gentan smílti, men segði einki tað ferðina. Hann greiddi frá, at hann altíð [...] hevði ákærdi maðurin játtað, at hann hevði argað gentuna, men metti ikki, at tað nakrantíð hevði nakran seksuellan karakter. Verjin metti eisini, at dómsvaldið mátti taka atlit, at maðurin fer um pensjónsaldur [...] verið forsvarligt at fongsla mannin. Ákæruvaldið bað dómsvaldið um at fongsla mannin í minsta lagi í tríggjar mánaðir og at rinda gentuni endurgjaldskrav á 30.000 krónur. Dómarin metti, at gentan væl hevði
tey samd um, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna, men enn er hetta so nýtt, at tey hava ikki havt stundir til at viðgera ætlanina út í æsir. Men tey leggja dent á, at slíkar reglur [...] landsstýrismaður, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið, so at lógarkravdar treytir verða settar fyri, hvussu leingi, tey, sum koyra lastbil og buss, kunnu koyra út í eitt, uttan at hvíla seg. Og samstundis [...] Tílíkir grundleggjandi munir gera tað týdningarmikið at geva sær góðar stundir, og at seta neyðugu tíðina av til at fyrieika eina føroyska reglugerð, soleiðis at hon verður lagað til viðurskiftini her á landi
spurningarnar, at Búnaðargrunnurin er settur á stovn við hesum eina endamáli, at veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Tað hevur víst seg, at tað er sera torført at fáa bankar [...] Búnaðargrunnurin hevði slíka heimild, at viðgerðin var um at vera liðug og at ein endalig niðurstøða skuldi verða tikin í januar 2014. Tó at vit nú nærkast endanum á 2014, er eingin niðurstøða komin frá [...] Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýrismaðurin at taka?
fortaldi, at eg skuldi súkkla til París, og eg má viðganga, at tað hava verið løtur, har eg sjálvur havi ivast, um eg fór at klára tað. Nú eri eg vísur í, at eg klári túrin, og at eg fari at fáa eina uppliving [...] vísur í, at eg havi fingið nøkur vinfólk fyri lívið. Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at læra hesi ymsu fólkini at kenna. Eg helt framman undan at tey vóru so og so, men so havi eg lært tey at kenna upp [...] vænta at standa í franska høvuðsstaðnum fríggjadagin tann 11. juli. Ein løta, sum Niels Mortensen gleðir seg til. - Eg rokni við, at eg komi at standa har við eini kenslu, sum als ikki ber til at lýsa.
á lívi. At Enrique hevur ábyrgdina av henni er við til at geva honum serligan status. Ikki soleiðis at skilja, at hann er nakar høvdingur, tí tann skipanin er ókend her á leiðum, men heldur at hini í familjuni [...] urtagarðarnar at arbeiða. Tey fáa sær okkurt til tak yvir høvdið, og so brúka tey tíðina til at fáa nakað av skafti, í staðin fyri at brúka hana til at ganga aftur og fram í. Framleiðslumynstrið er, at tey hesa [...] kunnu skriva undir uppá, at tað hevur gingið skjótt hjá okkum ? ikki minst tá tað snýr seg um at samskifta. Hevði onkur tá sagt teimum, at síðst í nítiárunum fór tað at bera til at sita i frumskóginum í Venezuela