at hon sá ikki sjálv Dag og Viku. - Eg veit ikki hvussu óheppin hann hevur verið í sínum orðavali, ella um tað er mistulkað, tað, sum hann sigur. Tað sær út sum um at man vil hava okkum at góðtaka neyðtøku [...] hugsa um hansara arbeiðsevnir. Men tað hevur einki við neyðtøkuna at gera. Tí hann hevur gjørt nakað, sum undir ongum umstøðum kann góðtakast. Gevist nú Annars heitir Rúna Sivertsen á fjølmiðlarnar um at [...] neyðtøku. Tað bleiv mistulkað Hvat heldur tú um, at ÓB rópar eina neyðtøku fyri eitt mistak? - Handan spurningin kann eg ikki svara uppá, tí eg haldi ikki at tað var tað, sum Óli gjørdi hetta hvøldið. Tað
veruliga duga nakað, og sum hava tað rætta, men tað er langt ímillum, heldur Uni L. Hansen. Sjálvur hevur hann eina greiða meining um, hvat tað vil siga at hava X-Factor: - Hevur tú X-Factor, ert tú eitt talent [...] talent, tú hevur nakað útyvir tað vanliga, og røddin og stílurin eru sermerkt. Harafturat er umráðandi, at tú hvílir í tær sjálvum, sigur Uni L. Hansen, ið heldur, at Teitur er eitt gott dømi upp á ein sangara [...] hevur arbeitt hart fyri at røkka sínum máli. Tá tú hoyrir hann syngja, ivast tú ikki í, at tað er hann, og júst hetta er við til at gera hann til nakað serligt, heldur Uni L. Hansen. Ídnaðurin er niðu
øllum alvi, at tú skuldi fáa ein tryggan og ríkan uppvøkstur. Eg vildi ikki so fegin siga tær, hví eg hevði okkurt at skriva, tá ið tú vart á vitjan, og hvat tað var um, tí tá vart tú nakað lítil at skilja [...] tað er í kærleika til tín, at eg fór so langt sum eg fór. Kanska skilir tú tað ikki beinanvegin, men eina ferð, veit eg, at tú fert at skilja, hví pápi tín stríddist so sum hann gjørdi. Tað var fyri tína [...] børnum. Spurningar, ið verða reistir og viðgjørdir í bókini, eru eitt nú, um pedagogar fáa meiri og meiri vald á okkara børnum, og um viðurskiftini eru tey somu í Føroyum sum í øðrum Norðurlondum. Høvundurin
Loyvda hámarksferð er 80 km/t, og tú verður tikin at koyra 125 km/t við persónbili. Tú mást rinda 1500 krónur í bót. Á talvuni niðanfyri sært tú, hvat tú skalt rinda, um tú verður tikin.es Eidesgaard: »Tað [...] føroyingum fer at broytast til tað betra. Dýrar bøtur Hóast tú ikki spælir av við koyrikortið, um tú verður tikin at koyra ov skjótt, so kanst tú spæla av við fitt av pengum. Tað er nevniliga soleiðis, at [...] koyrikortinum, um hann koyrir 175 km/t, er heilt óskiljandi, halda politistarnir. Eftir verandi lóg eru reglurnar greiðar. Koyrir tú skjótari enn 30 km/t oman fyri loyvdu hámarksferð, missir tú koyrikortið
Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? ? Kann hasin spurningurin ikki verður broyttur til um mánaðin? Nei, tað er ikki ofta, at eg geri mat, tað má eg viðganga. 2. Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur [...] Eg havi altíð ein dreym um at gera teir í stand, so at teir koma at síggja líka gott út, sum tá teir vóru nýggir, men eg veit ikki?tað blívur bara ongantíð til nakað. Men um tú spurdi bilin, so segði hann [...] 13. Hvussu langa tíð nýtir tú til at gera teg kláran, tá tú skalt út í býin eitt leygarkvøld ella til eina veitslu? ? Tað skal ikki tann stóra tilrættisleggingin til. Men um eg skal vaska og turka klæðir
fæ til fullveldisagitatión uttan at nakað verður veitt teimum, sum vilja lýsa aðrar møguleikar, t.d. eina sjálvstýrisskipan sum ikki samstundis er tað sama sum loysing. Hetta er langt burturi frá tí, galdandi [...] gøglarabutikk?. Vit høvdu nógvar skrivaðar reglur um stýrisskipanina, tá hon var karmur um eitt kollektivt landsstýri. Vit hava eisini skrivaðar reglur um verandi stýrisskipan við landsstýrismannaábyrgd [...] Dam sjálvum. Minnist enn ýlini frá tjóðveldis- og fólkafloksmonnum um misnýtslu av autoriteti landsstýrisins, og hetta hóast fordømi var um júst tað sama frá onkrum valstríði í Danmark, og fyribrigdið sostatt
Sjálvandi vil onkur svara, vit høvdu 1992, tá alt fór fyri bakka. Nakað fór fyri bakka, og nakað nýtt kom undan kavi, men nú hugsi eg ikki bara um okkum. Alt broytist, ikki minst mannskaptar skipanir. At væ [...] broytingar fram í Danmark og hinum Norðurlondunum, tí undrast tú eitt sindur, tá tú í einum blaðið las, at hetta verkfallið ikki bara var um krónur og oyru, men fyri at varðveita vælferðarskipanina. Vit [...] vælferðarsamfelagið er broytt, ikki minst í Danmark, hevur tú kunnað lisið um leingi. Nøkur góvu Schlüter skyldina, meðan fleiri vístu á, at allar broytingarnar komu við tí floymi av lógarbroytingum, ið
er umráðandi at røra seg nógv og at ansa væl eftir heilsuni. - Um tú onki gert kropsliga, so passar tú ikki væl uppá heilsuna. Tað sært tú eisini tá menn, sum hava arbeitt nógv og knappliga onki gera, stirna [...] Man hevur tað nógv best um man rørir seg nógv, sigur hann avgjørdur. - Av og á taki synd í summum av javnaldrum mínum, tá eg súkkli framvið, tí tað er tungt ikki at orka nakað. Eg eri øgiliga glaður fyri [...] fingið tað í lag. Í fjør møtti einum kammerati, sum hevur verið á Rynkeby liðnum fyrr. Hann spurdi, um eg ikki fór at melda meg til, og eg bað hann bara gera tað fyri meg, tí eg fekk tað ikki upp í lag
sessin. ? Tað er ongin persónlig katastrofa fyri meg, um eg noyðist frá. Tað eru treytirnar, tá tú ert landsstýrismaður, tí tú veitst frammanundan, at tú bert hevur starvið í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur [...] eftir. Tað útilokar kortini ikki, at málið kann fáa ta politisku avleiðing, at eg noyðist frá. Eg veit um aðrar landsstýrismenn, sum hava lagt frá sær, hóast teir onki skeivt halda seg hava gjørt, sigur [...] sagt við míni fólk í Fiskimálaráðnum, at tey hava onki at ræðast, tí eg eri tann fyrsti, sum rúki, um nakað er galið. Og tað skal eg nokk klára at liva við. Eg havi bæði tingsessin at detta afturá og eitt
aðalfundin. Hinir nevndarlimirnir hava heitt á meg um at bíða inntil tá, og tað eri eg gingin við til. Tú hevur áður tosað um at fara frá, men so hevur tú kortini tikið við afturvali. Verður tað á sama hátt [...] ivaleyst sitandi inntil aðalfundin, sum verður eina ferð eftir ársskiftið. Hví hevur tú broytt støðu? ? Eg veit ikki, um eg havi broytt støðu. Tá eg nevndi 24. oktober, so var tað tí, at henda dagin hevði [...] seg ikki hava nakað boð uppá, hvør skal vera formaður, tá hann hevur lagt frá sær: ? Eg vóni, at tann, sum verður valdur, fer at hava góða undirtøku. Tað verður óheppið, um talan verður um kampval millum