Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið hava skipað fyri í heyst. Tríggir fyrilestrar eru eftir á skránni í ár ? tveir seinni í november mánaði og ein í desember. Fyrilestrarnir á Fróðskaparsetrinum eru almennir [...] PhD, heldur í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hóskvøldið 5. november kl. 20.00. Tað er Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag, ið skipa fyri fyrilestrinum. Evnið í fyrilestrinum [...] g frágreiðing um, hvussu arbeiðast kann við útlendskum lánorðum í føroyskum, grundað á gransking av enskum lánorðum, ið komin eru inn í málið ymisk tíðarskeið. ? Hvussu tey koma; hvussu tey laga seg til;
síðsta umfarið í fótbóltslandskappingini í 1. deild varð avgreitt síðsta vikuskiftið í august ella fyrsta vikuskiftið í september, og tá september mánaði var hálvrunnin, vóru øll finaluumførini í øllum deildunum [...] U-18 kvinnulandsliðið skal gera tað í ár. Tær skulu taka lut í EM-undankappingarumfari í Onglandi, tær skulu spæla tríggjar dystir, og tað verður als einki forgjørt í tí, um ungu kvinnurnar keypa jólagávur [...] liðnum, sum luttók í somu kapping í fjør, og Álvur Hansen harmast um, at rákið er, at kvinnurnar gevast so tíðliga at spæla. Tað verður í hesum sambandi staðfest av, at tríggjar, sum vóru við í fjør, og sum
arbeiðir í Íslandi, men kapitalurin er amerikanskur spekulatiónskapitalur burturav). Í tí líki, sum uppskotið er framlagt, skal Sjúkrahúsverkið umsita eina stórtøkna ætlan í samarbeiði við deCode í Íslandi [...] øðrum føroyskum læknum í nøkur ár havi fingist við at kanna hvørt ein ella fleiri sjúkuorsøkir ella medvirkandi orsøkir kunnu finnast í tí genetiska (arvaliga). Hetta hevur verið og er í samstarv við aðrar [...] granskarar á universitetunum í Århus og í Odense. Eg skal skunda mær at siga beinanvegin, til tryggleika hjá teimum, sum við stórum hjálpsemi hava hjálpt okkum við luttøku í slíkum kanningum, at tað onki
býráð fer á fundi í kvøld at viðgera frágreiðingina og tilmælið, sum nevndin fyri grunnin, ið hesar síðstu mánaðirnar hevur arbeitt við spurninginum um grasvøll í Gundadali kom við í síðstu viku. Tað sigur [...] projektið, men vit mugu bara staðfesta, at 1. august í ár, tá vit lótu fyrireikingarnevndini til grunnin ábyrgdina, vóru eingir pengar komnir. Tí er tað í míni verð heilt einfalt: Vit skulu velja ímillum [...] sett í verk. Tvørturímóti síggi eg hetta sum eina undanroynd til størru ætlanina, sum væl kann setast í verk, tá tað verður fíggjarligt grundarlag fyri henni, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn
á Skála og Strondum, sum skipa fyri sølustevnuni SøluRásin ?98. Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan august mánað og nú góðar tveir mánaðir seinni letur stevnan upp. Nógvir framsýnarar Hugurin at luttaka [...] sær at keypt jólagávurnar, ella fáa sær jólastásið í góðari tíð, hava her eitt sera gott høvið at fáa ordnað hetta fyri tilboðsprís, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. [...] serligt, hevur tað eydnast fyrireikarunum, at fáa tríggjar klovnar, at koma á vitjan. Hetta eru klovnar í serklassa verður sagt, so her er nakað øðrvísi fyri børnini og tey vaksnu. Klovnarnir verða at síggja
Húsini tey búgva í eru væl bygd og bert eitt ára gomul, og hóast fólk í grannalagnum vóru flutt, so vórðu familjan og Hansi verandi heima. Hansi hevur verið í Honduras frá 7. august, og býr hjá familju [...] hava latið lív í Miðamerika, og meir enn ein mió. fólk eru vorðin heimleys. Stór øki eru skolað burtur í ógvusligari vatnflóð og áarlopum. Tað er úrslitið av ódnini Mish, sum hevur herjað í Guatamala, Honduras [...] Honduras og Nicaragua í seinastuni. Vit hugsa kanska ikki so nágreiniliga um tað, tá vit síggja myndirnar og tíðindini í sjónvarpinum, um ódnir sum herja í ymsum heimspørtum. Hjá familjuni Sally og Niclas
Joensen, serlækna í neurologi, á Landssjúkrahúsinum og dr. med. Lene Vermuth, yvirlækna í neurologi, í Sønderborg, tí hesir báðir granskararnir hava kannað títtleikan av Parkinsons sjúku í Føroyum. - Fyr [...] kanningararbeiðinum er í fyrsta umfari at fáa vitan um møguliga arvaligan leiklut í teimum vanligu sjúkunum í Føroyum. 2) Kanningin fer fram við at teir læknar, sum eru serfrøðingar í ávísari sjúku, spyrja [...] kanningararbeiði í heila tikið verður gjørt. Við tað at fyrispurningur tykkara snýr seg um etik, loyvi eg mær at seta fram nøkur sjónarmið, sum m.a. eru grundað á dokumentini í tilvísingini í endanum á hesum
Dygd Fyri mánaði síðan, tá byrjaðu Borgar og Óli Hans at framleiða seym í ymiskum støddum, og nú hava teir so selt teir fyrstu pakkarnir av Dygd. Hesir eru seldir til nakrar av timburhandlunum í Føroyum [...] Føroyum. T.d. hava Varpið í Klaksvík og Balslev í Havn keypt nakað fitt av seymi. Men tó eru ikki allir timburhandlarnir sinnaðir at keypa Dygd, hóast dygdin er í lagi. Trupulleikin er, at timburhandlanrnir fáa [...] fáa seymin bíligari frá stórfyritøkum í grannalondum okkara. ? Orsøkin til hetta er, at seymurin ofta verður keyptur saman við øðrum, og so fáa handlarnir ein samlaðan avsláttur, sigur Borgar Biskupstøð
møti við breyðbróting. Nebo á Toftum Hjúnamøti verður í kvøld kl. 21. Beinta og Absalon Áargarð luttaka. Evangelisk møti í »Jopo« húsinum í Runavík Í kvøld kl. 20 møti við Eivin Bringsberg og øðrum. Sunnukvøldið [...] Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 [...] KFUM & K í Havn Eldrasamkoma er í KFUK mánadagin kl. 15 v/ Teimum fýra. Várgleði (børn 4?10 ár) er í KFUK týsdagin kl. 17?18.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18:
Hagin, sum í gjár skartaði í gulum, brúnum, gráum, liggur hvítur og blankur, innrammaður í eitt lítið vindeyga. Myndin er vovin saman við ráki um Stongina og litbrigdum í fjørðinum. Hon er »suveren«, [...] Mánaðirnir eru vorðnir tjúgu í tali. Nú kavar hann aftur av møkum. Rossini niðri í dalinum standa í einum trunka og snara øll í somu ætt. Fjørðurin er horvin og hagamyndin kám. Eg síggi klárari og klárari mína [...] einastandandi, fræls, hvílir í sær sjálvum. Myndir hava tað við at koma og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler