, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum fingu hesa skipan ígjøgnum, tí loysingarflokkurin Fólkaflokkurin ikki vann tann eina tingmannin, honum restaði, fyri at fáa meiriluta [...] skuldi – sum gamli formaðurin plagdi at siga – føra Føroyar at loysingini, um ikki til loysingina. Men nú er góði gamli Sambandsflokkurin eisini farin at skinkla í kongunum. Løgmaður [...] arbeiða við møguleikum í staðin fyri forðingum. Skilja vit løgmann rætt, so hava hann, Helle Thorning-Schmidt og Kupiik Kleist samtykt, at tey nú fara at brúka politiskar møguleikar í staðin fyri
verður rikin. Málini verða í stóran mun avgjørd við tingingum tvørtur um floksmørk, áðrenn tey koma fyri í nevndum. Tað er í tingingum, man fær ávirkan. So er tað hetta afturvendandi prátið [...] nsborg. Tað er ein veruleiki, at SS hevur fleiri fólk at hjálpa sær við skriving og persónligari profilering. Men, sum orðatakið sigur: Man eigur at vera varin at kasta við gróti, tá man
rikna fíggjarpolitikkinum, sum hjá hesum landsstýrinum. Stóru broytingarnar við flatskattinum og straksskattingini av pensjónunum hava fingið harðan kritikk, men tað rínur ikki við, tí [...] landsstýrinum aftur um brekku. Fakfeløgini hava boðað frá hørðum mótmælum – serliga eftir at Ingeborg Vinther, her í blaðnum mánadagin mælti til uppreistur móti samgonguni. Vit fáa so at síggja [...] sømt seg av landsstýrinum at verið meiri semjusøkjandi – og ikki at framt kollveltandi broytingar í óðum verkum við smølum meiriluta. Skal fólkið ikki missa álitið á politisku skipanina,
var ikki at hitta. Hóast eingin grundgeving var fyri uppsøgnini, so skyldast hon uttan iva ta skriving, sum hevur verið í Sosialinum seinastu vikurnar um óskilið í partafeløgunum hjá løgmanni [...] hevur BankNordik mist 13 milliónir krónur upp á høvuðsfelagið hjá løgmanni, P/F KRK-Holding. Hvussu stórt tapið er tilsamans er tað eingin sum veit, uttan Kaj Leo Johannesen sjálvur [...] vóru als eingi virði – ikki so frægt, at tað bar til finna út av, hvussu nógvar ógoldnar rokningar lógu eftir. Tískil vóru feløgini strikað sambært grein 143 í konkurslógini um »selskab
grundarlagið fyri tí næsta. Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at føroyingar sleppa út í heim, men enn størri búskaparligan týdning hevði tað fingið, um vit fingu økt áhugan fyri Føroyum sum [...] í 1988 hava 2.433.686 fólk flogið við Atlantsflog. Hetta vísir eisini, hvussu sera stóran týdning gott og trygt og reguligt flogsamband hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Hetta var eitt stórt
ein reallønarlækking, tá flatskattur til tey ríku verður nýttur sum argumentatión? Tekur fakfelagsrørslan sær ikki aðrar partar fyri, so er stórur vandi fyri, at virðingin fyri røsluni gerst [...] tí verið áhugavert at hoyrt serfrøðina hjá Fakfelagssamskipanini greinað, hvørjar útrokningar liggja til grund fyri at halda, at Starvsmannafelagið fer at fáa meira burtur úr í oktober [...] verður stovnað, sum savnar alla fakfelagsrørsluna, hóast sundurlyndið tykist hava hægri raðfesting hjá fleiri av feløgunum...
tær hava vinnulívsroyndir og vita, hvat tað er at reka forrætning, har pengarnir bara ikki koma av sær sjálvum. Men stríðið um lýsingarpengarnar, tað heldur fram, hóast Elin Michelsen rullar eygu [...] Men so er tað Jákup Magnussen, sum ikki kann lata vera við at koma við insinuerandi viðmerkingum. Hesaferð postuleraði hann, at bløðini fáa fleiri milliónir í almennum stuðuli, tí tey [...] Miðlahúsinum eru í tí vanlukkuligu støðu at skula kappast móti einum heilum landskassa um lýsingarpengarnar, og tað er hvørki rætt, rímuligt ella rættvíst. Tað er so hamrandi órættvíst. Og
svíðandi ósigri hjá Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin fekk ein ordans avsmurning í 1994, tá Verkamannafylkingin, sum fyri ein stóran part varð mannað við fólki, sum vóru misnøgd við Javnaða [...] Niclasen og hansara menn rista í brókunum. Á Rás2 í gjár segði Jørgen Niclasen, at tað var broytingin við einum valdømi, sum gjørdi, at Poul Michelsen hevði brúk fyri at markera seg. Hvør skal [...] inum, Annika Olsen. Hvussu leikur fer, fáa vit at síggja. Hetta eru bara leysasøgur og gitingar. Men tað er ikki óhugsandi at ímynda sær, at onkur annar – enn Poul Michelsen – er misnøgd/ur
fara út og royna meg aftur sum sølukvinna, sigur Inger Jensen. Spurd, um tað ikki er torført at fylgja við í, hvat kvinnur velja at ganga í, sigur Inger, at jú so er. - Ein verður bara noydd at føla seg [...] serligari løturnar. Roynd í starvið Handilin Lei hevur nú verið opin í gott hálvt ár, men eigarin, Inger Jensen, er ikki óroynd í sínum yrki. Frá 1980 til 86 hevði hon handlarnar Pinkan og Fíban uppi í SMS [...] Skal tað vera tann guli ella tann grøni ella.... Um hvørjir litir verða in í vár og summar sigur Inger, at tað er rættuliga ymiskt. Tað er altíð tengt at, hvat merki tú velur at keypa. Men grátt og serliga
r sum spurdar vórðu svaraðu bein-anvegin, at tær høvdu ikki stundir at gera fram-rokn-ing-arnar, meðan gransk-ing-ar-deildin á búskapardeildini á lærda háskúlanum í Reykj-a-vík segði, at hon kundi gera [...] Hagstovu Føroya og skriv-ari í búskaparbólkinum sigur, at teir hava fingið úrsl-it-ið av fram-rokn-ing-un-um, men av tí at bú-skapa-r-bólkurin ikki hevur ana-lys-era tølini, verður einki sagt um tey enn [...] úti í heimi eisini nógv størri fyri Føroyum. Tað er í hvussu er ótrúliga sjáldan, at búskap-ar-frøð-ing-ar á henda hátt sleppa at analysera eitt land, sum er í so stórari broyting, sum Føroyar eru, sigur