har fitt av gassi er. Sostatt er prógvað, at vit hava eina virkna olju-og gass framleiðslu í føroysku undirgrundini og allarhelst stór kommersiell økir. Oljan er her, men okkara lóggáva er framvegis ikki [...] stóru kundarnar hjá SEV brúka, biligari er streymurin hjá teimum, so tað er bara at koyra á. Okkara viðbrekni búskapur er gísli hjá altjóða oljumarknaðnum. Tíðin er kanska komin, at vit koma í ta margháttligu [...] leiting á okkara øki. Hvat er status i dag á orkuøkinum? Vit eru greið yvir, at vit mugu sleppa burtur úr fossilum orkukeldum, og vit siga, at vit skulu verða grøn í 2030, men tað er næstan bara SEV og
sama mundið er kanska eitt positivt tekin. Nú um dagarnar úttalaði býráðsformaðurin í Havn seg um nettupp samvinnu okkara við tveir týðandi samstarvsbýir í Skotlandi og Noregi. Eingin ivi er um í okkara [...] sjóvegis og loftvegis sambandið. Henda samvinna okkara, sum longu er, kann mennast munandi tað verið seg innan fiskivinnu, ídnað, aling, tøkni, oljuvinnu og eisini ferðavinnu. Ynskið og økti áhugurin frá [...] ein so upplagdur tjansur fyri at fáa fleiri norðmenn, bretar og skotar henda vegin at ferðast. Tað er eisini nakað, sum nýggi norski sendiharrin í Danmark eigur at hava í huganum, nú hann og konan síggja
Nógv framstig eru hend í Sandoynni í seinastuni. Aling er við at koma í gongd á Sandsvág, fiskavirkið í Skopun er latið uppaftur, og nú verður Virknis-og Umlættingardepil bygdur á Sandi - bara fyri at [...] atkomiligheit. Borgarstjórin leggur dent á, at Sandoyggin - øll sum hon er - er ein dreymur til atkomuviðurskifti, tí oyggin er so sløtt. - Fólk gloyma eisini, at Sandoyggin hevur nógv annað at bjóða, [...] atkomiligir fyri rørslutarnaði. Borgarstjórin sigur, at spurningurin er heldur, um hesin depil, sum nú verður bygdur á Sandi, ikki bara er byrjanin til nakað meiri - til gagns fyri tey, sum hava serligar
Í dag er Sundsá lítil. Men hon er náttúra. Hon er føroysk náttúra. Eg fari tvørtur um tann lítla sandin og grótið í ósanum. Líti út eftir fjøruni. Órørd fjøra. Hon er náttúra. Hon er føroysk náttúra. Hetta [...] partar av náttúru okkara í 2017 er ófyrigeviligt. Tað er ikki í samljóð við tíðarinnar anda. Tað er óumhugsað. Tað er skammiligt og harmiligt. Var herfyri á Seyðisfirði. Har er eitt grótkast á sunnara fja [...] tráður, pilkar ella flugur. Hóast kalt er. Summir fáa okkurt sjósílið. Aðrir einki. Men tað bilar einki. Fríska luftin er góð. Friðurin er sálarbót. Menn røra seg. Tað er fólkaheilsa og trivnaður. Minnist,
FRAMLEIÐSLA JT Electric á Kambsdali er ein áhugaverd fyritøka, sum arbeiðir við ymiskari tøkni, bæði innan aling, har fyritøkan serliga er kend fyri síni aliljós, sjálvvirkandi fóðurskipanir og trygdarskipanir [...] arbeitt við at gera tøknina enn betri, og soleiðis er eisini við trolkameranum hjá JT Electric. Trolkameraið er gjørt enn betri, soleiðis at hetta er vorðið eitt hd-kamera við enn betri myndagóðsku, sum [...] um sama kaðal. Ein apple-telda er við í pakkanum, og her er forrit, har tú kanst velja myndir av onkrum parti av einum tóvi – ella tú kanst síggja alla gongdina, sum hon er. Allir trolarar kunnu brúka t
Aling/virking Nú fyrsti aldi toskurin, sum ávikavist verður aldur á Árnafirði og í Hvalba, er tikin, ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu greitt, hvørji veteriner krøv eru galdandi til virking [...] sambandi við henda flutning verður víst til eina kunngerð, sum er nr. 98 frá 8. juli í 2003 um flutning av akvakulturdýrum v.m. - Høvuðsendamálið er at syrgja fyri, at flutningseindirnar eru reinar og væl egnaðar [...] møguligari fiskasjúku, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Virkir og goymsla Men eitt er sjálvur flutningurin, annað er virking og goymsla av alifiski. - Her verða krøv sett til uppsamling og sóttreinsan
København”, meðan pápa dámdi best Norsku Løvu. Mamma var ein dugnalig húsmóðir. Tað var ótrúligt, hvat hon kundi fáa burtur úr inntøkuni hjá pápa, sum ikki var stór, hóast hann var av bestu fiskimonnum [...] tíðina. Strævið at lurta eftir lestur Tá ið pápi var burtur, var tað mamma, sum tók sær av okkara uppaling. Men tá ið pápi var heima tók hann yvir. Tað kundu eisini enda við eini fleingju, um vit ikki sótu [...] og pápin hevði glett seg til at fáa hann sum hjálparprest. Men Ernst var ikki heilt greiður yvir, hvat ið hann sjálvur vildi. Fyri at finna seg sjálvan, fór hann sum matrósur við einum skipi hjá ØK, sum
fara at ávirka eftirspurningin eftir okkara vørum, er trupult at meta um. Kostnaðarstøðið hjá vinnuni er hækkað munandi – og heldur fram at hækka. Tískil er sera umráðandi hjá okkum at vera ansin, og minka [...] áhaldandi strembanini eftir at minka um lívfrøðiliga váðan, men er eisini eitt stig á vegnum ímóti aling á opnum havi. Smoltstøðin á Norðtoftum er nú liðugt útbygd og tikin í nýtslu. Fyrstu stóru smoltini, [...] eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 6 ára grøna fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin. Um Bakkafrost: Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum
fólk BKD er sjúka, sum ikki rakar fólk, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Fiskur, sum er raktur av sjúkuni, kann seljast, um sjúkan ikki er staðfest í sjálvum fiskinum ella vøddunum. BKD er bakteriusjúka [...] alibrúkum á sjónum, hóast hon eisini hevur verið at sæð á smoltstøðum uppi á landi. Tað er komið fyri, at smittað smolt er koyrt á sjógv. Men tað metir Ragnar Joensen vera eina vánaliga loysn, tí sjúkan ger [...] sjónum, styttri og minkar samstundis um vandan fyri sjúkum, greiðir Ragnar Joensen frá. Tað er á sjónum, fiskurin er mest útsetur fyri sjúkum, sigur hann. Í løtuni stoypa teir gólv á Vestsmolt Inni á Dølum
skjótt Sum skilst er tað rættiliga vanligt at føroyingar ið vilja útbúgva seg væl innan fiskivinnuna velja Tromsø. Tromsø er við sínum 70.000 íbúgvum, av hvørjum umleið ein tíggjundapartur er studentar, rættiliga [...] studentur í Tromsø. »Umhvørvið er bæði spennandi og mennandi,« viðmerkti hann. »Útbúgv-ingin kennist fakliga og persónliga lærurík, og ein partur av frágreiðingini kann vera at skúlin er væl útgjørdur við starvsstovum [...] býi. Tíggjundi hvør av teimum 7.000 les-andi í býnum er útlending-ar, og hetta merkir at Hans Jacob Kollslíð saman við lesandi úr øllum heraðshornum er partur av tí eina prosenti av fólkinum ið verður roknað