arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur. Sirið Stenberg svarar soleiðis til spurning 1: Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku [...] fyri almannaøkið. Í hesi metingini er ikki lagt upp fyri møguligum meir-skattainntøkum ella øktum ella minkaðum arbeiðsútboði. Við støði í hagtølum fyri inntøkur hjá fólkapensjónistum í 2023 verður leysliga [...] at flest allir fólkapensjónistar í framtíðini fara at fáa útgoldið pensjón sambært eftirlønarlógini. Hesum er ikki lagt upp fyri í svarinum til spurning 2 og 3. Longu í dag eru nógvir arbeiðandi fólkap
Eins og vanligt stuðlar Skótahjálpin tveimum verkætlanum – einari útlendskari og einari føroyskari. Útlendska verkætlanin hesaferð er skúlaverkætlanin í James Village í Liberia, sum Mirjam felagsskapurin [...] skúlum og stovnum. Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum. Stutt um Skótahjálpina Skótahjálpin er ein hjálparverkætlan [...] Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúlin er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg. Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at
vanligi borgarin hava ráð at búgva í. Útbyggingarnar mugu gerast í tráð við góðan náttúru- og umhvørvispolitikk. Vit mugu taka støðuna á dagstovnaøkinum og eldraøkinum í álvara. Vit mugu taka stór og nógv [...] bústaðarmøguleikar, náttúruna og veðurlagsátøk. Hóast Tjóðveldi hevur verið í andstøðu hesa setuna, so eru fleiri politisk úrslit, sum vit í Tjóðveldi hava fingið samtykt, og sum eg eri glað og stolt av. Hesi [...] Tey seinastu fýra árini sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu hava verið heilt ótrúliga spennandi og lærurík. Til tíðir hevur tað eisini verið hart, tí tað krevur hart arbeiði at fáa politisk úrslit. Eisini
og at royna at forða teimum í at vinna sjeynda føroyameistaraheitið á rað. Í dystinum sunnudagin megnaði ÍF til tíðir at geva SÍ rættiliga mótstøðu, men 11-8 leiðslan hjá ÍF í fyrsta setti hvarv sum døgg [...] settinum. Í øðrum setti dragnaði tíðliga millum liðini, og SÍ vann lættliga 25-17. Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda, sum oftast við einum stigi og ongantíð meira enn tveimum. SÍ fekk settbólt [...] sína lista eisini. Fleyr var ofta og leingi frammanfyri í fyrsta setti, men Mjølnir javnaði til 22-22 og vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23. Í øðrum setti legði Fleyr fyri sum eitt óløgi og fór framum
avrikini hjá telvarunum einsæris. Vit fingu í alt 23 stig í 44 talvum. Stórmeistari okkara, Helgi, hevur ikki verið so virkin í seinastuni, men hann telvaði í veruleikanum sera væl. Hann fekk á tí krevjandi [...] uriasposti, sum 1 borð er, fýra stig í níggju dystum, og hevði hann ikki gloymt klokkuna í fyrsta umfari, hevði úrtøkan verið í samsvari við høga styrkitalið, og tað er í sjálvum sær imponerandi alt saman [...] og Kekkia í seinasta umfari í dag: Helgi telvaði ein skjótan stórmeistararemis móti Navara. Ein remis, sum stórmeistarar so javnan hava sínamillum. Tað man vera vitnisburður um hvussu høgt í metum okkara
hattrick fyri Shkupi í 8-0 sigrinum á Xhepcishti í norðurmakedonsku steypakappingini. Men tað fekk Jóan Símun tíverri ikki løn fyri í dag, tá Shkupi spældi dyst móti Struga á útivølli í bestu norðurmakedonsku [...] vøllin fyrrenn í 83. minutti. Tá Jóan Símun kom á vøllin var Shkupi á odda 2-0. Við einum sjálvmáli og tveimum málum hjá Fabrice Tamba vann Shkupi 3-0 á Struga. Shkupi er nummar seks í deildini við átta [...] upp til oddaliðið, Shkendija sum hevur 14 stig. Komandi mikudag klokkan 14 spælir Shkupi heimadyst í bestu deildini móti Besa 1976.
skoti úr høgru og í handara síðunetið hevði økt um munin til 3-0, var Skála í tveimum støðum, sum kundu borið mál við sær. Í fyrra førinum sendi Ragnar Skála úr spískum bóltin í stólpan, og í seinna førinum [...] Thomsen skoraði, var 27. august í fjør, tá ið HB vann 4-2 á Argjum, og Jákup L. Thomsen javnaði til 2-2. Fyrra málið í kvøld skoraði hann longu í 11. Minutti eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Mathias Voss [...] alla tíðina, og í dag kendi eg tað soleiðis, at kundi havt spælt alla tíðina, men eg eri fegin um tann tíman, sum eg var á vøllinum, sigur Jákup L. Thomsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum
Eitt roknidømi kann lýsa støðuna. Sambært Hagstovu Føroya er miðalinntøkan í Føroyum 400.000 krónur í ár. Um eitt par við tveimum miðalinntøkum byrjar at spara upp, tá ið tey eru 23 ára gomul og fáa eitt [...] møguleikar at seta búgv her. At tey spara upp í egnum bústaði í staðin fyri á eini pensjónskontu er eisini búskaparliga skynsamt og samstundis ein pensjónsuppsparing í sær sjálvum. Fólkaflokkurin [...] fígging. Soleiðis kann eitt ungt par við eini miðalinntøku standa í tí margháttligu støðu at hava eina hálva millión krónur á pensjónskontu í bankanum, men har sami banki noktar teimum lán til bústaðarkeyp
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at nógv fólk var í býnum í nátt, tí ein stór veitsla var fyri 1.500 starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu í høllini á Hálsi og onnur stór veitsla á Hotel Føroyum. [...] nógv eyka arbeiði. Løgreglan hevur tó verið sjónlig í býnum. Trý mál eru tó um fólk, sum í tveimum førum vóru ólátað ímóti løgregluni og øðurm fólki, og í einum førum um ein persón, sum hevð drukkið ov nógv [...] og tey vóru øll trý tikin við á politistøðina at sova rúsin út. – Ein teirra er latin leysur aftur í morgun, hini fara um eina løtu – ein teirra við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vakthavandi
tí fyri tveimum íblástrartiltøkum við danska kokkinum og matslóðaranum, Claus Meyer, 4.oktobur í Klaksvík: Frá 9.30 til 12.00 í Varpinum: Íblástrartiltak um burðardygga matgerð fyri starvsfólk í almennum [...] manifest (visjón) um norðurlendsku matmentanina, sum í stóran mun birti vaksandi áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum, sum vit síggja í Føroyum í dag. Matkovin og Húsarhaldsskúlin ynskja at fagna [...] Húsarhaldsskúli Føroya skrivar, at í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr ymiskum norðurlondum orðaðu og undirskrivaði eitt