sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS. Herfyri keypti SMS matstovuna Angus Steakhous, sum hevur matstovu í Havn og í Klaksvík. Ætlanin er nú at seta bygningin hjá Jacqson í stand, og so flytir matstovan [...] matstovan Angus við sínum virksemi í bygningin, sigur Niels Mortensen. Ikki er greitt, nær flutt verður, tí umvælingar skulu gerast fyrst.
Løgreglan hevur í nátt verið kring landið við saksi í hond og klipt nummarplátur. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at løgreglan í nátt hevur gjørt tað, sum er henni álagt, nevniliga at klippa [...] bilum, sum eru í eftirstøðu. Hetta verður gjørt, tá ið fólk ikki hava goldið vegskatt rættstundis. Vakthavandi sigur, at tær flestu nummarpláturnar, sum vórðu kliptar, vóru á bilum í Havn, men løgreglan [...] løgreglan hevur eisini verið í Norðoyggjum og klipt í nátt.
sendingina "Spurin", sum var send beinleiðis á Rás2 seinnapartin í dag. Í hesari sendingini vitjar Petur Zachariassen matstovurnar í Gongini í Havn til spennandi prát um góðan mat, og søgulig støð, ið eru gjørd
Flaggdagshald var kring landið í dag. Eitt flaggdagshald, eins og onnur hald av slíkum slag, eru ofta merkt av siðvenju og í dag var einki undantak í so máta. Í Havn var haldið á Vaglinum, har Eydna Skaale [...] Eisini var ein forvitnislig skrúgonga, tí ikki av fólki, men av ellisakførum, ið eisini koyrdu oman í gjøgnum býin. Myndirnar tók Álvur Haraldsen og filmsbortið gjørdi Ísak Laksáfoss.
nýggja kafé'in - Panama Café - letur upp í Havn. Niels Brogaard á Rógvu, sum eisini hevur lagt út viðheftu mynd, sigur, at kafé'in letur upp umleið fyrsta juni í ár. - Vit sóknast eftir arbeiðsfólki til
Ein bilur er farin á sjógv í Klaksvík fyri løtu síðani, men einki álvarsligt er hent. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin var í bilinum. Nú verður kannað, hvussu tað ber til, at ein ómannaður
Nú er farið undir arbeiðið at byggja nýggja havn í Haldórsvík. Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur áður játtað tvær milliónir krónur upp á at longja bryggjukantin 40 metrar. Men nú eru 850.000 krónur játtaðar
20.00 í kvøld. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Bilurin, sum koyrdi fremst, skuldi snara til á ein síðuveg, og tann næsti, triði og fjórði bilurin aftanfyri tann hendan rendu í reyvina [...] frammanfyri. Løgreglan sigur, at tvey fólk fingu ilt í nakkan og eru tí flutt á Landssjúkrahúsið. Eingin álvarsligur persónsskaði er, men stoyturin leiddi til pínu í nakkanum og tí verða hesi kannað nú.
Birna Mørkøre í Havn er nú sett í starv sum landsdjóralækni. Talan er um eitt fast starv og hon tekur við starvinum 1. september. Starvið varð lýst leyst í vár og Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at [...] Birna Mørkøre hevur annars verið landsdjóralækni hesi seinastu 10 árini, men hon hevur verið áramássett í fimm ár hvørja ferð. Men nú tað aftur varð lýst eftir landsdjóralækna, varð talan um eitt fast starv
Fyrrverandi NSÍ leikarin, Djóni Nolsøe Joensen, tók miðskeiðis í summar yvir sum hjálparvenjari hjá Anders Geber í NSÍ, eftir at fyrrverandi hjálparvenjarin, Harry Knudsen var givin. Men Djóni Nolsøe Joensen [...] Joensen gevst sum hjálparvenjari hjá NSÍ, er tað helst koyringin ið er ein forðing, tá Djóni býr í Havn. NSÍ skal tí finna sær nýggjan hjálparvenjara.