avgjørt so seint sum í februar mánaði í ár, men hetta hevur kortini ikki forðað arbeiðinum í at fyrireika hesa vitjanina á besta hátt. Tá tað frættist umborð, at Logos II skuldi koma í føroyska havn, vóru [...] heystið, tá hann fer í land eitt stutt skifti. - Vit ætla okkum at vera við felagsskapinum í eini tvey ár aftrat. Vit gleða okkum at fara við Logos Hope, tá tað skipið verður klárt í næstum. - Jú, tað verður [...] trúboðaraskip, sigur Trúgvi í samrøðu við Sosialinum. Nú er tað tín túrur! Áðrenn Trúgvi nakrantíð kom í samband við OM, hevði hann hoyrt nógv um henda felagsskapin frá ungdóminum í samkomuni, har hann gekk
síðunum, eins og vøllurin skuldi girðast inni. Í hesi ætlan eru allir ítróttarbólkar havdir í huga. Kostnaðurin er mettur til góðar 26 milliónir krónur. Í 2. byggistigi er ætlanin at gera høli undir ás [...] Løgtingsmaðurin, umboðið fyri ÍSF og limurin í Tórsvølli, Heðin Mortensen, ið sum nevnt vil hava rennibreytina gjørda í hesum byggistignum, gav Poul Michelsen rætt í, at upprunaliga Tórsvallarætlanin sum fráleið [...] sum hann eisini situr í, um at seta meira pening í ætlanina. ? Spreingið nú, áðrenn tað verður ov seint, segði Heðin. Hetta gjørdist ovboðið hjá Leivi Hansen, býráðsformanni í Tórshavn. ? Heðin kann leggja
Nógvir sessir standa tómir í dag, og sorgin og saknurin býr í nógvum hjørtum í Sjóvar kommunu. Henning var, hóast sín unga aldur, í eldra endanum í røðini av fólki í bestu árum, sum eru farin innanfyri [...] Henning kom sum eitt frískt lot inn í okkara lítla bygdasamfelag, tá ið hann og Sólvá við trimum børnum fluttu heim til Føroya, eftir at hava búleikast í Noregi í nógv ár. Ikki tí, vit kendu Henning [...] um í landinum, bleiv alt lagt til síðis, og Sólvá var altíð klár at koma við. Eisini stuðlaðu tey ítróttini í økinum sera væl, og luttóku sum stuðlar og áskoðarar. Tá ið familjan ognaði sær neyst í Miklagarði
sum var vanligt fyrr. C-ið er heilt burtur í skrivaða føroyska málinum og er avloyst av einum k. Hetta síggja vit aftur alla staðni í undirvísingartilfarinum í øllum skúlum. Vit hava dittað okkum at broytt [...] ein oftani ivast í, um talan er um somu lond. Eisini síggi eg á kunngerðasíðini hjá ÚF undir andlát, at Christianskirkjan í Klaksvík, verður skrivað “Kristianskirkjan” – ivist bara í, at tað eigur at bera [...] noyðast at brúka bókstavirnar allíkavæl. Børnini verða sett í eina tvístøðu. Fáa fyrst at vita, at c og w eru ikki til í føroyskum fyri síðani í føroyskari undirvísingarbók at lesa fleiri orð við bæði c
Á skúla í Finnlandi Eftir nøkur ár sum sjónleikari í Grímu vildi Hans Tórgarð víðari innan hetta yrkið. Hann vildi mennast sum sjónleikari og fór tí í 1995 á sjónleikarskúlan Teaterhögskolan í høvuðsstaðnum [...] fyri tveimum árum síðani í 1999, tá tann gjørdist magistari í sjónleiki sum tann einasti í Føroyum. Síðani hevur hann frøtt áskoðarar í Føroyum við sínum framúr góða sjónleiki. - Eg mentist á øllum økjum [...] Samrøða Níggju fólk í Føroyum liva av at spæla sjónleik. Tey eru øll limir í leikbólkinum Grímu, sum varð stovnaður í 1977. Hans Tórgarð er ein teirra, og hann hevur verið ein av okkara fremstu sjónleikarum
minum. Í 1973 var Signheðin við norska garnaskipinum "Vartal" í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank og eldur kom í skipið, og farið varð í gummibátarnar. Tveir vóru gummibátarnir, og 6 mans fóru í annan og [...] vágbingur, tí sjálvt um Signheðin hevur búð á Tvøroyri í mong ár, so hevur hann traðkað sínar barnaskógvar, er uppvaksin og liva síni fystu mandómsár í Toftalíð í Vági, har foreldur hansara settu búgv. Mamman, [...] 2 børn, Anniku og Mikkjal. Og abbabørnini hjá Signheðini eru 3 í tali. Signheðin og eg eru javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari
dagsins ljós í 1918 og letur eyguni aftur í ár. Ein bátabrúgv var gjørd í 1928, sum var so stutt, at ærnar lemdu uttan fyri hana um várarnar. Undir krígnum var farið undir kei út eftir Ternuskeri. Í sjeytiárunum [...] Søgan um postkassarnar kundi verið eitt fínt postlutium í bygdarsøguni. Mær tókti synd í postmanninum, sum skal gera hetta arbeiði hvønn dag í øllum veðri. 100 brævbjálvar var ov lítið, so eini 35 vóru [...] Hvørki pokurnar í Leirvík í 1725 ella burturgingnir bátar verð nevndir fyri 1800. Fyri tað komu ikki allir bátar fyri 1800 aftur heim til Eysturoyarbygdirnar, men fórust á sjónum. Í 1901 var kirkjugarður
framkomin bløð í dag í mun til fyri bert 20-30 árum síðani. Á skúla Á heystið í 1973 gekk leiðin so til Århus á Danmarks Journalistháskúla. Tá var hann 17 ára gamal. - Eg haldi, at eg var har í eini átta mánaðir [...] áðrenn Dagur og vika fer í luftina, fer oman í studio at tendra upptøkutólið, promptara og gongur tað ígjøgnum, sum skal sendast. - Hetta geri eg enn. Tað skal út í hvørja stovu í Føroyum. Eg lesi tað ígjøgnum [...] nuna. Hann hevur eisini gjørt eitt legg inn í skemtiheimin, tá skemtisendingarnar hjá V4 vóru í hásætinum. - Eg dugdi at herma eitt sindur, og var so við í einstøkum skemtisendingum. Vit plagdu at vera
Gróður og fiskur Gróður í sjónum er í hesum føri vøkstur av plantuplankton. Tað eru smáar verur, ið sveima í sjónum, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru føði hjá øllum djóralívinum í sjónum. Hesin gróðurin [...] gróðurin í 1999-2001 og samsvarandi góðu framleiðsluna av fiski. Væl kom undan, fiskurin hevði nógv at eta og vaks væl. Havandi hetta sambandið í huga, var tað líka so hugstoytt at síggja, at í 2002 var [...] in er so, í hvønn mun vánaligi gróðurin í 2002 kann hugsast at ávirka fiskin og føði hansara. Tað, at týðiligt samsvar hevur verið millum gróður og framleiðslu av toski síðstu 12 árini, er í sjálvum sær
býur í Kina. Men tá tú seinastu dagarnar lesur Sosialin í nýggjum sniði og Portalin – sum Sosialurin fær pengar frá Føroya Tele fyri at leggja sína propaganda út á – so kundu vit tað sama verið í Kina [...] varð seinast Tjóðveldið var í samgongu. Vit kunnu eisini sum eitt hugsunardømi ímynda okkum, hvat hevði hent í Noregi ella Svøríki, um tey høvdu havt eina stjórn, ið hevði sitið í 8 ár og hevði mist alt tamarhald [...] okkara leiðir. Um tú fylgir við, hvat gongur fyri seg í politikki og lurtar eftir og lesur aðrar fjølmiðlar, so trýrt tú ikki, at tað er sama land, tú livir í, tá tú lesur Sosialin og Portalin. Eirikur Lindenskov