aldursmarkið, tí málbólkurin er tey, sum eg vil kalla tey ungu vaksnu, greiðir Rúni Djurhuus frá. Tað serliga við nýggja náttklubbanum er, at fólk sleppa ikki inn, um tey ikki eru væl klødd. - Luux hevur [...] einum slíkum stað. - Seinastu árini havi eg merkt ein stóran tørv á einum náttklubba, sum er fyri tey, sum kenna seg ov gomul til Rex og ov ung til klubbarnar. Í summar royndu vit nakrar ferðir at hava [...] inn, sum eru í eitt nú hettutroyggju og í keppi. Tað merkir ikki, at gestirnir bert sleppa inn, um tey eru í klædningi ella fínum kjóla, men vit ynskja bara at hava ein náttklubba, sum er á einum ávísum
at hon er komin heim til fólk, sum bæði hava búð og livað óvirðiligt. – Tey livdu undir umstøðum, sum vóru so vánalig, og tey høvdu so vánaligan mat, at tað setti heilsuna í vága, sigur hon. Tí heldur [...] Tey gomlu eiga at váa eina eldravernd, akkurát, sum børnini hava eina barnavernd. Tað heldur Bjørghild Djurhuus, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, og tí hevur hon nú reist spurningin í býráðnum [...] hjálpir teimum, sum ikki hava tað gott. – Eg veit, at vaksin fólk hava sín fría vilja at liva sum tey vilja, men eg eg haldi, at tað eru summi, sum klára seg, og sum onkusvegna missa tamarhaldið á ger
Vang Poulsen sigur, at tey ferðafólk, sum ætla sær onkustaðni í Norðurjútlandi, verða avvíst. Men tey ferðafólk, sum skulu aðrarstaðir, sleppa ígjøgnum við teirri treyt, at tey fara beint ígjøgnum og ikki [...] Í fyrstu syftu verður siglingin hjá Norrønu ikki ávirkað av, at myndugleikarnir í Danmark hava gjørt av, meststum at byrja alt Norðurjútland fullkomiliga av frá restini av Danmark. Fólk sleppa ikki at [...] at korona virus hevur broytt seg, og at 12 fólk eru funnin við hesum nýggja slagnum av koronu, sum tey kalla Cluster 5. Hetta nýggja slagið av koronu er komið frá minki, sum hevur smittað fólk og avleiðingin
starvsfólkini á virkinum kunnu vænta sær at fáa arbeiði aftur á virkinum. – Tey skulu ikki bara vænta sær at fáa arbeiði. Tey fáa arbeiði. Tá stjórin hevur fingið fatur á fiski, so verður arbeiðið tikið [...] Óli og Ann Dorith Nattestad hava í dag keypt partapeningin í Sandoy Seafood og harvið tey bæði flakavirkini í Skopun og á Sandi. Við Kringvarpið í kvøld segði Óli Nattestad, at hann fekk eina uppringing [...] banka og onnur, og aðrir politikarar hava verið uppií, segði Óli Nattestad. – Tá ið Jónleif ringdi fyrstu ferð, tá bestemmaði eg meg beinanvegin. Hann sigur, at tað tóktist eitt sindur tungt í fyrstuni,
um at besta liðið var KBF, sum fekk góða hjálp frá MBF. Tey taptu ongan dyst og mistu bara tvey sett tilsamans. Nummar 2 og 3 vóru HBF1 og HBF2. Tey, sum mannaðu KBF/MBF, vóru úr KBF Ari M. Jacobsen, Jóhanna [...] KBF1 vann sínar fyrstu tveir dystir 5-0, og HBF1 sínar 5-0 og 4-1. Seinasti dystir var í millum KBF1 og HBF1, og her var HBF1 ov sterkt og vann 4-1 og gjørdist FM-vinnari í U15. Tey, sum mannaðu HBF1 [...] gjørdist HBF2. Í U13 møttust ÍF og KBF1 í finaluni. Her gjørdist KBF FM-vinnari við at vinna 4-1 á ÍF. Tey, sum mannaðu KBF vóru, Miriam Hávarsá, Leivur Joensen, Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen
ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva eftir við missinum. Sum eitt stillført minni um tey ið lótu lív á føroysku vegunum, verða blómur lagdar á [...] uttan nakrantíð at koma heim aftur. Tey hava dirvið og áræði at greiða frá, hvussu tað var at missa og, hvønn týdning minningardagur teirra deyðu í ferðsluni hevur fyri tey. LES EISINI: Eg havi fyrigivið. [...] stuðlar tiltakinum og tað gera fyritøkur og einstaklingar eisini. Tað var Ingi Gunnarsson, sum í 2000 fyrstu ferð tók stig til at halda dagin og at leggja blómutyssi við vegin. Tað er framvegis hann, sum samskipar
minkar og tí fegnast tey á Vónini um, at tað er eydnast at finna útlendskar marknaðir. Eini fimm alinótir eru farnar til Íslands, og er hetta enntá til toskaframleiðslu.Og fyri fyrstu ferð eru trol seld [...] Fair áður, men er annars við á mongum messum árliga, so har duga tey illa at meta um, hvat slíkar messur geva í hvørjum einstøkum føri. Men tey ásanna, at slík stevna eisini hevur við sær, at útlendskir veitarar [...] parturin fram-leiddur, svartkjaftatrol og snurpinót. Á virkinum í Havn starvast eini 15 - 20 fólk, har tey framleiða botntrol og rækjutrol. Nýggjasta nýggja - Trolini frá Vónini eru føroyskt handverk, tá tað
mátti bíða eftir borði, siga tey av hotellinum. Hotel Vágar hevði sonevnt buffet, og fólk, sum komu av oynni, hildu tað vera eitt gott hugskot, siga tey av hotellinum, tí tey stóðu nógv og bíðaðu eftir borði [...] ongantíð sundur. Á skrivstovuni hjá Vágatunlinum var tó ikki gjørt upp, tá vit høvdu samband við tey, áðrenn blaðið fór til prentingar, hvussu nógvir bilar vóru farnir gjøgnum tunnilin fyrsta dagin, opið [...] var upp. Eitt nú segði bakarin í Sandavági, at tað tyktist, sum fólk vóru svong hinumegin Sundið, tí tey komu til Sandavágs at keypa bakstur. Tá kvøldið kom, var handilin dustsogin, sum tikið veðru til. Ikki
Onglandi so sum Oldham, Burnley og Bradford. Í hesum býunum búgva tey, sum eru av asiatiskum uppruna, í egnum býlingum, og viðurskiftini millum tey og onglendingarnar í býunum eru ógvuliga spent. Tað var júst [...] fólk ímóti at atkvøða fyri British National Party. Hann segði, at vildu tey ikki atkvøða fyri hansara egna flokki Labour, áttu tey at atkvøða fyri teimum liberalu ella teimum konservativu. Bara ikki BNP [...] Teir fyrstu dagarnar aftan á fyrra umfarið í franska forsetavalinum vildi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, ikki gera nakrar viðmerkingar til ta stóru framgongdina hjá Front National og Jean-Marie
skúlan í Runavík. Nógvir bilar standa á parkeringsplássinum, og væl av fólki er á gongd. Tey koma at heiðra tey, sum vunnu spurnarkappingina, sum verið hevur í Útvarpinum millum framhaldsdeildirnaar hjá [...] fók fingu sær av. Tey vistu væl, næmingarnir úr Runavíkar skúla. Vunnu kappingina annað árið á rað. Og tvey teirra vóru eisini við á liðnum, sum vann í fjør. Men hetta er ikki fyrstu ferð, Runavíkar Skúli [...] næmingum og lærarum fyri eina góða og spennandi kapping. Hann helt seg hava lagt merki til, at eitt evni, tey vóru eit sindur lakari í enn øðrum, var tað bókmentaliga. Tí hevði hann keypt teimum eina góða bók