Spurdir, um Føroyskt Lógarrit nú er vorðið eitt forlag, siga teir, at eru við at blíva tað. - Okkara útgávur eru nógv grundaðar á serritgerðir. Tað føroyska máløkið er lítið, so vit hava fingið góðan stuðul [...] Theodor E. D. Olsen - Hetta er ikki eitt smalt evni. Vit lesa jú um løgfrøðiligar avgerðir hvønn dag í fjølmiðlunum. Virkisfýsnið og eldhugin var ikki at fara at skeivur, tá Føroyskt Lógarrit skipaði fyri [...] frøðingar, Kári á Rógvi og Rúni Rasmussen, sum greiddu frá, at Lógarritið, sum hevur seks ár á baki, nú er at finna á internetinum. Kári á Rógvi, ritstjóri, greiddi frá, at arbeiðið við ritinum byrjaði í
er tó eitt sindur meiri víðgongt, enn vit eru von við. Tí hetta leggur upp til fullkomiliga fræls, handilsig viðurskifti. Chris Jan Michelsen sigur, at í løtuni eru tær avmarkingar í fiskivinnuni, at e [...] eigaraviðurskiftini til fiskirættindini verða løgd føst. ? Nú er tað so, at ávísir menn, sum longu eru í vinnuni, fáa fiskirættindi fyri einki, sum teir so varðveita, og kunnu selja við tí vinningi teir [...] handilslig viðurskifti, tí teir eru komnir ókeypis upp í vinnuna. ? Men annað ættarlið av vinnulívsmonnum er verri fyri, tí teir noyðast at keypa fiskirættindi frá teimum, sum longu eru í vinnuni. Og Chris Jan
framsýningini eru lættar at dáma, men tær tríggjar stóru myndirnar eru alt annað enn brávakrar, ella brágóðar. Tær tykjast í fyrstani eins strævnar og pátrongjandi og tekningar hjá børnum, sum júst eru blivin [...] Myndirnar innihalda fýra nøkulunda eins formar, sum eru ávikavíst ljósabláir, ljósareyðir, ljósagrønir og gulir, ið eru innrammaðir av svørtum. Formarnir eru settir upp í einum skipaðum mynstri og standa so [...] máling og strokum í teimum ymsu formunum. Formarnir eru enn rundleiddir og defineraðir av nágreiniligum pensilsstrokum, men fleiri av kompositiónunum eru diagonalar. Myndirnar tykjast hervið meira dynamiskar
Graslíki Nøkur ár eru nú liðin, síðani fyrstu graslíkisvøllirnir vórðu lagdir í Føroyum, og kring landið er nú spakuliga komið gongd á arbeiðið at skifta hesar. Tað er jú soleiðis, at vøllirnir ikki hava [...] og millum annað eru vøllirnir í bæði Klaksvík og Havn skiftir út. Gingið skjótt Seinastu góðu vikuna hava týskarar verið í Gøtu, har arbeitt hevur verið við at skifta graslíkið, sum nú var vorðið 13 ára [...] tað kann lata seg gera at góðkenna hesar til altjóða nýtslu. Eisini aðrastaðni Nú arbeiðið í Gøtu er um at vera liðugt, eru tey eisini farin í holt við at skifta graslíkið í Runavík. Arbeiðið her er kanska
føroysku ferðavinnuna, sum eru við á stevnuni. Hetta vil siga, at tað eru tey, sum hava staðið sína roynd í vinnuni, og sum útlendsku keypararnir kenna. Keypararnir, sum eru komnir at vitja stevnuna, koma [...] Ferðaráði Føroya. »Tá ið vit fara á ferðavinnusølustevnur í eitt nú London og Týsklandi, so finnast tað bæði keyparar og seljarar úr øllum heimspartum á hesum stevnum, og tískil kunnu vit detta burturímillium [...] Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Í nevndini í Vest Norden Tourist Board eru níggju limir, tríggir úr hvørjum limalandi. Teir føroysku limirnir eru, umframt Anniku Wardum Joensen, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways
plássið í deildini, so mugu vit vinna ímóti teimum, sum vit kappast við um at sleppa undan niðurflyting. Spælararnir stríðast væl, og leikliga eru vit á rættari leið. Nú ræður tað um at fyrireika okkum væl [...] uppleggið. -Vit høvdu flutt Gilla fram á sentrala miðvallarplássið fyri at fáa nyttu úr ferðini, og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot. Í seinna hálvleiki vóru vit ov strongdir. Tá sparkaðu vit ov nógv [...] spældu ov lítið, men vit vóru støðugt undir stórum trýsti. Vit kunnu ikki annað enn rósa okkara monnum fyri at skora tvey mál og vinna ímóti einum góðum HB liði. Teimum eri eg stoltur av. Vit hava spælt fleiri
anninum fyri at taka myndugleikan frá kommununum eru málinum fullkomiliga óviðkomandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Einfaldi trupulleikin - Vit hava fyri stuttum víst á, at í allari almennu viðgerðini [...] onkursvegna er við í prosjektinum. - Um tað er hetta, sum nú fær landsstýrismannin at leggja fram uppskot um at taka heimildarnar frá okkum, so eru í øllum førum grundgevingarnar bæði løgnar og óviðkomandi [...] høvuðsstaðin smáting. Tí kunnu vit bara endurtaka, at besta loysnin hevði verið, um innføringin varð partur av prosjektinum. Men tað má vera við kommununi sum byggimyndugleika, tí vit mugu hava eina heildarloysn
starvsfólkini, og vit hava Hákun uttan nakra skrivstovu yvirhøvur. Vit mugu finna sakligar loysnir rundan um eitt borð. Petur kann heldur taka mína skrivstovu.” ….onki svar Høgni sms’ar aftur 1/9 ”Vit mugu hava [...] etingin eru og báðar skrivstovurnar hinumegin teirra umframt skrivstovuna, har løgfrøðiligi ráðgevin hjá Løgmansskrivstovuni heldur til”, sum tað stendur í semjuni. Skrivstovan, sum stríðið nú stóð um [...] áðið. Teir gera eisini eina avtalu um, at Uttanríkisráðið fær til húsa í Sjó- og Vektabúðini, sum eru nýggju bygningarnir í Tinganesi – tann parturin, sum varð bygdur uppaftur seinast í áttatiárunum. Hóast
Klaksvíkar. Vit fara at fylgja so frægt við, sum vit megna tað. Í morgin hava vit frásøgn frá fyrsta FM kappróðrinum. Frásøgnin úr 3. deild verður í blaðnum hósdagin, og sum vikan líður fara vit at hita alt [...] Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at liðini í bestu deildini fóru at býta seg í tríggjar partar. Nú eru seks av átjan umførum avgreidd, og eftir fyrsta triðingin av kappingini vísir støðutalvan, at liðini [...] ðini. Tær verða móti B71 og Sumba. Miðjan Í miðbólkinum eru bara grannarnir úr NSÍ og B68. Støðutalvan sigur okkum, at eysturoyarliðini ikki eru so langt frá toppliðunum. Fyri fleiri er tað ivaleyst óvæntað
seinastu 8 árini. Boðini hjá honum eru munandi minni hall á næstu fíggjarlóg og afturhald innan almennar útreiðslur. Anfinn Kallsberg sigur eisini, at lønargjaldingar eru eitt hampiliga gott barometur, til [...] búskapargongdina, og eru tað eisini eitt amboð ið búskaparfrøðingar nýta. Lønargongdin er eitt barometur sum slær skjótt út, og tí er hetta hent at nýta sum parametur um samfelagsgongdina. Vit síggja í lønar [...] Tú skalt minnast til, at hesar lógarbundnu játtanir; eitt nú pensiónur o.a., at sjálvt um tú steðgar vøksturin í hesum veitingum so hava vit tíbetur eitt samfelag har alt fleir fólk blíva eldri, og tí