innan bankamál í Føroyum. Danska stjórnin svaraði klárt og greitt, at bankamál eru felagsmál. Ikki nóg mikið við tað. Bankamál eru felagsmál sum ikki kunnu yvirtakast. Tí er tað sólarklárt, at danir eiga at [...] føroyska skattaborgaranum, sum viðvíkja einum felagsmáli sum ikki kann yvirtakast, fyrislær Jóannes, at vit nú skulu samráðast við »hegni«, sum hann málber seg. Jóannes heldur at ein kanska kundi fingið donsku [...] kravið, sum vit báðir saman við øðrum hava sett fram í erkleringini frá november 1994, og tað fyrivarni, sum løgtingið hevur tikið í sambandi við renturnar av skuldini frá bankabjargingini. Standa vit føroyingar
Eftir míni fatan er tað okkara skylda at gera vart við hesi viðurskifti. Um vit tiga og samtykkja, er stórur vandi fyri at vit eru óbeinleiðis við til at ganga ímóti rættinum hjá hvørjum einstakum menniskja [...] Í øðrum lagi er mín støða, at vit í svari til fyrispurningin um at geva USA hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi senda ein greiðan politiskan boðskap um, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm [...] fevnir um at víðka luttøku og ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í felagslýsingini eru hesi mál lýst soleiðis: "I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning
Norðragøtu, eru feðgarnir eisini saman um handilin á Skála. PW er gamla navnið á handlunum í Søldarfirði, sum ættfedrarnir hjá Petur Eiriki og Hans Jørgeni áttu í næstan hundrað ár. - Vit hava valt at [...] við soninum, Hans Jørgeni, og har situr Hans Jørgen við dagligu leiðsluni. Vit ynskja feðgunum báðum góða eydnu og góðan byr, nú latið verður upp á Skála í dag. [...] hjá søldfirðinginum, Petur Eiriki. Handilin, sum hann hevur á Heykavegi í Havn og handilin á Argjum, eru kendir undir navninum, PE, sum stendur fyri Petur Eirik. Handilin í Norðragøtu, sum hann eigur saman
Niels Olaf Eyvindsson. - Men vit hildu eisini, at tað nyttaði onki bara at lasta øðrum fyri at onki hendi. Vit máttu eisini sjálvir taka í egnan barm og gera nakað. - Vit tóku sostatt stig til at kalla [...] á rað Hesi mentanarkvøldini, sum byrjaðu í 2003, eru úrslitið av eini tilvildarligari samrøðu eitt kvøld ímillum tveir kenningar í Hvalba. - Har komu vit inn á, at tað hendi ikki so nógv á mentanarliga [...] Leygarkvøldið verður M-kvøld í Hvalba. Hetta er eitt mentanarkvøld, har bæði andalig og líkamlig føði eru á skránni. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri slíkum M- kvøldi í Hvalba og hinar báðu
Men tað skal man jú heldur ikki vera, leggur Sonhard ímillum. Lítil áhugi Teir tríggir eru teir einastu, sum eru við í billiardfelagnum Klaksvíkar Klubba. Men teir vildu fegnir havt fleiri við í felagið [...] ymsar ítróttargreinar, men tú sært ongantíð nakað um billiard, sigur Sonhard. - Vónandi kunnu vit broyta hetta. Vit ætla okkum í øllum førum at endurvinna meistaraheitið næsta ár, og tað skal ikki ganga friðarliga [...] in kláraði tað ikki, og hondbólturin heldur ikki. Men hóast fólk hoyra minst um okkum, so kláraðu vit tað hesuferð, siga teir stoltir. Nýtt stjørnuskot Sonhard og Kristjan Suni hava leikt billiard í mong
heima á landi er liðugt, tá vit síggja burtur frá, at Sumba og LÍF skulu spæla týdningarmikla uppgerð leygardagin, so eru nógvir av landsliðsmonnunum framvegis virknir. Vit nevndu í síðstu viku, at Rógvi [...] Julian Johnsson og Kurt Mørkøre halda til. Vit nevndu í síðstu viku, at klaksvíkingarnir Arnold Joensen og John Ryan skuldu fara til Sogndal at venja, men vit skilja nú, at henda ferðin er avlýst. Livibreyðið [...] Jónsson fer at megna at endurtaka avrikið, sum hann vísti í Prag leygarkvøldið. Nógvir fótbóltsspælarar eru skilagóðir og hava gott innlit. Tá landsliðið sunnunáttina var á veg aftur til Føroya, helt Jens Martin
har sum listasøvnini eru, har sum sjónleikarhúsini eru, har sum biografarnir eru, har sum mentanarhúsini eru, har listafólkini eru og har, sum virki, sum gera brúk av listafólki, eru. Einfalt har lærast [...] valdømini. Ein av hesum brikkum var Listaskúlin. Tá politiska kabalan skuldi ganga upp, tað eru nøkur ár síðani nú, var einki fólksligt ynski um ein listaskúla. Í veruleikanum var hesin skúlin skaptur, tí [...] hevði hækkað munandi. Tí líkasælan á hesum øki í løtuni er larmandi. Vit eiga at hava í huga, at skapandi førleiki av ymsum slagi, longu nú er ein týðandi táttur í menningini av føroyskum vinnulívi - og hesin
smáum. Men tær ætlanir, sum nú eru frammi í Vági, hevði veruliga lyft syðru helvt í Suðuroynni upp aftur á sama støði sum nógv onnur øki í landinum. Ítøkiligar ætlanir eru frammi um at gera íløgur í vinnuvirki [...] ma, sum er, út. Harumframt eru ætlanir um at byggja eitt virki til uppsjóvarfisk, umframt at laksavirki skal gerast í gamla flakavirkinum, Polarfrost. Sum umstøðurnar nú eru í Vági, ber ikki til at byggja [...] betala ein part. Málið er nú til viðgerðar í Landsstýrinum. Annars hevur kommunan gjørt avtalu við Landsverkfrøðingin um at fáa grótið, sum er tikið úr Sumbiarbergholinum og sum nú liggur í Lopransdali. Tað
hesum navninum. Tað eru kortini tey sum halda, at handilin er kallaður upp eftir eigaranum, og at tað tí er Bjørg sum eitur Malla. Og øvugt! - Ja, dóttir mín segði ein dagin, at nú kalla tey seg fyri Bjørg [...] at hava. Hesar royndirnar hevur hon tikið við sær út á Kambsdal, tí her eru nógvar av somu vørunum at finna. Hóast hølini ikki eru av teimum størstu, finst her gávulutir og brúkslist av øllum hugsandi slagi: [...] fyri varmakeldustevnuna. Í hesum blaðnum og teimum komandi fara vit at hitta fólk í bygdini. Her kemur fyrsta samrøðan. Ímorgin hitta vit Ritu Larsen, sum í farna mánaði lat upp plantusølu í Fuglafirði
Meiri enn tveir mánaðir eru farnir, síðani farið var undir Prix Føroyar kappingina. Yvir tríati bólkar hava tikið lut, og nú hava dómararnir sílað átta bólkar frá, sum leygarkvøldið fara at kappast í sjálvari [...] melodiøsan rokk. Tveir av limunum í Clickhaze, Petur Jensen og Bogi á Lakjuni, eru eisini við í bólkinum Visible Fish. Visible Fish eru ikki heilt ókendir. Teir hava givið út fløguna "Doing Lounge Jesus", og [...] undanumfarið á Strondum, og tað var heldur óvæntað. Í bólkinum eru tveir tónleikarar, ið eisini hava spælt seg í finaluna við einum øðrum bólki. Tað eru sangarin Rókur Jakobsen, sum eisini skal syngja í Tangz