boðaði løgmaður alment frá, at hann hevur tikið stig til at eftirmeta springaradráp í Føroyum. Hetta fegnast tey í Havbúnaðarfelagið um – og tey mæla rætt og slætt løgmanni til at banna springaradrápi. [...] sigur Havbúnaðarfelagið. Tí siga eisini, at halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast. – Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu [...] Føroyum hava onga siðvenju fyri at drepa springara, og tí er hetta einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn
Tað er greitt, eftir at bæði Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum hava boðað frá, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum um sammøður, tá tey koma til 3. viðgerð í Løgtinginum [...] sum, at hon fór at vera samgonguskjalinum lýðin og fella uppskotið. Johan Dahl hevur alla tíðina sagt frá síni støðu, tí var atkvøðan hjá Anniku Olsen so avgerandi. Tí nú er tað ikki nóg mikið, at Kristin [...] heldur orð. Um hann kortini fer at góðtaka, at samkynd fáa rættindi á hansara vakt í landsins stýri. Ger hann, sum hann hevur lovað, og slítur samgonguna. Ella fer hann heldur at varðveita stóra valdið, sum
USA ætlar eftir øllum at døma at krevja, at øll almenn starvsfólk verða koppsett ímóti covid-19. Alternativt skulu tey góðtaka at verða kannað javnan. Tað fer forsetin at boða frá hósdagin, upplýstu keldur [...] málið fyri amerikanska miðlinum CNN í gjárkvøldið. Fyrr í gjár váttaði Biden, at umsiting hansara umhugsar at seta sum krav, at almenn starvsfólk skulu koppsetast. – Tað verður umhugsað í løtuni, segði Biden [...] einum serskildum boðum í gjár frá Hvítu Húsunum upplýsit forsetin, at hann í morgin fer at boða frá »næsta stigi« í royndini upp á at fáa fleiri amerikanarar koppsettar. – Til tá frá fleiri koppseting
álvarsamar, at tað er einasta loysnin at taka barnið heimanífrá. Men samstundis er tað umráðandi, at myndugleikin ger alt, sum gerast kann, fyri at veita ta hjálp og tann stuðul, sum skal til, fyri at børnini [...] gjørd fyri at tryggja, at skipanin virkar nóg væl, og at avgerðirnar altíð eru tiknar á nóg haldgóðum grundarlagi, ljóðar ein spurningur til lansstýriskvinnuna. Hon vil eisini hava at vita um foreldur [...] Vit mugu tryggja okkum, at allar avgerðir hjá barnaverndini um at taka børn heimanífrá, eru rættar og byggja á so haldgott grundarlag, sum yvirhøvur til ber. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri
fyri at fíggja leggja upp fyri einum halli á fíggjarlógini í kjalarvørrinum á koronu. Tá var væntandi, at hallið á fíggjarlógini fór at vera 1,1 milliard í fjør og í ár var væntandi, at hallið fór at vera [...] tikin til, um tað verður í heyst, at eitt lán skal takast fyri at fáa gjaldførið hjá landskassanum upp aftur á 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Ein annar møguleiki er at bíða í eitt ár til næsta lán fellur [...] sum ivamál er um, er nær koronakreppan er av, og tað ivamálið kann gera, at tað er frægast at taka lánið longu í heyst, heldur enn at bíða til juni næsta ár, sigur Landsbankin.
floksfelagar um at atkvøða ímóti nevndini. Hann hevur eisini ávarað um, at tað fer at fáa »avleiðingar«, um nakar atkøvður fyri. Uppskotna nevndin hevði millum annað fingið vald til at tvinga vitni – helst [...] forsetanum Donald Trump, lupu á Kongressina fyri at forða fyri, at Joe Biden varð váttaður sum vinnari av forsetavalinum í november. Tað hendir, eftir at Trump fleiri ferðir eftir valið var komin við ógrunaðum [...] kanna ófriðin. Tað hevur higartil ført til, at 440 fólk eru handtikin. Sambært Reuters hava Republikanarar eisini óttast, at nevndin hevði fingið fólk aftur at hugsað um ófriðin áðrenn miðvalið næsta ár
hon sigur, at skuldsetingarnar um lógarbrot verða kannaðar, men enn er eingin niðurstøða. Men hon sigur, at tað er hon sjálv, sum skal velja limirnar í stýrinum og at tað stendur ongastaðni, at nakar skal [...] valdur í stýrið Høgni Hoydal vildi eisini hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa um ákærurnar um lógarbrot eru sannar - og hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um einki hald er í teimum. Hetta seinasta [...] skal veljast í stýrið. Og hon ger greitt, at hon ætlar ikki at upplýsa tey bæði tingfólkini fyri Tjóðveldi um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini. Men hon sigur, at hon hevur tryggjað eina fjølbroytta, fakliga
sigur, at síðani hesa fráboðanina frá Landsstýrinum, eru telefonirnar farnar at ringja aftur og tað er, so smátt, við at koma gongd á bíleggingarnar. Men hon ásannar, at tað er eitt stórt hol at fylla, [...] tað hava longu nú gjørt sær greitt, at árið í ár verður ikki nakað, sum fer at líkjast einum vanligum ári. Samstundis harmast hon um, at boðini frá landsstýrinum um, at treytirnar fyri tey, sum koma til [...] seint. Tá vóru boðini nevniliga longu komin um, at tað bar til at ferðast til fleiri øki í Suðurevropa, so har mistu vit ein stóran kappingarfyrimun av tí at vit vóru ov sein, heldur hon. – Vit eru í grótharðari
sigur við Ekstra Blaðið, at tað er kreditorverja av pensjónsmiðlum, og at tað ikki kann broytast, bara tí at Søik heldur tað. Tað var í desember í fjør, at býarrætturin avgjørdi, at Søik kunnu leggja hald [...] kortini at taka við dóminum í býarrættinum, og ákærumyndugleikin valdi somuleiðis ikki at kæra dómin. Ekstra Blaðið hevur tosað við sakførararan hjá Brittu Nielsen, Jan Schneider, eftir avgerðina um at hon [...] Ekstra Blaðið skrivaði tá, at uppsparingin var upp á umleið 900.000 krónur. Men landsrætturin hevur nú sagt nei til at leggja hald á pensjónina, sum Søik millum annað ætlaði at brúka til sakarmálskostnaðin
samdur. Hann vísir á, at einasti urologur í føroyska heilsuverkinum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi so urologi má sjálvandi vera har. Hann heldur, at tað er at søpla pening burtur, at innflyta serlæknar uttanlands [...] hann nú eftir. Hann væntar at ein niðurstøða verður einaferð í summar og so er ætlanin, at Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um heilsuverkið í september. - Eg ætli mær ikki at siga mína hugsan fyrst og [...] neyðugt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum á hinum báðum sjúkrahúsunum, at hava dirvi til at gera broytingar. Tað einasta, sum liggur fast, er, at tað vera framvegis trý sjúkrahús í landinum.