tí gleðir tað meg, at fleiri politikarar nú vilja viðgera spurningin um vit framhaldandi skulu hava fiskidagar ella vit skulu royna eina kvotaskipan ístaðin. Vit hava roynt eina kvotaskipan í hálvtannað [...] upsakvotur í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri. Onnur fiskasløg eru ikki avmarkaði. Ein kvotaskipan hóskar ikki til tað blandingsfiskarí, sum vit hava undir Føroyum, verður eisini sagt. Har vil [...] at ein kvotaskipan kann rigga er, at kvoturnar verða ásettar í mun til hvussu stovnarnir veruliga eru fyri. Sjálvandi er altíð ein ávís óvissa í metingum, men við tíðini gerast fiskifrøðingar betri førir
flokkurin av leikarum hevur lært hvønn annan betri at kenna, eru avrikini á vøllin styrknaði alsamt. Ioana Rápa tykist endiliga at vera komin heilt fyri seg eftir álvarsliga skaðan í fjør, Nicoleta Radu [...] menn hava kappingarárið á tamb verið í oddinum í landskappingini, og mikukvøldið gjørdist greitt, at nú verða bæði liðini umboðað annan leygardag, tá finalan í Coca-Cola kappingini skal spælast. Løgdu hart [...] hetta eisini at síggjast aftur á máltalvuni. Ein av fremstu orsøkunum til hetta tóktist vera, at VÍF nú aftur hevur Sóleyð Mikkelsen á liðnum. Hon hevur drigist við skaða í knænum seinastu tíðina, og hóast
seg um Miðamerika. Fótbólt við móðurmjólkini Tí er kanska ikki løgið, um fótbólturin at kalla er komin inn við móðurmjólkini eisini hóast talan er um faðirættina. Sjálvur hevur Andy eisini støðugt havt [...] Manchester United. Fimm bøkur um stórfelagið er talan eisini blivin um higartil, og sambært Andy sjálvum eru tvær av slagnum í løtuni ávegis. Og at tilknýtið til felagið framvegis er sterkt, sæst eisini aftur [...] enn eitt skifti í yrkisleiðini hjá Andy. Blaðstjórin á 4-4-2 helt tað vera fínt hugskot, um blaðið nú fór at leggja seg eftir grannauppgerðum av alskyns slag innan fótbóltsheimin. Síðani hevur Andy ferðast
in í bakgrundini samstundis tosar um at føroyska samráðingarnevndin fyri guð viti hvørja ferð er komin til Keypmannahavnar, og tað næsta man sær er ein løgmaður sum við einum Atlantic Airways posa í s [...] danskar fjølmiðlar, tá filmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum fyri hálvumøðrum ári síðan. Og nú, longu áðrenn eg hevði fingið upp í lag at leiga filmin í Blockbuster so eg aftur kundi møta hesi litríku [...] hugsi og taki telefonrørið til oyrað. Rune tosar deutsch Men gleðin er stokkut. Tað fyrsta eg varnist, eru teir vantandi undirtekstirnir. Og tá eygað síðan varnast heitið »N3« uppi í ovara vinstra skermhorni
vóru vit fokuseraðir, sigur Jóannes Jakobsen og heldur áfram. – Menn óttaðist ikki uppgávuna, so har var eingin, ið pissaði í buks. Vit vóru róligir og avbalanseraðir. Undan dystinum gingu vit út á [...] men tað kundi tað neyvan blíva til, tá vit hildu fyrra hálvleik málleysan. Torkil við reyvini í grasinum Seinni hálvleikur gjørdist ikki málleysur – tað vita vit! Vit kenna eisini øll legendarisku frásagnirnar [...] og so venjingardystir ímóti Íslandi viðhvørt. – So hetta var av sonnum spildurnýtt, og vit vistu ikki heilt hvar vit flutu, sigur Jóannes Jakobsen, sum í dag er fastur fótbóltsviðmerkjari í Útvarpinum hjá
s. Vit liva í eini alheimsgerð, og heimurin verður minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur. Kortini so tvíheldur mann um hendan verjugarðin. Vit skulu byggja ein múr um hetta landið, fyri at vit skulu [...] í 1994. Vit halda framvegis ikki, at tað er rætt at senda allar upplýsingar, sum viðvíkja føroyingum í Føroyum av landinum at verða viðgjørdar og goymdar, og vit halda eisini, at føroyingar eru førir fyri [...] fyri sjálvir at gera skipanir til tann tørv, sum vit hava. Í orðaskiftinum, sum hevur verið um málið, hava vit einki hoyrt um, at okkara fyritøkur ikki eru førar fyri at gera arbeiðið, sigur Jógvan Arge
huga - Vit hava góðar lærarar og musikkskúlalógin krevur eisini, at lærararnir hava góða útbúgving. Vit eiga at hava elituna í huga og í so máta var tiltakið gott, sigur Ólavur Hátún. Royndir eru hvørt [...] Ólavur Hátún.- Vit kundu t.d. sagt, at lærarar í 2 tímar av tíðini spældu og vandu, sigur Ólavur Hátún. Nýggjársfýs - Nú halda fólk, at tað er fantastiskt við t.d. nýggjárskonsertini, men vit innflyta nógv [...] við Føroya Symfoniorkestri. Tey vóru 17, ið kappaðust um hesi plássini. Tey seks ungu eru millum 14 og 17 ár. Tey eru Johan Hentze, trompet, Guðný Næs, violin,, Jón Festirstein, violin, Marjun Heerup Olsen
leiðslu, uttan at tey hava tikið hædd fyri hvørjar avleiðingarnar eru av hesum. Hetta hevur havt við sær, at ein vælvirkandi almenn tænasta nú er fyribeind. Starvsfólkini á Innkrevjingardeildini vendu sær [...] á staðnum, men uttan úrslit. Síðani bóðu vit um fund, fyrst við Birgit V. Ottesen og síðani Óla Heinesen, stjóra á T&S, men hetta varð avvíst. Tískil bóðu vit starvsfólkini koma á fund við felagið fyri [...] Starvsmannafelagið undirskrivaðu eina semju. Tað var ikki við góðum tannabiti, at vit skrivaðu undir hesa semju - men vit høvdu tvey í at velja - antin at herða stríðið, tvs. at taka alt Fíggjarmálastýrið
Løgmaður sleppur uttan ein kritiskan spurning at siga ella verða endurgivin fyri at siga, at nú eru øll samd og at nú ræður stabilitetur í føroyskum politikki (!). Ongin verður settur til svars og henda sera [...] av samgonguni Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur ikki, at fjølmiðlarnir eru so ágangandi ímóti samgonguni, sum nú situr, sum teir vóru ímóti CHE samgonguni: -Eg fari at loyva mær at undrast á, hvussu [...] yvir um eina á, so høvdu yvirskrivtirnar í fjølmiðlunum verið: ?Forsetin dugir ikki at svimja!? Nú hava vit aftur eina ABC-samgongu, har flokkarnir opinlýst hava klandrast um øll mál, síðani hon varð skipað
fiskidagarnir verða seldir útlendingum? Støðan er sera álvarsom og kemur ikki vend í nú, gerast vit trælir í egnum landi. Vit eru øll samd um at føroyingar eiga størri makrelkvotu enn Noreg og ES hava hildið [...] fleiri inntøkur og vit fara ikki at koma okkum út í truplar blokadur av útflutningi okkara. Vit eiga at býta makrelkvotuna í fleiri bólkar og vit mugu fyribyrgjað Olympiskum fiskarí. Vit skulu miðað ímóti [...] til matna Vit skulu tryggja okkum at føroysk arbeiðsmegi ikki á nakran hátt verður fyri vanbýti. Vit skulu hava skip undir føroyskum flaggi, við føroyskum sáttmálum, sum fiska og taka ímóti. Vit mugu tryggja