Samlaða eplanýstlan hjá føroyingum er umleið 3.000 tons um árið, og savnaða føroyska framleiðslan er 600 tons – ella umleið 20% av savnaðu nýtsluni. Tað kemur fram í einum svari frá Høgna Hoydal, land [...] hvussu vit kunnu økja føroyska grønmetisframleiðslu, og at arbeitt eisini verður við átøkum at bøta um matvørutrygdina í Føroyum yvirhøvur.
kappast um DM heitið á 1/4 Ironman teininum. Tá kappast verður á hesum teini, skal ein fyrst svimja 950 metrar, síðan súkkla 45 km, og at enda renna 10,5 km. Hóast Andrass Joensen nú er farin um tey seksti [...] kapping. Árið er bert hálvrunnið Kappingarnar higartil hava verið fyrireikingar til aðrar og spennandi kappingar hjá Andrass Joensen. Í august skal hann til Estland at kappast. Tá verður kappast um hvør gerst [...] var sannførandi. Tað gingu heilir tríggir minuttir áðrenn næsti athleturin í hansara aldursbólki kom um málstrikuna. Ein tryggur sigur, hóast Andrass undir súkklingini misti annan súkkluskógvin og tí mátti
síðani 2019, samstundis sum ferðafólkatalið nærum stendur í stað, á umleið 50-60.000 frítíðarvitjandi um árið. Útlitini fyri hotelgistingum í 2024 eru eisini vánalig. Ferðafólkatalið higartil í ár veksur ikki [...] tað fer at hildnast við nýggju rutuni hjá Icelandair til USA umvegis Keflavík. Og tað er at gleðast um, at SAS hevur økt túratalið til Føroya í summar, samstundis sum ferðafólkatalið við Atlantic Airways [...] føroysku ferðavinnuni, vísandi til okkara staðseting og samanborið við onnur oyggjasamfeløg rundan um okkum. T.d. er árliga ferðafólkatalið í Íslandi omanfyri 2 mió., í Álandi gott 1,4 mió., í Gotlandi
tøkuni - meira ella minni alt árið. Hans Jákup Mikkelsen leggur aftrat, at tey í Mowi eru sera væl nøgd við aliøki á Sandi. Eini seks størv eru knýtt at alingini á Sandi alt árið, og tá tøka er, eru eini fimm [...] sum koyra bilarnar, skuldu laga seg til Teistan, noyddust teir ofta at hava bilar og fólk í Sandoynni um náttina, soleiðis at koyrast kundi við fiski stundisliga morgunin eftir.c - Tað tekur mær umleið 35 [...] rennur gjøgnum eitt rør og beinleiðis út í aliringarnar. Vanliga eru fleiri bilar á Sandi við smolti um dagin. Stjóri í Mowi vísir á, at áður varð smoltið flutt av Hellunum til Sands við brunnbáti, men hetta
174.168 krónur í mun til eitt hall árið fyri upp á 585.000 krónur. – Leiðslan væntar, at átøkini, sum eru sett í verk fyri at betra um rakstur felagsins fara at økja um ársúrslitið, og at eginognin á henda [...] henda hátt kann endurreisast. Sum partur av átøkunum at víðka um inntøkugrundarlagið var Dimmalætting keypt 1. januar í fjør. Sosialurin eigur allan partapeningin í Sp/F Dimmalætting. Eginognin hjá Sosialinum
í javnstøðunevndini legði fram um nevndarvirksemið og um ársfrágreiðingina hjá nevndini fyri seinasta árið. Javnstøðunevndin hevur verið sera virkin hetta seinasta árið, serliga við at gera tilmæli, veita [...] fundurin er gott høvi hjá forfólkunum báðum at greiða frá tí nevndarvirksemi, sum hevur verið seinasta árið, ætlanum frameftir, umframt at bera fram møgulig tilmæli til landsstýriskvinnuna. Seinni í ár verður [...] fyrireikar Demokratia seg til í hesum døgum.. Formaðurin greiddi í hesum sambandi landsstýriskvinnuni frá um, hvørji átøk hava verið og eru ávegis. Sum liður í fyrireikingunum til komandi kommunuvalið hevur
samstarva við Google um at betra um týðingargóðskuna bæði við at eftirmeta og við at deila dátur til víðari menning. Væntast kann tí, at tænastan gerst betri sum frá líður. Hetta seinasta árið hava vísindastarvsfólk [...] sendi løgmaður eitt videobrot við eini áheitan til Google). Tó hevur tað verið torført fáa føroyskt inn um gáttina hjá Google. Men nú er tann stundin so endiliga komin til handa, har vit í Føroyum kunnu nýta [...] av tænastuni fyri føroyingar og onnur við áhuga fyri føroyskum. Teldutýðing er hent tøkni og lættir um samskifti millum fólk og mentanir. Tað gerst lættari at lesa tilfar úr øðrum málum og at skilja fólk
umleið 17.000 tonsum av burturkasti um árið. Hon selur umleið 4.500 tons av ruskjarni til endurvinningar, og Brennistøðin veitur umleið 32 giga watt tímar til fjarhita um árið." ##med2## [...] Brennistøðina, hava tosað við Jóannes, tí tað er hann, ið tekur sær av telefonini og svarar fyrispurningum um prísir, hvat rusk skal hvar, reglur og annað. Borgarstjórin vísti eisini á, at Brennistøðin hevur ein
Tað var hálvan mai, at løgtingið samtykti uppskotið, um nýggja pantskipan í Føroyum. Tann 23. mai var avtalað undirskrivað millum IRF og Vága kommunu, um leiguøki í grótbrotinum í Sandavági, og í gjár slapp [...] Vágum. Pant høllin verður 1200 fermetrar til støddar, og væntast kann, at 15 mió. íløt koma inn um árið. Sjálv høllin verður bjóðað út innan nakrar fáar vikur, og skal høllin standa klár til nýtslu 1.
kommunan ungdóminum møguleika at nema sær nakrar arbeiðsroyndir í gjøgnum, ung í arbeiði. Og annað árið á rað, so skipar kommunan fyri frítíðartilboðnum, Summardagar í Vági, ið er ætlað børnum frá 1. til [...] Mánamorgunin møttu 35 væluppløgdir ungdómar á kommunuskrivstovuni. Tey fingu kunning frá teknisku deild um vera í Ung í arbeiði og hvørjar uppgávurnar vóru. Aftaná vórðu tey býtt út á ymsu uppgávurnar, saman [...] annar bólkurin fór í Gjógvará at spæla, meðan hin gjørdi ymsar kappingar. Á middegi býttu bólkarnir um. Børnini fingu øll karm og tá tey høvdu skift klæðir, fingu tey heitt kakao og okkurt gott til millummála