14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola, nærhendis Napoli í Italiu. Nógvar eru frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu undurgerðir, hann útinti. Navnið merkir eydnuríkur.
umleið ár 270, ein prestur í Róm, eisini hálshøgdur umleið ár 270, og ein biskupur í Retiu í Norðuritaliu, deyður umleið ár 470. Í angulsaksiskum londum, serstakliga í Amerika, senda gentur og dreingir hvør [...] hildin. Navnið er latín og merkir raskur ella kraftmikil. Jens Christian Svabo doyði hendan dagin í 1824, 78 ára gamal. 15. februar. Faustinus, deyður umleið ár 120. Brøðurnir Faustinus og Jovita í Brescia í [...] í Norðuritaliu vórðu píndir og tiknir av døgum. 16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum. Er eisini navn á tveimum øðrum halgikvinnum.
gudar og tí varð tikin av døgum. 9. februar. Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein onnur kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisøgan sigur, at hon fekk tenninar trektar út og varð [...] 7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga Landið, men doyði longu á útferðini. Summi halda, at talan er um Rikard Leyvuhjarta, sum doyði í 1199 [...] at ein dóttirin skuldi eita Napoleonia eftir Napoleon keisara, sum hann var so hugtikin av, men prestur vildi ikki doypa hana við tí navninum. Teir samdust tá um at kalla hana Appoloniu.
Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur umleið ár 300 3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði [...] doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar. 4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu
Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann tikin og hálshøgdur. 8. august. Rut. Dagurin [...] Halgisøgurnar eru ikki á einum máli, um hann var ein umvendur rómverskur hermaður ella ein kristin prestur. Hálshøgdur varð hann í hvussu so er fyri trúar sakir.
kristin prestur. Hálshøgdur varð hann í hvussu so er fyri trúar sakir. 10. august. Laurentius. Lavrasmessa. Laurentius var ein av teimum best kendu halgimonnum í Norðurlondum. Hann var prestur og skattmeistari [...] skattmeistari hjá pávanum Sixtusi II. Í árinum 258 varð hann tikin og so illa píndur, at hann doyði. Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi. 11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men er komið [...] komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius. Navnið er týkst og merkir hermaður.
Nikodemus, deyður í umleið 300. Rómverskur borgari, ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur í umleið 300
13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínsluváttur (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola, nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann útinti. Navnið merkir eydnur
halgimonnum í Norðurlondum. Hann var prestur og skattmeistari hjá pávanum Sixtusi II. Í árinum 258 varð hann tikin og so illa píndur, at hann doyði. Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi. Hendan