niðan á Gjógvaráfjall og at gera sitipláss á Moyggjartúgvu við útsýnið eystur yvir Vágsbygd og vestur í hav. Byrjað var tórsmorgunin at arbeiða og arbeiðið helt fram fríggjadagin. Arbeiðið gekk sera gott [...] nógva kavanum í vetur. Eisini málaðu tey rammur á skeltum, ruddaðu framvið sandinum og gjørdu eina gangibrúgv yvir eitt illa slitið stykkið á rásini vesturi á Eiðinum. Umframt at arbeiða, so hava tey sjálvbodnu [...] hevur at bjóða. Tey dansaðu føroyskan dans, royndu øl úr Vági, vitjaðu gamlar bygningar, sóu sólsetur á Vágseiðinum og náttúruna kring Vág. Tey knýttu vinarbond sínamillum og til Vágsbygd, skrivar sudurras
Víkingur vunnið 20 landskappingardystir á rað, og nú síðsta bríksl hevur verið, er staðfestingin, at Víkingur hevur vunnið 21 landskappingardystir á rað. Víkingur er á veg eystur aftur í Eysturkommunu við [...] sigri, og nú eru eysturbúgvar tveir sigrar frá at leggja seg undir liðina á HB og KÍ, sum hava megnað 23 sigrar í landskappingini á rað. Tað hevur eingin annar megnað. Uppaftur týdningarmiklari er tað, at [...] álopspartinum. Meðan tað framvegis var málleyst gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, men tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fekk Víkingur hol á, og so vóru tað gestirnir, sum vóru omaná.
vera fyrstu rakettálop á ukrainskari jørð. Lesið samrøðuna í Sosialinum. ##med4## Í blaðnum er eisini samrøða við danska rithøvundan Lisbeth Nebelong, ið sum barn búði í Føroyum og gekk í Nunnuskúla í Havn [...] Grein um Jan Restorff, sum hevði 25 ára starvsdag sum matstovuleiðari á kendu donsku matstovuni Søllerød Kro • Tíðargrein hjá Bjørn á Heygum, advokati, sum heldur, at øll hava rætt at ganga í haga, tí náttúran [...] Vira Shvets kom til Føroya sum ukrainskt flóttafólk í november 2022. ##med3## Áðrenn kríggið brast á, hevði Vira Shvets starvast sum orkuverkfrøðingur í 10 ár. Hon og maðurin áttu eina dóttir, sum júst
kappingarbyrjan var tað ikki roknað at vera serliga sannlíkt, at H71 fór at vinna triðja FM heitið á rað, tí talan er um øgiliga ungt lið, har elstu spælararnir eru føddir í 2002. Nógvir evnaríkir hon [...] eftir ársskiftið. Men hetta hevur ikki skalað støðuna hjá H71 í føroyskum manshondbólti. Tað sæst á úrslitunum og veruleikanum, at H71 við nógvum ungum spælarum í kvøld hevur tryggjað sær enn eitt FM [...] og so økti H71 aftur um munin. Hann vaks til 33 – 25, tá ið 50 minuttir vóru farnir. Rasmus Søby gekk undan hjá KÍF. Hann var toppskjútti við 9 málum, og Fríði Weyhe skoraði 6 mál og Bárður Dam 5 mál
Aarhus Universitet, Miguel Fernández Ruiz, professari á Universidad Politécnica de Madrid og Robert Vollum, professari á Imperial College London. Verjan gekk sera væl og tað var ein samd metingarnevmd, sum mælti [...] lektari á SDU, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Søren Gustenhoff Hansen og Bernt Suikkanen, báðir frá COWI, hava verið hjávegleiðari. Í metingarnevndini vóru Lars German Hagsten, professari á Aarhus [...] Fríggjadagin 26. apríl vardi Torkil Veyhe ph.d. á Institut for Teknologi og Innovation, Syddansk Universitet, skrivar gransking.fo. Í ph.d.-verkætlanini hevur Torkil Veyhe gjørt royndir og sett modell
nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø, tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir. Samráðingarnar bóru á mál í gjár mánadagin 29. apríl [...] i: Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í 13% tann 1. januar í 2025 Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar [...] og Føroya Pedagogfelag skrivaðu í gjár undir semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september 2023. Síðani hava fleiri fundir verið,
Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar. Umleið 15 minuttir eftir álopið [...] seg sekan. Politiið sóknast eftir vitnum Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni [...] gerningsmanninum, og politiið vil tí fegin hava samband við hann. Politiið heitir eisini á onnur møgulig vitni um at boða frá á telefon 114. Politiið ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar
steypadystinum á útivølli ímóti EB/Streymi. At fimm mál fara ígjøgnum ber boð um ikki sannførandi verjuspæl. Og soleiðis var tað eisini í kvøld. Tað var dyggur smeitur fyri heimaliðið á Dungasandi, tá [...] trupulleikar at vinna sannførandi 3-0 sigur. Hetta var sætti sigurin í sjey dystum. HB hevur bara tapt á útivølli ímóti Víkingi, og HB er við 18 stigum klárt næstfremst og besta boðið at vera felagið, sum [...] tá ið HB beinanvegin setti hol á. Bólturin varð spældur fram um heimaverjuna, og har rann HB vongverjin í høgru Mathias Voss seg leysan av verjuni og setti bóltin framvið málverjan Sebastian John. Hetta
Skála og B68 ikki dystast síðani í 2022. Tá gekk tað ikki so væl hjá Skála, sum í síðsta umfari tapti 7-2 á Svangaskarði. Á Skála vann B68 2-1, og í fyrra dystinum á Svangaskarði endaði tað 2-2. Við sigri hevur [...] Tað verður lokaluppgerð á Skála í kvøld. Skála er í Runavíkar kommunu, og næsti granni hjá Runavíkar kommunu ytru megin fyri eystan er Nes kommuna, og har býr B68. Í løtuni fyrireika teir í B68 seg at [...] verið skaðadarvaður seinastu ferðirnar. Í steypadystinum ímóti B36 var miðverjin Jákup Jakobsen ikki á listanum. Ivaleyst varð hann spardur til lyklauppgerðina ímóti toftamonnum í kvøld. Hjá B68 er Karstin
eina góða byrjan upp á FM-finaluuppgerðirnar í SMS-deildini móti StÍF. Í 1. FM-finaluni í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 36-18 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 18-9. Tá eitt korter [...] dystinum var Kyndil á odda 8-2. Venjarin hjá StÍF tó tvey leikbrá fyrsta korterið av dystinum fyri at steðga bløðingini, men tað eydnaðist ikki. Turið Arge Samuelsen (myndin) gekk undan, og hon var stórskjútti [...] heili 15 málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum. Liðini hittast aftur í høllini á Skála komandi mikukvøld klokkan 18. HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-finaluni í SMS-deildini: