sjey valdømum. Tað var fyri tveimum árum síðani, at Edmund Joensen, táverandi løgtingsformaður, legði fram uppskot um at broyta valskipanina soleiðis, at landið skuldi gerast eitt valdømi. Fleiri tóku undir [...] hesum – eisini vit á hesum stað. Grundgevingarnar vóru, at sleppast kundi undan avlagandi lokalpolitikki – og so varð sagt, at hetta eisini fór at fremja betri javnstøðu millum kynini á tingi. Hóast meiriluti [...] – fyri at broyta valskipanina, so vóru tað fleiri serfrøðingar, sum mæltu frá. Nú er so uppskot um at endurskoða valskipanina komið í ljósmála. Fleiri av teimum tingfólkum, sum atkvøddu fyri at gera Føroyar
tilmæli var, at tók landsstýrið ikki rokningina aftur, var mest sannlíkt, at reiðaríið fór at koma við mótkravi fyri missin av skipinum. Reiðaríið hevur alla tíðina sagt, at tað var burturvið at skræða skipið [...] skerinum, har tað stóð, í staðin fyri at tøma tað fyri olju og bíða eftir flóðini. Annika Olsen og starvsfelagi hennara Jacob Vestergaard vóru samd um, at klókast var at sleppa kravinum, og hini landsstýrisfólkini [...] fiska kongafisk, koma longur til Føroya. - Men tað kemur eisini av, at tað er so trupult hjá russiskum skipum at koma til Føroya at landa, og tí fara tey aðrastaðni. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men
javnstøðumálum sigur, sambært kringvarpinum, at vit ikki skulu hava kvotur fyri at fremja javnstøðu. Flest øll eru samd um, at tað er óheppi við kvotum, og at hetta bert er ein neyðloysn. Men tá ið vit ikki [...] so er tað ein veruleiki, at tað eru 2000 færrri kvinnur, enn menn, í Føroyum. Kundi hugsast, at vantandi javnstøðan er ein av orsøkunum. Hví skulu kvinnur við útbúgving tíma at flyta heim, tá ið tær ikki [...] maðurin. Tað er alneyðugt miðvíst at tillaga arbeiðsmarknaðarlóggávuna, so arbeiðs- og familjulív verður í størri samljóði við hvørt annað. Men okkum vantar at fáa at vita, hvat verður broytt, og nær verður
Andreas Petersen, sum umframt at vera politikari eisini er kommunulækni, hvørji góð ráð hann hevði at geva Aksel Johannessen í starvinum sum heilsumálaráðharri. -At fáa penganar at strekkja til verður tann [...] Javnaðarflokkinum nær. Javnaðarflokkurin hevur altið ligið eftir at fingið tey. Og eg ivist ikki í, at Aksel Johannessen verður førur fyri at lyfta hesa uppgávuna. Hetta sigur Andreas Petersen, sum sjálvur [...] fyri framman. Umráðandi er at seta upp, hvat vit sjálvi skulu klára her og aðrastaðni. 50.000 fólk bera ikki eitt sjúkrahúsverk fakliga. So at fáa hetta lítla samfelagið at rigga í hesum høpi er ein stór
Føroya Ætlanin er, at fyrsta virðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir, skal latast longu næsta ár. Næsta stig er, at norðurlendsku mentamálaráðharrarnar fara í Norðurlandaráðið at umrøða, hvussu virðislønin [...] Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. - Tað er einki at ivast í, at ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn fer at økja um kunnleikan og áhugan fyri norðurlenskum barna- og ungdómsbókum [...] hevur verið at fáa semju um hetta málið. Millum annað hevur verið borið fram, at tað er óneyðugt, tí bøkur til børn og ung kunnu innstillast til ta verandi virðislønina. Veruleikin er tó, at tað hendir
einkis, við einvíst at broyta fortreytirnar í samstarvinum. Hetta við at skattað pensjónir við inngjaldi, og at minka um leiklutin hjá samhaldsfasta. Javnaðarflokkurin mælir til, at grundarupphæddin verður [...] munandi hægri her enn í grannalondunum. Tí skulu vit trýsta peningastovnarnar at lækka útlánsrentuna, ella, alternativt, at umhugsa at lata Húsalánsgrunnin og Realin, við eini eginogn á 1,3 mia., gerast virknari [...] prógvaði, at føroyingar eru ikki nóg væl kunnaðir ella fyrireikaðir at taka á seg tær avbjóðingar, sum størri kommunalar eindir bera við sær. Tí setur flokkurin álvarslig spurnartekin við ætlanunum um at leggja
sigur, at býráðið hevur samtykt, at næsta ár skal seinasta hond leggjast á fyrireikingarnar til at byggja skúlan. So verður arbeiðið boðið út og sjálv byggingin skal byrja í 2014, beint eftir at nýggja [...] røktarheimið er liðugt. Hvussu leingi tað er at byggja skúlan er eitt sindur óvist, men formaðurin í mentanarnevndini metir, at tað fer at taka eini trý, fýra ár at byggja skúlan. Tað verður pláss fyri 400 [...] skúlin á Ziskartrøð nú stendur. Í tí sambandi er ætlanin at taka skúlan á Zisktatrøð niður og at byggja nýggjan skúla ístaðin. Byggjast í stigum Fyri at órógva skúlagongdina sum minst, verður fyrst bygt nýtt
Tað er ikki rætt, at løgmaður er skeivt endurgivin í Sosialinum. Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, eftir at løgmaður boðar frá á Facebook, at hann er skeivt endurgivin í Sosialinum [...] vórðu lagdir undir at hava páført landinum tap gjøgnum partafeløg, at Sosialurin spurdi løgmann um hesi viðurskifti, sigur Eirikur Lindenskov. Blaðstjórin á Sosialinum greiðir frá, at 31. mai er løgmaður [...] uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður, og til tað svaraði løgmaður, at eftir hansara bestu sannføring var alt uppgjørt, og at hvør hevði fingið sítt. Tað
Man fær eina fatan av, at her er nógv at fjala. Edmund Joensen sigur, at fær almenningurin kunnleika til skjølini, er tað ringasta, sum kann henda, at vit øll fáa sannleikan at vita. - Landsstýrið og stjórnin [...] stjórnin er sinnað at leysgeva fundarfrásagnir o.a. frá fullveldissamráðingunum í 2000, so at "12 ára myrkalegging av samráðingunum kann steðga". Í svari sínum í dag noktar forsætisráðharrin at útflýggja duldu [...] hugstoytt, at bæði stjórnin og landsstýrið fjala seg aftan fyri fyrrverandi stjórn og landsstýri. - Tað hoyrir ongastaðni heima, at løgmaður skal spyrja Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal um loyvi at almannakunngera
liggur Kina framvið at sleppa at útvinna sjáldsom evni í Grønlandi. Kinesarar hava boðið sær til at gera íløgur fyri fleiri milliardir og at senda túsundtals kinesarar til Grønlands at arbeiða í námunum [...] greitt sigur, at heimastýrið hevur ræðisrættin yvir øllum ráevnum í landsins undirgrund, og myndugleikarnir í Nuuk hava gjørt greitt, at teir fara ikki at lata onnur gera av, hvør skal sleppa at útvinna møgulig [...] ið, at her er talan um ein samanstoyt millum grønlendsku sjálvstýrislógina og ríkisfelagsskapin. Hann helt ikki, at partarnir skulu endurskoða sjálvstýrisslógina, men heldur seta seg við borðið at finna