niðurlaða útjaðaran. Hann vísti á, at tær íløgur, sum samgongan hevur sett á skrá, so at siga allar eru í Havn. Hann nevndi eisini, at samgongan hevur ætlan um at gera fiskimannin ognarleysan við nýggja fisk
Olsen vald sum nýggjur løgtingsgrannskoðari. Rodmund Nielsen hevur verið løgtingsgrannskoðari fyri Fólkaflokkin, men eftir at Annika Olsen hevur tikið sætið aftur í Løgtinginum, fer hon nú at røkja arbeiði
Murdoch, hevur ongan hug at átaka sær stjórastarv í fyritøkuni News Corporation, sum tey flestu hava roknað við. Tann 42 ára gamla Elisabeth segði í dag sambært BBC, at eitt tílíkt stjórastarv hevur als ikki
Pál Joensen hevur í kvøld vunnið fyrsta gullmerkið hjá Føroyum á Oyggjaleikunum. Fyrstu finalurnar í svimjingini hava verið í kvøld, og føroyskir svimjarar vóru við í flestu finalunum. Pál Joensen vann [...] Hann vann á sínum yndisteini, sum er 1500 metrar. Hann svam teinin í tíðini 15:28.85. Pál Joensen hevur eisini vunnið bronsu í 100 metrar bringusvimjing og silvur í 200 metrar blandaðari svimjing. Magnus
Í útnyrðingspartinum av Pakistan hevur ein sjálvmorðsatsókn at eini løgreglustøð kravt 24 mannalív. 45 fólk eru særd. Pakistanska deildin av Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, og deildin
Allan Simonsen, sum seinastu 10 árini hevur búð í Barcelona, flytir nú aftur til Danmarkar. Tað hevur samstundis við sær, at hann tekur fegin á seg eitt starv í donskum fótbólti. - Eg gleði meg til stórar
Ein grønlendsk sendinevnd, sum hevur vitjað íslendska heilsuverkið, er so væl nøgd við vitjanina, at hon hevur gjørt av at víðka verandi avtalu um samstarv á heilsuøkinum. Annh Birkekær Kjeldsen, aðalstjóri
gloprarregni og vatnflóð. Soleiðis hevur verið í seinastuni, og sambært myndugleikunum eru minst 77 fólk deyð í vatnflóð í býunum Jeddah, Rahigh og Mecca. Vatnflóðin hevur eisini oyðilagt nógv hús. Nógvir
Kinesiska stjórnin hevur gjørt av at senda Wen Jiabao, forsætisráðharra á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Tað kunngjørdi uttanríkisráðið í Beijing í morgun. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum dugdi [...] avnar tann 9. desember og fer avstaðaftur , áðrenn hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir koma. Tað hevur fingið fleiri at halda, at aðrir leiðarar velja at setast aftur.
Búskaparkreppan í Íslandi hevur gjørt, at landið hevur fingið so vánaligt umdømi sum íløguland, at sambært teirri seinastu metingini hjá stovninum Credit Market Analysis er tað skilabetri nú at gera íløgur