sigur, at tey hava arbeitt í einar 2-3 mánaðir við at seta hølini í stand, og nú tíðin nærkast, til dyrnar verða latnar upp, eru bæði hann og konan spent. Tey halda, at grundarlag er fyri einum slíkum ve [...] Leygardagin 2. september í ár letur upp Fitnesshøllin Sandoy, sum hjúnini, Randi og Sigurd Hentze í Skopun, eru saman um. Adressan verður Tormansvegur 34, sum er millum handilin Lonina og Føroya Grótvirki í Skopun [...] til fólk við tarni, soleiðis at fólk í koyristóli hava møguleikan at brúka venjingaramboð og wc. - Vit fara at hava eina kortskipan, har viðskiftafólk kunnu keypa ymisk sløg av tilboðum fyri ymiskar prísir
sær hús her. Um veturin eru ikki líka nógvir fyrispurningar, men onkur einstakur er, og hesin eftirspurningurin er bara vaksandi. - Vit hava selt til útlendingar í síðstuni. Vit selja ikki stór dýr hús [...] hús í høvuðsstaðnum, men heldur hús í eitt nú Kvívík og Elduvík. Útlendingarnir keypa ofta tey smærru eldru føroysku sethúsini. Men skal mann so loyva teimum tað? spyr Kára á Dunga. Hvørki treytir ella skipað [...] fylgir við hesum. - Tað er so skjótt, at útlendingar kunnu koma at seta sín dám á Føroyar, tí Føroyar eru jú eitt so lítið land. Útlendingar kunnu saktans uppkeypa smáar bygdir og býlingar, og so verða húsini
Eitt eftirspurt tiltak á Bátafestivalinum á Toftum eru góðu og vælsmakkandi festivalbúffarnir, og her byrjaði sølan klokkan 15.30. Tónleikatiltøk eru í tjaldinum, og fyrstu á pall seinnapartin var Eyðun [...] tjaldinum, har Hallur Joensen Band fara at spæla til langt út á náttina. - Vit hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin skal eydnast, og vit gleða okkum at taka ímóti nógvum gestum, siga fyrireikararnir. [...] Eyðun Jacobsen og síðan Karstin Danielsen. Tónleikur er í tjaldinum allan seinnapartin, og nú klokkan 16.50 og klokkan 17.30 fara ávikavist Terji B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall á pall. Eftir klokkan 18
Føroyska landsliðið hevur nú havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Kosovo á Fadil Vokrri leikvøllinum í Prestina. Landsliðsvenjarin vísti ikki uppstillingina fram, men ein lítil ábending [...] til venjingina í dag skuldu tríggir spælarar verða sokallaðir “jokarar”. Tað merkir, at teir altíð eru í parti við tí liðnum, sum hevur bóltin. Her sást, at Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Rógvi [...] nevnast, at tá spælt bleiv eldri móti yngri, so var Brandur Hendriksson “jokari”. Aðrir møguleikar eru, at Odmar Færø kemur á verjukenda miðvøllin ella á bakkin, meðan Gilli Rólantsson eisini kann spæla
30 føroyska tíð. Fleiri føroyingar fylgja væl við í hesum ítróttinum, og hava vit sett nøkrum av teirra spurningar um eitt nú hvussu teir fara at halda kvøldið og hvaðani áhugin fyri amerikonskum fótbólti [...] heima, her koma vinfólk forbíð, so fara vit at gera ein góðan døgurða áðrenn og annars verður tað bara hugni. Hvaðani stavar áhugin fyri NFL? - Hann stavar frá at tað eru nógvir strandingar sum byrjaðu at hyggja [...] sæð hvønn dyst hjá liðnum eg haldi við, Atlanta Falcons. Hvat er tað, sum fangar tín áhuga? - Tað eru 3-4 tímar við spenningi, har nógvir ymskir faktorar spæla inn, um tú vinnur ella ikki. Men tað mær
um Nólsoyarfjørð í fjør. Umstøðurnar at venja havsvimjing í Føroyum eru vánalig, tí sjógvurin er so ringur í allar mátar. Ætlanin er nú at fáa hesar báðar kappingarnar aftur um, so tekur Cecilia støðu til [...] teinurin var 7,5 kilometrar. Har endaði Cecilia nummar 28 av 32 svimjarum. Men úr Turkalandi frætta vit, at hetta er ein kapping, sum høgt í metum í teimum ymsu londinunum, so tað vóru sera sterkir svimjarar [...] hon 16 minuttir aftan á. - Tað var øgiliga heitt at svimja, men annars vóru líkindini góð, frætta vit úr Turkalandi. - Hetta er fyrsta rættiliga kappingini, hon er við í, har allir svimjarar starta ísenn
num um at fáa innlit í avgerðirnar og hvussu tær verða tiknar. -Mannagongdir eru har fyri at verða brúktar. Ofta síggja vit tó sonevnda procesfordrejning, at man sleppur sær undan mannagongdum, man hveppist [...] skal frítstillast, hvør hoyring er neyðug, eru alt viðurskifti, sum krevja nærri innlit at meta um. Men tú kanst ikki gera bæði. Ikki bæði siga, hann fer og vit koyra hann. Bæði siga, hann var fínur og hann [...] sigur Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði og rithøvundur til bók um fyrisitingarlógina. Aktuella málið um nú fyrrverandi stjóran á ALS er eitt klassiskt dømi um, hvussu fyrisitingarlógin ikki skal brúkast, heldur
rætta prísin? er onki heilagt?” Nú gjørligt verður, at spekulera í okkara fiskiríkidømi, hjá bæði føroyingum og útlendingum, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt [...] er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur hevur sæð ognina. Hetta ger, at møguleikarnir hjá fólki [...] hús, íbúðir og jørð og gera tað í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár. Tí vilja vit hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum. Tað kundi verið: - At persónur
mánaðinum, og tað verður í Gribskov í Nordsjællandi. Higartil eru sjey luttakarar avdúkaðir, og Teitur er ein teirra. Hinir avdúkaðu luttakararnir eru Lars Lilholt, Ida Corr, Burhan G, Lau Højen, Anders Blichfeldt [...] ríkisfelagsskapinum av bóli við sínum originalu tulkingum av sangum hjá kendum donskum tónleikarum. Nú hevur sjónvarpsstøðin TV2 aftur sent boð eftir Teiti, og hann skal saman við 25 øðrum tónleikarum vera [...] sita við borðendan sum høvuðspersónur, eins og tað hevur verið í undanfarnu sendingum. Í staðin fara vit at hoyra kendar sangir og søgur frá teimum ymsu tónleikarunum, sum hittast. Til samans luttaka 26
Bretland, Kanada, USA, Sveis, Serbia, Singapore og Saudi-Arabia, sum eisini eru farin at koppseta. – Vit fáa frælsið aftur, og vit kunnu hálsfevnast aftur, segði italski uttanríkisráðharrin, Luigi Di Maio [...] koppingarevninum frá heilivágsfeløgunum Pfizer og BioNTech komu í gjár til fleiri lond í Evropa, eitt nú Danmark, Italia, Spania og Frankaríki. Haðani skulu teir veitast víðari til røktarheim og heilsustarvsfólk [...] kostað 1,75 milliónum fólkum lívið kring heimin. Síðani farsóttin byrjaði í Kina fyri einum ári síðani, eru yvir 80 milliónir fólk staðfest positiv við koronuvirus. Koppingarevnið frá Pfizer og BioNTech er tað