sum gjørligt at vita, hvat er loyvt og ikki, at tað mundi vera frægast at venda sær til fútan sjálvan og spyrja. ? Vit høvdu nøkur dømi upp á lýsingar við, har vit spurdu fútan, hvat var lógligt, greiðir [...] var fútin, sum sjálvur tók málið upp. ? Tá vit vóru ákærd, so er ongin orsøk til at halda, at Føroya Bjór fór at sleppa, tí tá fútin fyrst er byrjaður við tílíkum ákærum, so má hann taka alt við, sigur Óla [...] karmar tað er lógligt hjá teimum at lýsa. ? Einar átti heldur havt hugsað um, at vit møguliga hava bjargað Føroya Bjór úr eini klemmu, sum lættliga kundi havt verðið enn størri enn hon nú er, um tey høvdu
endaleysi. Jesus-navnið er í gjár og í dag og til ævigar tíðir. Tað er Alfa og Omega. Tí kann einki betri sigast á ársins fyrsta degi. O, hvat vit treingja til at vera mint á, at tað er ein, sum eitur Jesus [...] einki kunnu vit nú gera við hetta. Tað er so hugtungt at hyggja aftur á eitt ár, vit hava liva, tí vit ikki fingu liva tað rætt. Men tað er ein, sum eitur Jesus. Tað er eitt stað, har vit kunnu fara við øllum [...] bløðini í nýggja álmanakkanum. Vit ána ikki, hvat hesir dagar innihalda. Nógv kann kanska tikjast myrkt fyri okkum. Vit óttast kanska longu fyrsta dagin. Men tað er ein, sum eitur Jesus. Tað merkir, at okkum
Vestmanna kommunu, tá, vit spurdu hana, hvat hon væntaði úrslitið fer at vera leygardagin í Vestmanna. Sjálv fylgir hon væl við hondbóltinum í Vestmanna, og hon er sera spent til endabrakið leygardagin. [...] fólk eru sera spent til dystin, sigur Gunn Joensen. Sigur ein Vestmanna, so er eisini neyðugt at nevna VÍF, tí Vestmanna er hondbóltsbygd burturav og tey seinnu árini hevur VÍF verið einaráðandi hjá bæði [...] ítróttini, hvat hallarleigu og viðlíkahaldi annars, so góð kor sum gjørligt, tí ítróttarfeløgini í Vestmanna gera eitt stórt arbeiði, greiðir Gunn Joensen frá. Gunn vísur á, at Vestmanna ikki einans er ein
við ungum sinni. Hetta er ikki humor á høgum intellektuellum stigi, og tað skal tað heldur ikki vera, og tí eru tað sjálvandi nøkur, ið kanska halda tað vera eitt sindur býtt. Hví er sendingin bygd upp sum [...] eitthvørt. - Spurnarkappingin er okkara reyði tráður, sum vit fara frá við jøvnum millumbilum, men altíð kunnu venda aftur til. Men hyggur man eftir sendingini sum heild, so er spurnarkappingin bara ein lítil [...] lítil partur av henni. Hvat er tann torførasta avbjóðingin tit hava sett hvørjum øðrum? - Fyri mítt viðkomandi var tað tá Tróndur bað meg ringja til løgmansskrivstovuna við einari bumbuhóttan, og tá eg
leggja seg út í kjakið. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru onnur mál, sum upptaka danan enn júst ríkisfelagsskapurin. Eitt teirra er harðskapur, sum eftir øllum sólarmerkjum er farin at gera alt meira [...] meira um seg í Danmark.. Eitt annað er evran, sum danir uttan iva skulu til fólkaatkvøðu um áðrenn ov long tíð er fráliðin. Tí er ríkisfelagsskapurin ikki tað, sum fyrst kemur dønum í hug, tá teir vera spurdir [...] Føroyar hevur Danmarks Radio gjørt eina lítla veljarakanning á heimasíðuni, har fólk verða spurd um hvat tey halda fólkatingið skal fara at gera nakað við. Tey vitjandi fáa seks møguleikar at seta krossin
Tað er syndarligt, um tað er so, at russisk skip gera akkurát sum tey vilja í føroyskum sjógvi og havnum. Nú boðar Putin frá møguligum kjarnorkukríggi ímóti Vesturheiminum. Er landsstýrið partur av Ve [...] Vesturheiminum? Jeg ivist. Hetta er ein stór vittigheit. Eitt totalt fríspæl. Havnirnar standa víðopnar og einki eftirlit er við russiskum skipum í føroyskum sjógvi. Tað hevur verið frammi í miðlunum, at [...] ein frístaður hjá russarum. Tað er tí av alstórum týdningi, at strangt eftirlit verður hildið við hesi skipini og við tí, sum skipini gera og fiska í føroyskum sjógvi. Tað er ringt nokk, at vit enn lata russisk
ár, so lat okkum nú fara at hyggja eftir, hvat hann hevur gjørt gjøgnum árini. Men eg eksisteri ikki soleiðis veruliga, tí eingin veit, hvat eg havi gjørt. Tað er eitt sindur løgið, sigur hann. – Vit kunnu [...] miðdeplinum í føroyskari list. – Eg eri outside'ari í føroyskari list. Fyri meg er fult listarligt frælsi púra avgerandi, men tað er sjálvandi áhugavert at vera við á framsýningum og í samstørvum. Eg fylli 70 [...] nýskapandi, sigur hann. ##med2## Ole Wich er 69 ára gamal og ættaður úr Blommenslyst á Fjóni í Danmark. Hann flutti í 1980 til Føroya. Hann býr á Velbastað. Hann er útbúgvin grafiskur designari og søgufrøðingur
tað er ikki antisemitisma at biðja ein stat uppføra seg ordiligt. Tað er ikki jødahatur at biðja eitt land gevast við at drepa smábørn. Tí uttan mun til hvat ein heldur um stríðið sum heild, so er tað [...] Fleiri enn 6.000 børn eru nú deyð í Gasageiranum. Fyri at skilja, hvussu stórt talið er, so er tað meira enn samlaða barnatalið í Tórshavnar kommunu. Ella ikki “deyð”. Tey eru dripin - ikki sum fylgiskaði [...] eksaktum og tilætlaðum álopum. Onkur fer at siga: - Yvirgangsmennirnir goyma seg aftanfyri tey. Til tað er svarið einfalt: Tað kann ongantíð góðtakast at drepa 6.000 børn fyri kanska at raka nakrar yvirgangsmenn
2016, 2020 og 2022. - Eg haldi, at tað er tað rætta hjá mær at steðga. Eg veit, hvat tú sigur ja til. Og eg veit eisini hvat fólk siga nei til. - Eg haldi, at tað er tað rætta fyrst og fremst fyri meg sjálvan [...] landsliðsvenjara. Samanumtikið hava tað verið 30 ár runt um norska liðið. Kåre Geir Lio, sum er forseti í NHF, er harmur um at siga væleydnaða venjaran farvæl, men skilir samstundis avgerðina. - Tað, sum [...] Kåre Geir Lio. Enn hevur Noreg ongan avloysara upp á pláss, men tað arbeiðið er farið í gongd nú, sigur Erik Langerud, sum er aðalskrivari í NHF. - Vit mugu brúka nóg góða tíð til at finna ein arving, men
varð kallað ringir nervar, og angist er ein tann vanligasta sálarliga líðingin, ið fólk fara til sálarfrøðing fyri. Angist kann festa seg á ymiskan hátt. Hjá summum er tað sosialur angist, har tað at vera [...] vera høgar hæddir, eiturkoppar ella at flúgva. Onnur merkja ikki, at tað er nakað serligt, sum ger, at tey kenna seg so, men tað er bara alt ella einki, sum tey kunnu seta fingurin á. Tað kann eisini vera [...] eru kanska altíð eitt sindur ‘heit um høvdið’, greiðir hon frá. Kensluliga er ein møguliga stúrin uttan at vita heilt um hvat. Fólk við angist merkja ofta, at tankarnir súsa runt í høvdinum, og heilin