Fróði Vestergaard er kendur sum fyriskipari av Prix Føroyum og av Atlantic Music Event. Hann er eisini oddamaður í bólkinum Deiggj. Fyri Fróða er lítil ivi um, hvat lag er hansara summarlag. - Einki er [...] summarkvøld við strendur hjá Christian Matras og Hans Jacob Højgaard er tað mest summarsliga lagið eg kenni av øllum! Eg følið veruliga, at man er har, sum sangurin handlar um. Eg og kona mín Barbara sungu sangin [...] sum kórsangara. Teksturin sigur alt um ein vakran summardag í Føroyum, og lagið sjálvt er ótrúliga flott, eins og kórsatsurin er tað. Vit hava mangan sungið hetta lagið í vertskapi síðan. Hetta lagið og
13. januar, eru tað 70 ár síðani, at Símun Pætur á Torkilsheyggi á Toftum varð føddur. Føðingardagurin verður hildin í Nebo á Toftum, har tað í morgin verður opið hús millum klokkan 14 og 18. Henda dagin [...] búgva inni í Heiðum, og Tóra og Guðrun búgva á Toftum. Símun Pætur var eftir skúlaárini skipsmaður og arbeiddi í skiftum á landi, men nógv størsta partin av arbeiðslívinum hevur hann arbeitt í kristiligum [...] kristiligum verki. Hann fekk gott í beinini í salinum á Toftum, har pápi hansara, Kissa, í meiri enn eina fjórðingsøld hevði ábyrgdina av sunnudagsskúlanum, har børn komu innan úr Heiðum og úr bygdunum longur úti
og hetta var nógv meira, enn fyrireikararnir høvdu droymt um. Góður fundur Av Toftum verður sagt, at hetta var ein ógvuliga góður og ikki sørt stuttligur fundur ein fundur bæði til gamans og álvara. Tey [...] hvat tey gera har, heldur tað vera umráðandi, at tey, sum koma í tilhaldið á Toftum, hava eina nokso stóra sjálvsábyrgd av tí innihaldi, sum tilhaldið verður karmur um. - Tað var sera áhugvera at síggja [...] Dagtilhald Herfyri skipaði Kvinnufelagið á Toftum, har Jansy Olsen er formaður, fyri fundi við evninum: "Hvussu varðveita vit lívsvirðið, tá ið vit eldast"? Eini 80 fólk møttu til upplýsandi fundin, og
netið hjá SEV. Hátíðarhald var fyri 150 innbodnum gestum í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Tríggjar av nýggju myllunum eru settar upp sambært framleiðlsuloyvinum, sum SEV fekk til tríggjar myllur [...] Fríggjadagin var stórt hátíðarhald á Toftum í samband við, at SEV tók fimm nýggjar vindmyllur í nýtslu í Neshaga. Tað var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum trýsti á knøttin, sum alment setti myllurnar
Millum klokkan 16 og 18 í dag skipaði Bátafelagið á Toftum fyri móttøku í felagshølunum í kjallarahæddini í handlinum hjá Pidda. Seinastu dagarnar hava fólk - bæði menn og kvinnur - arbeitt við at rigga [...] kunnu savnast til prát og hugna. Rættiliga nógv fólk var til móttøkuna - so nógv, at hølini meginpartin av tíðini, móttøkan vardi, vóru stúgvandi full. Tey, sum stukku inn á gólvið, vóru flestu tilkomin fólk [...] fólk, og fleiri eldri og uppilagstir fiskimenn vóru eisini við. Tað hevur eydnast Bátafelagnum á Toftum og teimum, sum hava hjálpt felagnum við hesum átaki, at seta hølini í hugnaligan stand, og lítið er
Mánadagin og týsdagin varð skipað fyri Fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. 215 børn og ung luttóku, skrivar FSF. Sjálvt um tað regnaði eitt sindur onkra løtuna, so vóru líkindini til fótbólt avbera [...] góð, tá B68, í samstarvi við FSF, mánadagin og týsdagin skipaði fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. Báðar dagarnar varð vant frá klokkan 10 til 14, við einum stuttum matarsteðgi á middegi. Og sum [...] við øðrum, skipaðu fyri á ovara vølli og á niðara vølli á Svangaskarði. Hetta var samstundis annar av fýra fótbóltsskúlum, sum eru á skránni í summar. Hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august, verður
Hátíðardagur var í Fríðrikskirkjuni sunnudagin. Ovi Brim, nýsettur prestur, varð prestvígdur av Jógvani Fríðrikssyni, biskupi. Hetta var fyrstu ferð, at tað er prestvígsla í Fríðrikskirkjuni. Kirkjan var [...] kórini Eystanljóð og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni bjóðaðu kirkjufólkinum vælkomin til prestvígsluna av Ova Brim. Hetta var ein sonn hátíðarløta, við bæði prestaskrúðgongu og brúsandi sálmasangi. Tað var [...] prestagjaldi, Jónsvein Bech, sum helt vígslulýsingina. Ovi Brim er 28 ára gamal, føddur og uppvaksin á Toftum. Hann hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn. Ovi er giftur við Hallgerð, og tey eiga sonin Olaf.
Poulsen, sum í 15 ár hevur lisið søgur í sunnudagsskúlanum í Tabor á Toftum, sigur, at orsøkin til, at hon fór at skriva, er, at tilfarið av kristiligum barnasøgum er avmarkað. - Eg havi eisini áhuga fyri at [...] Mánadagin hin 2. apríl kemur nýggj stuttsøgubók fyri børn og ung í bókhandlarnar. Tað er Jonna Poulsen á Toftum sum hevur skrivað bókina, ið er 176 síður. Tað er Janus Dam Guttesen, ið hevur myndprýtt bókina, [...] KFUM's. Heitið á nýggju bókini er Útferðin hjá teimum 4 ungu. Her eru tilsamans sekstan søgur. Fimtan av søgunum eru stuttar, meðan tann eina hevur sjey kapitlar. Bókin kostar 195 kr. Jonna Poulsen sigur
nýggju hølini á Toftum beint eftir summarfrítíðina næsta ár. Bygningurin hjá M.J. Saltsøluni verður 70 metrar langur og 20 metrar breiður, og goymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti. Í einum horni [...] Petersen, sum fer at byggja nýggju saltgoymsluna, ið verður reist á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum. Magni Johannesen, stjóri, sum eigur og rekur M.J. Saltsøluna, sigur, at arbeiðið ætlandi byrjar [...] sína umsiting. M.J. Saltsølan, sum hevur røtur aftur í fimmtiárini, selir millum 14.000 og 16.000 tons av salti um árið og er soleiðis størsti veitari á hesum marknaðinum í Føroyum.
Toftir Á Toftum er einasti Samkeyp-handil í økinum. Tað er matvøruhandilin Hjá Pidda, sum Kristian Suni Haraldsen, vanliga róptur Bassi, eigur og rekur. Hjá Pidda hevur opið hvønn dag í viku frá klokkan [...] handlinum í senn, men arbeitt verður ymiskar og forskotnar tíðir gjøgnum tann langa dagin. Samlaða talið av fólki, sum arbeiða í handlinum gjøgnum eina viku, er tó væl størri, tí leygardagar er vanligt, at ungar [...] viku hevur góð Samkeyp-tilboð. - Fólk í økinum eru ófør at keypa hjá okkum, men vit síggja eisini væl av fólki, sum leita úr øðrum økjum og higar at keypa, siga tey Hjá Pidda. Kristian Suni Haraldsen hevur