1,7 mia. kr. endurfíggjast, meðan íløgur fyri góðar 500 mió. kr. eru ætlaðar. Orkupolitiska ætlanin metti íløgutørvin fram til 2030 til umleið 2 mia. kr. í framleiðslu og goymslu og 1,3 mia. kr. í elnetið [...] 2025 var bert 6,9 mió. kr. Umroknað merkir hetta, at "loftið" hjá lánveitarunum – 9 ferðir verandi EBITDA – liggur um 2,75 mia. kr. Tað gevur í mesta lagi pláss fyri knøppum 900 mió. kr. í nýggjari nettoskuld [...] ina. Við árslok 2025 var langfreistaða nettoskuldin hjá Sev 1,87 mia. kr. – svarandi til 6,1 ferðir EBITDA, sum var 305,7 mió. kr. Innanhýsis markið hjá felagnum er 6,0 ferðir, og lánveitararnir loyva
hættislig. Búskaparráðið hevur víst á, at tørvurin á starvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi 10 árini. Og talan er um ársverk – ikki starvsfólk. Nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð [...] Harafturat kann væntast, at umleið 300 av teimum, sum arbeiða á økinum í dag, fara frá vegna aldur komandi 10 árini. *** Samstundis standa útbúgvingarpláss tóm. Á heilsuhjálparaútbúgvingini hava millum 45 og 70 [...] krevur góðar dagstovnar og skúla. Og hon krevur, at vit at raðfesta vælferðina. Tað er grundarlagið undir einum samfelagi, har bæði ung og eldri kunnu liva eitt gott lív. *** Við góðari vælferð geva vit familjum
Eg taki undir við lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni [...] fiskidagatalið skuldi lækka fimm prosent, vera óbroytt ella hækka fimm prosent. Kortini fór talið úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum [...] prosentum – fýra ferðir tann broyting, sum 5-prosentreglan legði upp til. Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent
Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir [...] Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar [...] góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen skriva undir uppá. Eftir steðgin hevði Víkingur fríska lotið undan, og tá var bólturin væl meiri á heimahálvuni
varðveita møguleikan at endurvinna meistaraheitið. Og tað eydnaðist KÍ at vinna 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Sjey minuttir vóru farnir, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Tað vóru tveir av stuðulsspælarunum [...] Erlend Hustad og Páll A. Klakkstein, sum legði bóltin út í vinstru, og bæði Páll og Erlend vóru klárir undir málinum, tá ið Jean Carlos neyvt legði bóltin til handara stólpa, har Erlend úr stuttari fjarstøðu [...] tvær vikur í Sørvági. B36 hevur longu spælt dystin í næsta umfari. Tað var á ólavsøku, tá ið B36 vann 1-0 ímóti AB.