seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022. Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi [...] listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning. Hann er [...] hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara. Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum
at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar [...] hevur í dag fleiri hentleikar. – Í dag kann kundin avgreiða fleiri tænastur skjótari og smidligari. Tað kann til dømis vera bilvask, løðing, kaffi, mat og brennievni, sigur hann. Stjórin vísir á, at í Mítt
lærutíðina Lærutíðin sum tannatstøðingur er 3 ár og tú skalt í skúla í Danmark í 34 vikur yvir trý skúlaskeið, sum endar við eini próvtøku. Tá tú ert í skúla, býrt tú á einum skúlaheimið, ið hoyrir til skúlan [...] tænastusinnaðum persóni, ið hevur hug at koma í læru sum tannatstøðingur hjá okkum. Tannlæknastovan er á Lützenstrøð í Havn, og her eru vit tríggir tannlæknar, tveir tannrøktarar, fýra tannatstøðingar og [...] starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólvá Eystberg, stjóra, á telefon 217655. Umsókn Send umsóknina til Sólvá Eystberg, stjóra, á se@tannlakni.fo í seinasta lagi 2. september 2026.
trygdin hjá børnum á netinum og støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum eru á skránni. Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin [...] millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump [...] er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál á fundinum verður støðan hjá Føroyum og
nú sent í hoyring. Tað fevnir um broytingar, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá januar 2023 til juni 2025, og sum danska løgmálaráðið og landsstýrið meta eisini eiga at galda í Føroyum. Ein av [...] broytingunum er, at løgreglan kann fáa heimild at samanbera DNA-spor frá einum brotsstaði við upplýsingar í DNA-grundaðum ættargranskingardátugrunnum. Slíkir dátugrunnar verða vanliga brúktir av privatfólki, [...] og á tann hátt spora seg fram til tann, sum hevur framt brotsverkið. Amboðið skal bara kunna brúkast í serliga álvarsligum málum, eitt nú málum um yvirgang, neyðtøku, fólkadráp og onnur sera álvarslig brotsverk
mið hjá tingunum og stjórnunum í Norðurlondum og sjálvstýrandi økjunum Føroyum, Grønlandi og Álandi. Limirnir umboða Løgtingið í samstarvinum og taka lut í arbeiðinum í ráðnum.
Mezzoforte fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1983 við lagnum Garden Party, og í Føroyum kenna fólk løgini EG. Blues, High Season, Night Fall, Daybreak, og ja, ein kundi hildið áfram at nevnt meistaraverk [...] fagnaðar-konsert í Reinsarínum fríggjadagin 14. august kl. 22.30. ”Tit kunnu gleða tykkum til eitt glóðhoytt summarkvøld við íslendskum klassikarum hjá fantastiska bólkinum Mezzoforte” siga tey í bólkinum. [...] k omaná meistaraverk. Brekkufeðgarnir - Hans Petur í Brekkunum og Bastian í Brekkunum - hava enn einaferð savnað sjey fantastiskar groovandi funky tónleikarar, ið heiðra íslendska superbólkinum. GG! Hetta
800 hitatengd andlát vóru í Týsklandi fram til og við viku 29 í 2026 - ikki serliga hugaligt. Trý stig - tað ljóðar ikki av nógvum Í summar havi eg sett meg eitt sindur inn í tað, sum týski klimagranskarin [...] sindur ógvusligt. Og trý stig ljóða í sjálvum sær ikki av so nógvum. Í Føroyum kann hitin broytast meira enn tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um [...] Joachim Schellnhuber vísir á. Hann stóð í mong ár á odda fyri viðurkenda Potsdam-stovninum fyri veðurlagsgransking. Í einari samrøðu við eysturríksku tíðindasendingina ZIB2 í desember 2023 lýsti hann støðuna
Víkingur Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra. Skrivar [...] heimasíðuna hjá FSF. Hópurin Bjørk Akselsen, 07 Vestur Drós í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur Naomi Hansen, 07 Vestur Lilja Debess av [...] U19-landsliðið við gentum forkunnuga vitjan, tá grønlendska A-landsliðið kemur á vitjan á Dungasandi í Sørvági – Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin
jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra av fremstu jazztónleikarunum úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum. Mother Boy spælir modernaðan jazz við einum norðurlendskum dámi, vibrafon, altsaksofon, bassur og [...] er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri modernaðan jazz. Mother Boy [...] – vibrafon • Bárður Reinert Poulsen – bass • Simon Olderskog Albertsen – trummur Mother Boy spælir Í Listastovuni hóskvøldið 6. august kl. 20.30.