kann leika í. Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - [...] einki ímóti at vera í arbeiðsklæðum og handskum, og hetta er galdandi fyri tey bæði. Tá vit vitjaðu í Skálavík ein dagin í seinnu hálvu av juli, og kafé’in hevði fult hús, stóð Birita uppi í einari lyft og [...] at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í fyrru byggingini, verða tað í størst møguliga mun veitarar í Sandoynni, sum fara at gera verkætlanina
stjóri í Hiddenfjord, í samrøðu við Frihedsbrevet . Stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, heldur, at fleiri almennar stuðulsskipanir skeikla føroyska arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av. Í samrøðuni [...] svíkur. – Um tú ikki hevur arbeiði til fólkið ávísar dagar, so mást tú antin løna teimum upp á ein annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur [...] teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum, sigur Atli Gregersen. Sambært honum manglar arbeiðsmegi í Føroyum, og tí er tað ikki skilagott, at almennar
Tesla-skannarin verða brúktur í staðin. Kemur ikki í staðin fyri mammografi MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin fyri mammografikanningar. Skanningarnar [...] kvinnurnar verða eftir ætlan MR-skannaðar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november. Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið [...] n á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal brúkast til endamálið. Sambært landsstýriskvinnuni verða fyrstu kvinnurnar eftir ætlan skannaðar í november. Sjúkrahúsverkið er tó framvegis í holt við útgreiningararbeiðið
Country hevði ikki verið tann nógvi spenningurin í dystinum. Tað vóru 1.572 áskoðarar til dystin, ið er met fyri ein heimadyst hjá Country. Komandi leygardag klokkan 14 verður returdysturin leiktur í Arena Skövde [...] kappingardystin í svenskum hondbólti. Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Country úr triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde. Country [...] Komandi kappingarár í bestu svensku hondbóltsdeildini skal landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen kappast við Alvin Sjöstrand um at sleppa at verja málið hjá IFK Skövde i bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar [...] tøl. Óvissan í slíkum kanningum er vanliga millum eitt og trý prosentstig. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV er munurin í nýggjastu Gallup-kanningini ikki hagfrøðiliga týðandi. Tí ber ikki til at siga [...] stórar partar. Í einari Gallup-kanning, sum fevndi um umleið 4.500 íslendingar, vóru 51,6 prosent ímóti at taka samráðingarnar upp aftur, meðan 48,4 prosent vóru fyri. Fyrr í vikuni vísti ein kanning hjá Maskína
tað sama, tá ið skúlin er liðugur, bara í nýggjum, betri og rúmligari kørmum. Ókeypis innbúgv Í samband við høvuðsumvælingina skal nógv av verandi innbúgvi ikki brúkast aftur. Talan er um alt frá skápum [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir [...] fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri
trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá felagnum. Tað fevnir millum annað um sáttmálar, loyvi, samskifti við Fótbóltssamband Føroya og onnur feløg umframt uppgávur í sambandi [...] felagnum, og bæði hon og maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum. – HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur [...] har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta og læra Fyrsta mánaðin ætlar hon sær serliga at lurta og læra. Hóast hon hevur nógv hugskot, fer hon ikki í starvið við einari ætlan
føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini. Tá tú verður [...] ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram. Kennist tú ikki við i [...] Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu
tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober [...] úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James [...] tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu. Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti at vera sangari við, men nei – Mezzoforte er tað Mezzoforte skal vera og takk fyri fagnaðin
tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin. Verða samráðingarnar [...] gott fyri íslendska samfelagið. Kortini stúrir hon fyri villleiðandi og beinleiðis skeivum upplýsingum, sum sambært henni verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum. Inga Sæland, forkvinna í Flokki [...] Fleiri leiðandi kvinnur í íslendsku stjórnini hava seinastu vikurnar fingið álvarsligar hóttanir. Millum annað skal talan vera um harðskapshóttanir og lívshóttanir. Tað skrivar íslendski miðilin Vísir