tað sama, tá ið skúlin er liðugur, bara í nýggjum, betri og rúmligari kørmum. Ókeypis innbúgv Í samband við høvuðsumvælingina skal nógv av verandi innbúgvi ikki brúkast aftur. Talan er um alt frá skápum [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir [...] fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri
sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka [...] á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja og á frálíka sandinum [...] frítt. ##med3## Í kirkjuni verða morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænastu sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur
vinnulívsmenn. Í vinnulívi gongur upp og niður, og mangan mundi leika hart á, ikki minst í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og tá ræður um at standa sum drangur í brimi, og ikki falla í fátt. Og Heri hevði [...] oyggin, skal bera ávøkst. Fáur vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra. Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi [...] Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba. Nógvar familjur fingu til lívsins
tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober [...] úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James [...] tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu. Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti at vera sangari við, men nei – Mezzoforte er tað Mezzoforte skal vera og takk fyri fagnaðin
danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum. Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd [...] ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er [...] og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] umleið klokkan 18.50. Hann vildi ikki úttala seg í rættinum í dag. ##med3## Dómarin varðhaldsfongslaði hann, tí mett verður, at hann annars kann leggja forðingar fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni. [...] Vegna unga aldurin verður hann ikki settur í vanligt fongsul, men skal vera á einum tryggjaðum stovni. Fyribils varðhaldsfongslingin er galdandi til 10. september. /Ritzau/
úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. Olle Lindberg minkaði um munin til 1-3 longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki [...] um at sleppa í deildarspælið í Europa League. Dysturin verður móti eysturríkska liðnum, Salzburg. Kiksar tað yvir tveir dystir, so skal liðið hjá Áka og Martini royna seg í deildarspælinum í Conference League [...] Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr
Ferðamannaskip skulu ikki kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum [...] at verja náttúruna. Enn er tó ikki talan um eitt beinleiðis forboð, og reiðarí fáa onga revsing, um tey ikki fylgja tilmælinum. Ætlanin er kortini at seta greiðari reglur í verk. Landsstýrið og kommunurnar [...] kommunurnar arbeiða við einari økisskipan, sum skal áseta, hvar ferðamannaskip kunnu sigla, og hvar siglingin skal avmarkast. Avaaraq Olsen, borgarstjóri í Kommuneqarfik Sermersooq, sigur við DR, at ferðamannaskip
Forkvinnan í Sjálfstæðisflokkinum, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini [...] framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar [...] seta seg í ávísar básar ella villleiða seg um, hvat fólkaatkvøðan í veruleikanum snýr seg um. Virðir eitt nei Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt Ísland skal halda fram við samráðingunum um limaskap í Evropeiska
tær fyri tað missa sítt virðið. Øll kunnu senda uppskot inn Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2026. Í uppskotinum skal grundgevast [...] av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 25. september 2026. Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 14. september 2026. Uppskot skulu sendast [...] heiðraður fyri góða miðling Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi