ómetaliga nógv, men tað er ein troyst at vita, at tú nú hevur fingið hvíld. Takk fyri alt, góði pabba. Okur síggjast aftur hinumeðna, har eingin sorg og eingin pína er longur, og alt er gott. Randi [...] vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum, ið bygdi upp frá grundini og bar stóra [...] standið saman tí kvinnur eins og menn, havið framtíðarhugsjónir sterkar, einaferð bygdin tá seg mennir enn.« ...so passar tað so ómetaliga væl upp á júst teg. Tú vart veruliga ein av teimum megnarmonnum
Hvat varð av føgru lyftunum hjá borgarstjóranum og serliga Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt [...] og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda. Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin vilja tvíhalda um eina súkklubreyt [...] súkklubreytina til annað stað, eitt nú Flatnahaga, har vindmyllurnar standa, og inntrivið í náttúruni longu er gjørt. Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð Birgir Nielsen, býráðslimur Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
øllum. Tað er eitt rímiligt mótargument. Men tað er heldur ikki tað, sum er spurningurin. Spurningurin er, um karmarnir fyri live tónleik eru nøktandi. Og tá eiga vit ikki bara at spyrja: Hvat kostar tað [...] lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar. Ella bara ein góð konsert ella tónleikur til ein veitslu. Tá ivast [...] ivast vit ikki í virðinum á føroyskum tónleiki. Tað er felagsskapur. Identitetur. Minnir. Kenslur. Men tá ljósini pallinum sløkna, er tað ein heilt onnur søga aftanfyri kulissurnar. Nú løgtingskvinnan Astrið
hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig tíð fyri føroysku [...] at vilja flyta seg ein tumma. Fólkið á gólvinum mátti renna skjótari, meðan milliónir vórðu spardar í lønum. Ímyndið tykkum skilið, um tilbúgvingin tá var lógarfest?At hetta er ein tilætlað roynd at tøma [...] styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt,
– Tað er ein týdningarmikil partur av menningini, og nakað, sum vit meta gevur teimum nógv at byggja víðari á, sigur Jákup Mortensen við heimasíðuna hjá FSF. Næst á skránni hjá U15-gentunum er UEFA m [...] virðismiklar royndir og eina góða fatan av, hvat krevst, tá spælt verður ímóti øðrum londum. – Leikferðin í dystunum var væl hægri, enn tær eru vanar við, og tað er nakað, sum genturnar kunnu taka við sær
síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september [...] at tað er týdningarmikið fyri hann at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar frá rakstrinum. Lesið um handilin hjá Simma við at trýsta her ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## –Handilin er væl rikin [...] grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari. Hann sigur, at hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur
vitjan. Hetta er ein bólkur av ferðamannaskipum, sum vit fegin vilja styrkja sambandið við komandi árini. Fokus á samstarv og upplivingar Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Tórshavnar havn er at styrkja [...] ##med3## Økt tal av marglætisskipum Talið av marglætisskipum sum vitja okkum er vaksandi. Tað, ið eyðkennir hesi skipini, er m.a. høga tænastustøði, at tey taka færri gestir og hava eitt stórt manningartal [...] innlit í, hvat tey og teirra gestir ynskja at uppliva. Tá Viking Mira vitjaði Tórshavn tann 25. august, var umboð frá Tórshavnar havn á einum FAM-túri, saman við einum av manningini. “FAM” er í hesum førinum
samstundis, at úrvalsskipanin framvegis er ung og nýggj og hevur fleiri menningarøki. Í nógvum sambondum er fyrisitingarliga orkan avmarkað, og í fleiri ítróttagreinum er heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið [...] Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan er, at Føroyar eru ein lítil tjóð, sum avrikar oman fyri allar væntanir. Frágreiðingin Elite Sport in the Faroe [...] ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Fráfallið í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Í einum so lítlum samfelagi hevur tað stóran týdning
tíðina. - Baksíðan á medaljuni í metsølu av grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- [...] Árini aftaná Eysturoyartunnilin lat upp, noyddist kommunan tó at fyrihalda seg til ein nýggjan landafrøðiligan veruleika, hvat samferðslukervinum viðvíkur. Hetta sást eisini aftur í til og fráflytingini nøkur [...] umsitingin í dag staðfesta, at tað per. 1. september 2026 búgva 1.831 fólk í Sunda kommunu. Hetta er ein vøkstur á 57 fólk, síðan 1. oktober í fjør, og harvið hægsta fólkatalið í kommununi síðani áður nevnda
hóast komið er inn á eitt vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum [...] ferðavmarkingar enda ella ein hægri hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda [...] Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a-f