fløskunum er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku, sum ferð eftir ferð hevur lagað seg eftir broyttum tíðum. Í dag er fjórða ættarliðið [...] í Klaksvík, har føroyskt whisky nú eisini verður framleitt. Søgan snýr seg um nógv meira enn øl. Hon snýr seg um rúsdrekkabann, treiskni, fýra ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri [...] vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9##
prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við [...] Akstovuni vísir, at 43.504 akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í [...] skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini, har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið. Ikki 58 vanligir bilar Øll tey 58 akførini
dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika og skiftandi [...] seinastu umleið 80 árini. Meloni gjørdist forsætisráðfrúa 22. oktober 2022, eftir at høgrasamgongan vann tjóðartingsvalið. Hon er samstundis fyrsta kvinnan, sum hevur verið stjórnarleiðari í Italia. Sambært [...] Talið av fólki í arbeiði er vaksið við umleið 1,2 milliónum, meðan arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent. Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru
innan skipavinnu er tað, at Samskip, sum hevur høvuðsstøð á bryggjuni í Saltangará, nú fer at hava regluliga sigling millum Skotland og Runavíkar Havn. Nýggja farleiðin fer vónandi at bera seg væl til [...] BAKKAFROST, NAVIGARE, SAMSKIP, VARÐIN, KAPPRÓÐRARFELAGIÐ Tað er gott, at Skálafjørðurin bæði er langur, víður og góð skipahavn. Tí við tíðini er Skálafjørðurin vorðin heimstaður hjá stórum reiðaríum umframt [...] familjunum, sum vónandi fara at setast niður her í økinum. Fyri at hýsa og rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar
, og at hon kann bera sjúkur millum bæði djór og menniskju. Í Føroyum er tað serliga brúna rottan, sum er ein trupulleiki. Hon nørist skjótt. Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin verður hon kynsbúgvin [...] kortini, at tað eigur at bera til at seta sær eitt nógv størri mál. – Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, til dømis við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna [...] rottutýning í Føroyum. Hon spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa rottutýningina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni. – Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna
søgu sum nýggj rúmdarvinna í Evropa. Týska felagið HyImpulse Technologies hevur boðað frá, at ætlanin framvegis er at senda SR75-rakettina á flog frá SaxaVord Spaceport á Unst áðrenn árslok. Sambært felagnum [...] september, men hon er útsett uttan nýggja dagfesting. SR75 hevði sína fyrstu royndaruppskjóting í Suðuravstralia í 2024. Kjak eisini í Føroyum Tíðindini koma samstundis, sum rúmdarvinna er komin á politisku [...] á, at Føroyar liggja landafrøðiliga væl fyri til bæði móttøkustøðir fyri fylgisveinadátur og møguligt annað rúmdarvirksemi. HyImpulse sigur, at nýggi kapitalurin vísir álit frá íleggjarunum, og at felagið
eftirlitinum átti at verið framd fyri langari tíð síðani. Vit koma ikki uttanum, at nú eru vit í hesi støðu, so má hon má loysast. Tað ivist eg onga løtu í, at tað fer landsstýrið at gera á ein fullgóðan [...] ovurhondsstóran týdning, at vit eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum, sum vit eru í dag. Ríkisfelagsskapurin gevur tryggleika, og eg haldi, tað er gott, at vit kunnu hjálpa hvørjum [...] vit komin í ta óhepnu støðu, at bæði vaktar- og bjargingarskipini hjá okkum liggja vegna umvælingar í løtuni. Politiska skipanin má ásanna, eingin flokkurin undantikin, at ein endurnýggjan av flotanum
Russiskir myndugleikar siga, at málið, sum er millum Naftogaz í Ukraina og Russland, hevur einki við Noreg at gera. Norska løgmálaráðið sigur, at Russland - eftir at hald er lagt á skipið - kann krevja [...] Tsjekunkov, fyri at siga, at avgerðin hjá Noregi er enn eitt dømi um vestliga nihilismu og lógloysi, sum hann rópar tað. Ráðharrin leggur aftrat, at Russland fer at kæra norsku avgerðina um at leggja hald á [...] russisku tíðindastovuna, Tass. Hon leggur aftrat, at vesturheimurin við átakinum "normaliserar" piratvirksemi, sum hon rópar tað. Í norska løgmálaráðnum verður sagt, at russiskir myndugleikar ikki fingu
kommunu, heldur, at tað er neyðugt at. taka tey eldru skulu verjast betur ímóti harðskapi og misrøkt. Hon heldur eisini, at onkusvegna eru størvini í eldrarøktinum komin í ringt og tað er eitt mál, mynd [...] myndugleikarnir eiga at taka upp. Samstundis vísa vit á útrokningar sum vísa, at hesi næstu árini er tað neyðugt at byggja eldrastovnar fyri 1,2 milliard, og at útvega eini 450 starvsfólk afturat. Fleriri [...] hjá Reyða Krossi er at hava eina skipan við vitjunarvinum til eldri. Vit hava tosað við tveir vitjunarvinir, Johan Dahl løgtingsmann og 21 ára gomla Turið Andreasen, um hvat tað er at vera vitjunarvinur
undan MVG eins og tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan. Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið upp um tónleikavinnuna. Tí um [...] Spotify“, er vert at hugsa um, hvussu nógv fólk skulu trýsta á play, áðrenn tað byrjar at líkjast eini vanligari inntøku. Tónleikarar skulu eisini keypa mjólk Tað er kanska her, at blindvinkulin er mest sjónligur [...] Tað kostar eisini at gera einki Sjálvandi kann landskassin ikki bara avtaka MVG av øllum. Tað er eitt rímiligt mótargument. Men tað er heldur ikki tað, sum er spurningurin. Spurningurin er, um karmarnir fyri