bara spælast áðrenn 14. september. Vit fara sjálvandi at royna at fáa dystirnar spældar so seint sum gjørligt, so vit hava góða tíð at fyrireika okkum ítróttarliga, sigur Ingi Olsen. Saman við Kára Durhuus [...] sama kann ferðin til útidystin gerast sera kostnaðarmikil, og vestmenningar ætla sær at savna pengar, so teir ikki standa á berum, tá teir seinni í ár skulu út at ferðast. Leygardagin verður tí skipað fyri [...] felagssangur og spælt verður undir. Pylsur verða grillaðar og okkurt leskandi verður eisini at fáa. Seinni um kvøldið fer bólkurin Moonshot at spæla til dans í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tað er alneyðugt fyri
skrivað um hendingina. Í Gundadali var rok millum spælarar hjá VB og B36 í endanum av dystinum, og serliga var tað spælandi venjarin hjá B36, Tomislav Sivic, sum gjørdi um seg. B36 er biðið um senda sína [...] vøllinum í yvirtíðini av dystinum. Eftir útvísingina fór okkurt fram millum Allan og dómaran, sum kappingarnevndin nú vil hava frágreiðing um. KÍ hevur fingið freist til leygardagin at svara uppá skriv frá [...] sína søgu um hendingarnar, og hóast tað ikki er sannlíkt, at Eyðun Kjærbo fær meira enn ein dyst leikbann eftir sítt reyða kort, skal VB eisini geva FSF sína síðu av sakini um rokið millum spælararnar.
tankar um eina hending, sum fór fram í Kina. - Ein 18 ára gomul genta av bygd var farin í handilsørindum til Beijing. Hon kom av tilvild fram á ungfólk á Himmalska Friðartorginum. Tey ungu tosaðu um frælsi [...] stórur fyri at tey verða tikin aftur, um tey fáa brøv ella á annan hátt verða sett í samband við AI. - Hetta, vit nú tosa um, eru ósek menniskju, sum eru fyri so ræðandi ræðuleikum, sum vit ikki kunnu [...] løgdu stóru orku í arbeiðið. Meir enn ein mió. menniskju gera mun - Hugsar tú ongantíð um, hvørt tað gagnar, ella um tað yvirhøvur fær týdning fyri samvitskufangar, at AI felagssskapurin er til? - Nei, als
vilja vit koma skjótari fram. Vit tosa eisini so nógv um »framkomiligheit«, men vit mugu eisini geva okkum far um, at hetta kostar. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at økja um ferðina - og samstundis [...] Tá vit tosa um ferðamarkið, so er í hugaheiminum hjá fólki í veruleikanum talan um tvey mørk - markið, ið lógin ásetur, og so tað psykologiska markið, sum liggur 30 km/t hægri, sigur Jón Kragesteen, [...] num í Havn við brúnna um Hoydalsá. Har er støðan enn verri - har koyra um 70% av bilunum skjótari, enn loyvt er. Jón Kragesteen er tí heldur afturhaldandi, tá vit spyrja hann, um hann kann mæla til at
samráðingar um morgunin, men so skuldi annar samráðingarleiðari taka yvir seinnapartin. Talan var ongantíð um at avlýsa Danmarkarferðina heilt, sum heimahjálpirnar høvdu fingið fatan av. At hann so brádliga [...] einki hoyrdi aftur frá heimahjálparafelagnum so leingi, at hann tók tað sum um vit høvdu góðtikið útsetingina. Tvørturímóti ringdi hann aftur til mín um útvarpstíð hóskvøldið og vildi útseta samráðingarnar [...] samráðingarleiðara, máttu tey fyrst kanna, um Bjørgfríð kundi átaka sær hetta, tí hon var upptikin aðrastaðni. Tað kundi hon so, men ikki fyrrenn klokkan fimm um dagin. Ása Djurhuus sigur, at tað tí er
starvast hjá Føroya Lívstrygging, vísir á, at føroyski búskapurin er so lítil, at neyðugt er at spjaða seg rættiliga nógv so ella so, skal tað bera til við einum virðisbrævamarknaði. Aðrastaðir eru tað [...] vita eisini um skip, hvørs manning ikki sleppur við, uttan viðkomandi er partaeigari, sigur hann. Eisini Jógvan Amundson vísir á, at hóast vit hava havt Framtaksgrunnin í millum 2 og 3 ár, so himprast fólk [...] avmarkaður. Hjá einstøku fyritøkunum er vánaliga gjaldførið í sær sjálvum ein trupulleiki. Fyri at bøta um gjaldførið, er neyðugt við fremmandum kapitali, og í stórum er einasti møguleiki at taka kostnaðarmikil
at her er talan um eina rættiliga stóra og spennandi avbjóðing. -Vit vita longu um stórar gasskeldur, men tað finst eingin infratrukturur til at flyta gassið til marknaðin. Vit ætla so í felag at gera [...] sær lovandi út, so ávarar kanningarleiðarin um ikki at hava ov stórar vónir longu nú, tí eitt stórt arbeiði liggur fyri framman. M.a. er tað av stórum týdningi, at leitingin heldur fram, soleiðis at tað [...] Hóast tað mest verður tosað um olju á Atlantsmótinum, so er tað ein sannroynd, at útlitini fyri at finna gass í undirgrundini heldur enn olju eru stór. Hetta er í hvussu er tað, sum nógvir jarðfrøðingar
hent. Vit hava heitt á landsstýrið um at taka ferðslulógina til viðgerðar, tí vit meta, at hon als ikki er tíðarhóskandi. Sakaris Hansen vísir á, at ferðamørkini eru so ymisk. Meðan persónbilar kunnu koyra [...] rættiliga vandamikið at so nógvar »fartgrensur« eru settar á ymisk akfør, tí tað vísir seg, at tá trailararnir koyra 50 km/t og onnur akfør koyra við 70-80 km/t fer yvirháling fram alla tíðina meðan koyrt [...] koyrt verður. Hetta ger, at hesir stakkals bilførarar dag um dag eru noyddir at koyra meira ferð á soleiðis, at yvirháling gerst so minimal, sum gjørligt fyri at umgangast samanstoyt av mótkoyrandi ferðslu
leggja tað besta í alt. Minnini renna fram fyri meg, so mong og so góð. Kann ikki lata vera við at nevna, hvussu góð hon var í ráðum og hollur stuðul, tá ið stríðið stóð um at vinna teimum smáu frægari sømdir [...] at skifta orð við lærarinnuna, sinni hennara var so ríkt, har var høgt millum syllar og so vítt til veggja, men orðini ið fullu bóru altíð tað góða fram. Hennara stílur var hesin at taka alt væl upp og [...] spírurnar kunnu liva longur enn her og nú, ja, liva saman um ævir við honum í himnabúð. Tøkk fyri verkið tú inti at ala, tað góða fram, so búnast kundu tey smáu til dugna kvinnu og mann. Takka vit vilja tær fyri
enn reiðiliga liðugur at hoyggja, so kemur nátatíðin, og síðan eru heystfjøllini á baki, og so eru jól. Tað hevur ikki svitast við árstíðunum, og um tú vilt ella ikki, so koma tær okkum øllum við, og tonk [...] og hevur tú ikki tíð at sigla, ja so kanst tú blíva fluttur ígjøgnum himmalrúmið við eini ferð uppá 800 km. um tíman, og tað er enntá við einum føroyskum flogfari um tú vilt, og spælir tú við í Gekkinum [...] m. Jú, nógv er broytt, síðan Nóa fekk boð um at fara út úr Ørkini við familju síni, men enn flýgur ravnurin, søkir og leitar, rovini tróta ikki bæði so og so, hann hevur tað best í fellis árum, men dúgvan