Í Hvannasunds kommunu hava tey sett sær fyri, at í næstu viku skal kommunan ruddast. - Árligi ruddingardagurin verður ein av døgunum í komandi viku - viku 21, siga tey handan fjøll. Og sagt verður soleiðis: [...] ruddingardagurin í Hvannasunds kommunu í næstu viku verður. [...] soleiðis: - Aftur í ár fara vit at rudda bygdirnar. Tiltakið byrjar niðanfyri kommunuskrivstovuna, har grillaðar pylsur og burgarar verða at fáa. Lagt verður aftrat, at nærri verður kunnað um, hvør ruddi
ætlan fyri økið, sum í høvuðsheitum snýr seg um at hampa og fríðka um, og knýta saman Lágukei við verandi gongubreyt við bátabrúgvarnar í Vágsbotni. Brúgv og trappur Har Rættará rennur í sjógv á Skálatrøð [...] tonn hevur sett síni sjónligu merki í umhvørvið við Lágukei og Høgukei. Hetta ger, at tað hevur verið heldur torført og ólagaligt hjá fólki at komið av Skálatrøð í Müllers Pakkhús, serliga myrku tíðina [...] millum Skeivapakkhús og Müllers Pakkhús verður gjørd ein trappa við høgum trinum í sjógv, og við Lágukei skal nýggjur bátadráttur við lunni gerast. Somuleiðis verður alt økið steinsett av nýggjum. Rekkverk
og hvat teir vilja loyva og ikki í Føroyum. Irdi Jacobsen er úr og býr í Norðdepli og er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini hevur hon verið sera virkin í stríðnum fyri at fáa nýggjar tunlar [...] Norðoyggjar og útjaðarin í Føroyum sum heild mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg, sigur hon við Norðlýsið. – Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar [...] Tað sigur 41 ára gamla Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu við Norðlýsið í sambandi við, at hon hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið fyri Miðflokkin. Hon sigur við Norðlýsið, at
Thomsen, Hvannasund, TTS, Ragnar Jacobsen, Haraldssund, EL-IN Jóhan Jacobsen, Hvannasund, TTS og Einar Dam, Klaksvík, EL-IN. Timburmenn, frá vinstru: Ingvar I. Johansen, Oyndarfjørður, Kanjon, Andras í Frammistovu [...] Sveinaroynd hevur verið á Tekniska Skúla í Klaksvík, og har hava 25 lærlingar staðið sveinaroyndina. Talan er um seks elektrikarar, sjey timburmenn og 12 maskinsmiðir. Teir, sum hava tikið sveinaroyndina [...] Frammistovu, Hvannasund, NH-Betong, Erhard Pætursson Hansen, Leirvík, TN Bygging, Ísak Simonsen, Viðareiði, Kanjon, Kim Joensen, Leirvík, NH Betong, Filip Johannesen, Toftir, Byggivirkið KBH og Kjartan Jacobsen
oman fyri flakavirkið í Norðdepli. - Nú eru vit komin so langt, at byrjað verður at grava út fyri spæliplássunum, og byrjað varð í Norðdepli týsdagin í hesi vikuni. Síðan verður farið í gongd oman fyri kirkjuna [...] Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í longri tíð arbeitt við at einari ætlan at dagføra spæliplássið við kommunuskrivstovuna, at gera ein nýggjan spælivøll oman fyri kirkjuna, og nýggan spælivøll og [...] kirkjuna, og at enda við kommunuskrivstovuna. Hetta hevur við sær, siga tey í Hvannasunds kommunu, at tað verður nakað av tungari ferðslu í bygdunum komandi tvær til tríggjar vikurnar. Vónað verður, at arbeiðini
árliga ruddingardag í mai, men vit vilja eisini stuðla teimum borgarum, sum ynskja at luttaka í átakinum, Rudda Føroyar. Tað siga tey í Hvannasunds kommunu í dag. Tey vísa á, at Føroyar í ár eru við á altjóða [...] rudda í ein dag, men í eina viku - frá 12.-19. september. Orsakað av koronu, rudda vit saman - men hvør sær. Í Hvannasunds kommunu vísa tey á, at tiltakið er soleiðis skipað, at - * Tú ruddar í ein ella [...] ruskplássið mikukvøld millum klokkan 19 og 21 og leygardag millum klokkan 13 og 15, siga tey í Hvannasunds kommunu.
Grindin, ið var funnin fyrr í dag, er nú komin inn á Hvannasund, sunnanvert. Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at grindin fór í tvíningar í Svínoyarfirði. Tann bólkurin, ið er komin inn nú, er tann fyrri [...] inn. Karl Johansen sigur víðari, at tað verða bert latið drápspartar til teirra, ið búgva í økinum kring Hvannasund. Tað, ið eftir er, tá drápspartar eru latnir, fer til Eysturoynna.
ini liggja við blindan veg og í náttúruvøkrum umhvørvi. Í Hvannasunds kommunu er barnagarður við vøggustovu og frítíðarskúli, eins og barnaskúli er frá 1. til 7. flokk. Í kommununi er barnaansingin ókeypis [...] onnur grundstykki í Hvannasundi. Um áhugi er at koma á ein bíðilista, eru fólk vælkomin at senda ein teldupost til kommununa. Í Hvannasunds kommunu leggja tey aftrat, at arbeitt verður eisini við at gera ætlanir [...] Herfyri lýsti Hvannasunds kommuna tvey grundstykki í Hvannasundi, matr. 93h og matr. 93i til sølu, og nú veit kommunan at siga, at hesi grundstykki eru umbiðin. - Vit arbeiða við at útvega okkum onnur
undanfarna ár verður aftur í ár skipað fyri einari piparkøkuhúskapping í Hvannasunds kommunu. - Húsini skulu verða klár fríggjadagin hin 16. desember, og tey skulu latast inn í Café Old School millum klokkan [...] klokkan 17 og 18 henda dagin. Í Hvannasunds kommunu, har trivnaðarnevndin stendur fyri tiltakinum, siga tey, at myndir av piparkøkuhúsunum verða at síggja á Facebook-vanganum "Vit í tronganum". - Eisini fer [...] eru øll vælkomin í Café Old School at atkvøða um vakrasta piparkøkuhúsið. - Vinnarin verður eisini funnin hin 18. desember, og vinningurin er ein lekkur jólakurv, siga tey í Hvannasunds kommunu. Lagt verður
upp miðskeiðis í Hvannasundi ? nærhendis heiminum hjá Livari ? og í tjaldinum verður drekka og køka og ein gestabók, har høvi verður at skriva eina heilsu til Livar, siga tey úr Hvannasunds kommunu. Eisini [...] Í annaðkvøld klokkan 21.15 kemur Livar Nysted heimaftur til Føroya - eftir ferðina við Artemis Investments tvørtur um Atlantshav. Hesum ætlar Hvannasunds kommuna at gera nógv burturúr. Tá bussurin við [...] við Livari og fylgi er komin norður í Sund - allarhelst um 23 tíðina, skipar Hvannasunds kommuna fyri móttøkur fyri Livari. Á skránni verða røður, sangur og tónleikur ? og høvi verður at heilsa upp á Livar