tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at Iran hevur roynt at leypa á fleiri amerikansk herskip í økinum. Wall Street Journal veit at siga, at tað eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini [...] vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av skipinum. Almenna iranska tíðindastovan IRIB visti nakrar tímar eftir amerikanska álopið at siga, at USA [...] Sambært iranskum miðlum lovar iranska kollveltingarhirðin hevnd fyri amerikansku álopini. Hálvalmenna iranska tíðindastovan Tasnim veit at siga, at ein amerikansk rakett hevur rakt eitt iranskt tangaskip, men
velja sálmar at syngja til guðstænastur hvønn sunnu- og heiligdag í árinum. Ymiskt er hvussu hesi val verða gjørd og hvørjir tankar liggja aftanfyri. Leif Hansen fer í hesum fyrilestrinum at lýsa hetta evnið [...] valdir til útvaldar sunnudagar í kirkjuárinum. Fyrilesturin byggir á kanningararbeiði, sum Leif gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Fyrilesturin verður í Kirkjustovu í Havn 14. september kl 19.00. Øll eru vælkomin
áskoðaran finna sína egnu. [Ó]RÓ snýr seg um hesa tvístøðuna. At hoyra til og samstundis standa uttanfyri. At leita eftir friði og merkja órógv. At fara burtur – og kortini bera heimstaðin við sær. UM HANS [...] ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini at venda aftur til nakað, sum altíð hevur verið við honum. Landslagið [...] millum órógv og ró. Tóm rúm, stórir bygningar, mjørki, ljós og einsamallar figurur skapa eina kenslu av at vera á markinum millum nakað kent og nakað ókent. Verkini geva ikki eitt endaligt svar, men lata áskoðaran
broytt samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má [...] a seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi. Á hesum ríkisfundinum var [...] – Eg haldi ikki, at tingini skulu vera, sum tey altíð hava verið. Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin
heimaliðið frammanfyri 1.647 áskoðarum ikki at liva upp til greiðu favorittstøðuna móti Sønderjyske. Í steðginum var útiliðið á odda 15-9, og tað bleiv dýrt fyri Holstebro í síðsta enda. Holstebro avrikaði [...] 31-28 sigri til Sønderjyske. Teis skoraði eitt mál upp á eina málroynd. TTH Holstebro hevur trý stig fyri fýra dystir. Leygardagin klokkan 15 hevur TTH Holstebro aftur dyst á heimavølli. Hesaferð kemur Skjern
So hevur føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen roynt at vunnið ein kappingardyst í pólskum hondbólti. Liðið hjá Anniku, MKS Gniezno spældi í kvøld dyst á útivølli móti Start Elblag. MKS [...] umførini hevur Gniezno ein sigur og eitt tap. Í bestu pólsku hondbóltsdeildini vera trý stig latin fyri ein sigur, júst sum í fótbólti. Gniezno brúkti tríggjar málverjar í kvøld. Annika bjargaði trimum
morgunin 28. august eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Hann gjørdist 89 ára gamal. Meðan hann var innlagdur, varð hann viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og fyri bakteriella blóðeitran [...] loftverju og øðrum hernaðarstuðli, og landið stendur framman fyri einum krevjandi vetri, sigur Jonas Gahr Støre. Hann sigur, at teir millum annað fara at umrøða, hvussu norskur hernaðarligur og sivilur stuðul [...] ðharran at tosa um hernaðarstuðul til Ukraina. Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við
Fysioterapi kann hjálpa fólki at endurvinna rørslu, styrki og javnvág og at venja teir førleikar, sum skulu til, fyri aftur at kunna taka lut í gerandisdegnum. Málið er, at tann einstaki kann endurvinna [...] heilatilburðum. Samstundis vita vit, at nógv kann gerast fyri at fyribyrgja hjarta- og æðrasjúkum. Reglulig rørsla hevur stóran týdning og kann millum annað minka um váðan fyri hjarta- og æðrasjúku, høgum blóðtrýsti [...] sjúku og skurðviðgerð og við at hjálpa fólki at varðveita førleikar, styrki og sjálvbjargni. Felagsnevnarin er ofta tann sami: At fólk kunnu varðveita ella endurvinna førleikan at liva eitt virkið og sjálvbjargið
hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt at vera skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum. Sum landsgrannskoðari hevur Beinta millum annað gjørt sítt til, at stovnurin hevur verið [...] støðugari fakligari menning og at starvsfólkini hava sterkar og viðkomandi førleikar. Sjálv tók hon prógv sum cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2007. Nevnast kann, at Beinta var millum tey fyrstu [...] verið vertur fyri norðurlendskum arbeiðsfundum og ráðstevnum. Yrkisleiðin hjá Beintu Dam byrjaði sum skrivstovulærlingur. Hon var avlærd á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í
hvør næmingur undir stigi 2. OECD metir stig 2 vera grundleggjandi minstamarkið fyri teir førleikar, sum krevjast fyri at kunna taka virknan lut í nútíðarsamfelagnum. Samstundis eru lutfalsliga fáir føroyskir [...] hjá lærarum, og møguleikarnir fyri eftir- og víðariútbúgving eiga at verða styrktir. Harumframt verður mælt til, at náttúruvísindi verða fast skrivligt próvtøkufak á sama hátt sum føroyskt og støddfrøði. [...] framvegis munandi aftan fyri flestu Norðurlond í náttúruvísindum. Bara Ísland er á sama lága stigi sum Føroyar. Ov nógv í botninum – ov fá í toppinum Ein gjøgnumgangandi trupulleiki er, at stórir bólkar av føroyskum