ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen. Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan, sum eigur at lofta teimum, sum koma í arbeiðsloysi, men ikki at geva ávísum vinnugreinum [...] haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest av einum planbúskapi frá einari farnari tíð. Tað eru nakrar ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda [...] tað ikki skilagott, at almennar skipanir halda fólki føstum í eini vinnu, tá einki arbeiði er. Atli Gregersen heldur ikki, at fiskavirkisskipanin er tann einasta skipanin, sum eigur at verða tikin av. –
dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til [...] farið er at skýma, verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er [...] Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði. Ternan siglir at kalla hvønn tíma frá klokkan 8 leygarmorgun til klokkan 5.30 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo
imir eru nú eftir, at ikki ber til at sigla Bandero úr Íslandi, sjálvt um skipið verður mett sjóført. Watson sigur, at arbeitt verður við at fáa skipið leysgivið. Hann ætlar ikki at gevast við stríðnum [...] øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalaveiðiskipini. Watson ákærir íslendsku sjóverjuna fyri at hava latið hvalave [...] útgerðini. Watson og manningin avgjørdu tí at sigla inn um íslendska 12 fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá
samveldinum. Kristrún Frostadóttir segði, at hon sjálv heldur, at Ísland nú hevur møguleikar at fáa ein góðan sáttmála við ES. Men hon lovaði samstundis, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni. Verður [...] forsætisráðfrúan, at politisk semja kann fáast um í staðin at styrkja EBS-sáttmálan og tryggja, at Ísland lýkur tær skyldur, sum landið hevur átikið sær sambært sáttmálanum. – Um fólkið ikki ynskir at fáa ein [...] er betur at verða heima enn at fara avstað, segði hon. Verður úrslitið hinvegin ja, fer Ísland sambært Kristrún Frostadóttir við uppreistari pannu til samráðingar og fer at standa saman um at fáa ein so
borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. - Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu [...] Sunda kommuna byrjaði í fjør at hava árligar borgarafundir runt í ymisku bygdunum. - Nú eru dagfestingar settar á borgarafundirnar í 2026, og byrjað verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20. Í Sunda [...] Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi. Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk bæði rís og rós. Endamálið við bor
náttúruvernd er, at nýggj inntriv, so vítt gjørligt, verða savnað í økjum, sum longu eru ávirkað, heldur enn at taka nýggj og órørd náttúruøki í nýtslu. Í hesum sambandi eigur møguleikin fyri at leggja fjal [...] Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at náttúruatlit fáa avgerandi týdning í sambandi við ætlanina um eina fjallasúkklubreyt við Fjallið og Vesturvarða. Økið við Lítlafjall [...] broytingar í landslagnum. FNU heldur tí, at áðrenn farið verður undir slíkt inntriv í órørt ella lítið ávirkað náttúrulendi, eiga aðrir staðsetingarmøguleikar at verða kannaðir til fulnar. Ein grundleggjandi
roykeitran. Løgreglan hevur illgruna um, at persónurin sjálvur setti eld á, og tí varð hann skuldsettur fyri tað, áðrenn hann fór á Landssjúkrahúsið. Eitt vitni hevði sæð, at viðkomandi var einsamallur á vesinum [...] sum bendir á, at eldurin kann vera kyknaður av sær sjálvum. Har var heldur einki, sum kundi bent á eitt nú skammlop. Eitt ruskílat var millum tað, sum kundi brenna. Eldurin gjørdi, at vesið og hølið uttan [...] Løgreglan hevur illgruna um, at eldurin varð ásettur. Beint eftir klokkan 17.30 í gjár varð boðað frá eldi á vesinum í Steinatúni í Havn. Tá sløkkiliðið kom á staðið, varð ein persónur funnin inni á vesinum
Í Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at ætlanin er at fara at asfaltera í Hósvík mikudagin í næstu viku. - Arbeiðið, sum skal gerast, fevnir um Áarvegsbrekkuna og Garðsendaveg norður til Giljaveg, siga [...] siga tey í kommununi. Í samband við asfaltarbeiðið, heitir kommunan á fólk um ikki at seta nakað í vegin á nevndu vegastrekkjum, sum kann órógva arbeiðið.
Endamálið við íverksetarahúsinum er at skapa eitt livandi arbeiðs- og menningarumhvørvi, har íverksetarar kunnu arbeiða, hittast, deila vitan og fáa sparring til at menna síni hugskot. Tey, sum fáa innivist [...] Umsóknirnar verða vðgjørdar leypandi. Les meira um íverksetarahúsið her . Umsóknarblað eru at finna við at klikkja á her . [...] Leygardagin kl. 12 til 14 verður opið hús í Haraldsstovuhandilinum í samband við at Vága kommuna nú letur upp fyri umsóknum um innivist í Íverksetarahúsinum í Haraldsstovu í Sandavági. Í húsinum eru fimm
í 25 vikur. Arbeiðsgevarin hjá kvinnuni boðaði tó frá, at hann ikki fór at fylgja avgerðini. Javnstøðunevndin heitti síðani á arbeiðsgevaran um at fylgja avgerðini og rinda ásettu samsýningina, tó uttan [...] Javnstøðunevndin skrivar, at 28. januar 2026 tók javnstøðunevndin avgerð í einum klagumáli, har nevndin kom til ta niðurstøðu, at ein arbeiðsgevari hevði brotið reglurnar í Javnstøðulógini um mismun í [...] Javnstøðulógini. Í juni 2026 heitti nevndin á Ákæruvaldið um at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum. Nevndin mælti somuleiðis Ríkisumboðnum til, at kvinnan fær fría rættargongd til rættarmál um samsýning.