níggju ár áhaldandi at hava stríðst fyri kærleikanum. Í dag eru vit savnað her, í kirkjum og framman fyri skíggjar til sorgargudstænastu. – Vit eru her fyri at syrgja deyða Haralds kongs fimta. Fyri at minnast [...] og verfaðir. Tankar okkara eru hjá teimum í sorgini. Vit hava mist okkara fólkaalskaða kong, segði dómprósturin í innganginum. Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið [...] við nýggja konginum í Noregi, Haakon kongi, á odda kom fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið
Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur og einastovur, í rúmligari [...] vakthavandi ljósmóður. So taka vit ímóti tykkum á H2. Á heimasíðu okkara ber eisini til at kunna seg um bæði viðgongutíð, føðing og barsilstíðina, skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. ##med2## [...] Við hesum hava vit bestu møguleikarnar at bjóða okkara smæstu vælkomin og geva teimum bestu møguligu byrjanina uppá lívið. Starvsfólk nevna eisini týdningin av at arbeiða í hølum, sum eru lagað til tørvin
goymd á føroyskum øki. Løgtingið lýsti eisini við hesari samtykt, Føroyar at vera kjarnorkuvápnafrítt øki. Síðani fyrstu kjarnorkuroyndarspreingingina 16. juli 1945 eru fleri enn 2000 framdar. Tað eru í dag [...] Frankaríki, sum øll eru limir í trygdarráðnum hjá ST og hava sýtingarrætt har. Hini 4 londini, ið hava kjarnorkuvápn, eru India, Pakistan, Norðurkorea og Ísrael. Umleið 30 av heimsins londum eru umfataði av [...] friðarrørslan er vorðin limur í og luttók á fundi hjá á Hardangerakademinum í Jondal í Norra mánaðarskiftið juli/august í ár. Við vón um, at løgting og landsstýri fylgja upp á hesa áheitan frá friðarrørsluni. Tórshavn
Málið er latið løgregluni, sum nú kannar hóttanirnar. Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú, sigur at støðan als ikki kann góðtakast. – Vit eru øll góð við Ísland, og vit mugu kunna fara ígjøgnum eina slíka [...] slíka tilgongd í friði og náðum, sigur hon. Hon leggur samstundis dent á, at almenna kjakið um fólkaatkvøðuna sum heild hevur verið gott fyri íslendska samfelagið. Kortini stúrir hon fyri villleiðandi [...] fingið hóttanir, tó ikki eins álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr
var boðskapurin: “Einki um okkum uttanum okkum”. Hetta skuldu vit klára sjálvi – og nú liggja bæði vaktarskipini. Øll eru samd um, at vit mugu vera trygg, men avbjóðingin hevur verið, at slíkar íløgur [...] Trygd á sjónum er alneyðug fyri okkara samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni [...] einki hent. Men hetta mugu vit broyta, tí slíkar støður eiga ikki at koma fyri, tá tær kunnu fyribyrgjast. Landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum ætlanum fyri, hvussu vit tryggja Føroyar – og eigur at
Nielsen, løgtingskvinna, vil hava greiðu á, hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan, og hvussu nógv økið kostar landi og kommunum. Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum [...] skrivligan fyrispurning um serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar. Løgtingskvinnan vísir á, at næmingatalið í Skúlanum á Trøðni veksur, samstundis sum fleiri kommunur hava serflokkar í fólkaskúlanum. Bíðilistin [...] spurt, hvussu nógv starvsfólk, roknað í ársverkum, arbeiða í serskúlatilboðum nú samanborið við fyri fimm árum síðani. – Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt barn sleppur at blóma? spyr løgtingskvinnan
ull. - Vit síggja ofta at áhugin verður vaktur. Áðrenn hevur bara verið hugsa um kjøti, og ullin skuldi brennast, helst skuldi eldur setast á longu á rættini. Men nú hava vit havt nógvar bóndakonur á skeið [...] og vísi teimum hvussu vit spinna. Onkur vil sjálvur royna, og tað sleppa tey, men hetta er ikki nakað tú dugir fyrstuferð tú roynir. Vit bjóða kaffi, og tá tey fara útaftur eru vit heimsins bestu vinir [...] seyð, og hava nógva vitan og royndir, tá verður prátað um munin á teirra ull og tí føroysku. Útlendingarnir eru spentir at síggja og royna, og á Spinnarínum fáa tey hendurnar í ullina. - Fólk dáma at koma
, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin á Viðareiði. – Vit eru ómetaliga glað og takksom fyri áhugan. Tað hevur verið nógv ferð á søluni [...] søluni, og nú eru bert nøkur hundrað atgongumerki eftir. Heldur sølan fram, sum mangt bendir á, er tað als ikki óhugsandi, at Norð Festival hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri [...] - Áhugin fyri ársins Norð Festival á Viðareiði hevur verið metstórur, og nú eru færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður
tey, sum eru fólkavald í býráðnum, at steðga á og hyggja einaferð aftrat eftir verkætlanini. Tað er tað, eg havi kallað eitt livandi talvspæl. Vit kenna spælið. Vit síggja brikkarnar. Og vit síggja fleiri [...] Og so eru tad tey, sum kanska halda, at ein sum eg - ein útisetið burdi blanda seg uttanum … men tað ber ikki til at koyra okkum til viks: Tí vit standa saman. Vit taka orðið. Vit tora og vit gevast ikki [...] tordu at standa á odda fyri at verja eitt stað, vit elska. Og tað er júst tað, sum er styrkin í einum fólkaræði: At vit ikki bara góðtaka, men tora at spyrja – og halda fast. Tí tá vit taka orðið og ikki
til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini. Tí fara vit á fundi í Mentamálanevndini komandi mikudag, at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum [...] møguliga verður ístaðin ein fyribils loysn funnin, ið lýkir treytirnar hjá Oyggjaleikunum. ##med2## Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er [...] staðsetingini, síðan hon á fyrsta sinni varð samtykt í 2016. Ein stórur meiriluti hevur somuleiðis atkvøtt fyri tí í fleiri umførum. Ført verður fram, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum aftaná