ótrúlig prestasjón av Áka og liðfeløgum hansara. Tá Áki legði upp til bæði málini var talan um góðar fríspælingar. Í fyrra førinum ein stutt sending, og í seinna førinum ein lang og presis sending. Tá liðini [...] Uppsala var Sirius á odda bæði 3-0 og 4-2, men tá megnaði Mjällby javnleik 4-4. Tá skoraði Áki tvey mál til støðurnar 3-1 og 3-2. Samlaði málmunurin millum Mjällby og Sirius er í hesum kappingarárinum: [...] svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby
Tað skriva Washington Post og New York Times við støði í ónavngivnum keldum. Meðan tíðindafólk og eisini fleiri av starvsfólkunum hjá Trump hildu, at forsetin fór avstað við einari eldri útgávu av Air [...] varð eitt akfar, sum vanliga flytur mat út til flogfør, brúkt. Trump fór fyrst umborð á gamla Air Force One, meðan tíðindafólk og sjónvarpsmyndatól fylgdu við. Hinumegin flogfarið varð tó ein matvørubingja [...] matvørubingja lyft upp í hædd við flogfarið. Haðani slapp Trump ósæddur úr flogfarinum aftur og varð fluttur til C-32A-flogfarið. Fráferðin hjá Trump av Nato-toppfundinum hevur longu fingið nógva umrøðu. Miðlar
útgávuna. Konsertferðin spennir víða. Fyrst Norðurlandahúsið og síðan verður farið til Íslands - annað heimið hjá Eivør - har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar [...] ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl [...] heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa. Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá : “Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær og eg gleði meg ótrúliga
vegum, og fýra vóru á landsvegnum. Samstundis hava børn og vaksin peikað á 14 vegastrekkir og vegamót, har tey kenna seg ótrygg. Tølini standa í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar [...] leiðina millum Sands skúla og frítíðarskúlan tryggari. Tvørgøta verður eisini skotin upp at verða einvegis oman móti Heimasandsvegi. Borgarar hava greitt frá fleiri óhappum og nærumóhappum við Tvørgøtu [...] millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli Ferðslutrygdarætlanin er dagfest 17. juni 2025 og verður nevnd
nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður kaffi-neyst, pylsu-neyst og øl-neyst. Frá klokkan 18 og úteftir verða fleiri ymisk tiltøk í Hósvík. Her verður útimøti, tónleikaframførslur, og klokkan 23 fer Guttormur [...] ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á [...] Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið verður sett á Eiði klokkan 11.45, og eftir setanina loysa fyrst árabátar klokkan 12 og síðan aðrir bátar klokkan 12.30. Viðhvørt er tað ein avbjóðing at sigla undir
umleið ein fimtingur av heimsins olju- og gassflutningi gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman. Ósemjan um Hormuzsundið tók seg upp fyrst í mars, eftir at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran. Iran svaraði [...] annað krevur Iran, at amerikanski flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran verða avtikin, at amerikanskar herdeildir taka seg úr økinum kring Iran, og at USA rindar Iran krígsskaðaendurgjald. Harumframt [...] sigling og rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið. Men tað merkir ikki, at sundið verður latið upp sum vanligt. Araghchi avvísir eisini, at beinleiðis samráðingar eru millum USA og Iran. Londini
Í vinnulívi gongur upp og niður, og mangan mundi leika hart á, ikki minst í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og tá ræður um at standa sum drangur í brimi, og ikki falla í fátt. Og Heri hevði eginleikan [...] s í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra. Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið [...] Vestergaard í Lágabø og Rúna í Lágabø, fyri teirra smittandi lívsgleði, og ótroyttiliga og ósjálvsøkna arbeiði, bygdini og ungdóminum at frama. Av sonnum hava tit uppiborið herðaklapp og allan heiður. Vinaliga
—————— – Hetta var ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum á høgum stigi. Teir stóðu seg eisini væl, og hugburðurin og arbeiðssemið vóru framúr [...] javnleikur og tvey tap, ið samanlagt rakk til eitt tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini. Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska B93. Kristjan Róksson og Hjalti Rógvason [...] framúr. Samstundis sóu vit, at tað góða arbeiðið, sum feløgini og FSF gera í felag við at menna okkara ungu spælarar, ber ávøkst. Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum
einstaka næminginum og samstundis menna læringina. – Við eini væl virkandi tvílæraraskipan eiga vit betur at kunna røkka einstaka næminginum, menna læringina og fyribyrgja mistrivnaði, einsemi og skúlafráveru [...] víðkað til og við 6. flokk, tá 13 til 20 næmingar eru í flokkinum. Skipanin skal sambært álitinum eisini fevna um samanlagdar flokkar. Bárður á Lakjuni, sum sjálvur er útbúgvin lærari, vil tó fyrst hyggja [...] tvílæraraskipan og co-teaching. – Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera við til at gera nógv viðurskifti betri í fólkaskúlanum, tað veri seg bæði at møta einstaka næminginum og tørvinum hjá honum
sum ikki byrjaði við krøvum um alt tað, sum skuldi broytast, men fyrst royndi at byggja samband og álit. Fyrst samband. Síðani álit. Og kanska, við tíðini, eitt ja til hjálp. Hetta snýr seg ikki um at [...] Í desember 2024 doyði pápi mín. Mamma og pápi mín búðu saman, og bæði vóru álvarsliga sálarliga sjúk. Mamma hevur í nógv ár livað sera avbyrgd og hevur tørv á hjálp til heilt vanlig viðurskifti í gera [...] stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi verið í sambandi við bæði kommununa og Almannaverkið, og tey hava