greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar [...] Í býráðshúsinum bjóðaði borgarstjórin, Karl Johansen, gestunum vælkomnum, áðrenn tey vitjandi fingu framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt [...] førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum. Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði
leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin [...] á Viðareiði við barnalandi, kamping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni har norðuri. Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur [...] hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum. Stóra høvuðsnavnið er legendariski
Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið »Gloym [...] »Lap Dance Boogie«, »Gloym Meg« og »Heim frá Amerika«. Men í kvøld verður Norðkraft fyri fyrstu ferð ein pallbólkur, tá teir spæla á Ljósfest í Vági. Konsertin verður samstundis eitt slag av tíggju ára [...] Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmundi Jacobsen, meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur. Á skránni í kvøld verða bæði løg hjá Norðkraft
upplagda vongverjanum í høgru Hera Hjalt Mohr setti bóltin í B68 málið. Tíggju minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Dan í Soylu, ið var aftur [...] seinnapartin í Gundadali hevði vitjan av B68. Hetta var sætti sigurin á rað hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum. HB er nú á triðja plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking, sum seinni í kvøld [...] kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki
Leikluturin hjá NSÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað varð staðfest í Klaksvík í kvøld, tá ið NSÍ hevði vitjan av sveisiska Lugano. Í Sveis vann Lugano í 33 hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini [...] tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið. Og [...] samantalt 2-2. Soleiðis var støðan í seks minuttir. Tá minkaði sveisiska liðið um málmunin til 2-1, og tíggju minuttir undan leikloki javnaðu gestirnir til 2-2. Teir í NSÍ eiga at iðra seg um málini, sum
ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin. Út á kvøldið fellur hitin spakuliga niður í um 11 stig. Nakað av vindi verður [...] hann minkar so líðandi út á kvøldið. Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert [...] samstundis sum vindurin minkar. Tí eru útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu. - Í hesum sambandi verður eingin ferðsla á vegastrekkinum millum Effo og býráðshúsið, tó er býarbussurin undantikin. Sagt verður, at ferðslan í hesum tíðarskeiði [...] - Í samband við arbeiðið at hosufóðra høvuðsspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyarpálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og [...] - Orsøkin til, at arbeiðið verður gjørt á hendan hátt er, at høvuðsspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint yvir kloakkdekslunum, meðan
javnleiki. KÍ er í kendu uppstillingini í Europa – 5-4-1. René Shaki Joensen er nýggjur í miðverjuni, meðan Dani Pavlovic, sum er smáskaddur, og Odmar Færø, sum ikki hevur verið í dysti síðani mitt í juli, eru [...] fór at eydnast at vinna KÍ í europeiskt bólkaspæl. Í 2023 var KÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð við í europeiskum bólkaspæli. Umstøðurnar eru góðar at spæla fótbólt í Riga í kvøld. Tað er turt og 18 [...] stadion í letlendska høvuðsstaðnum Riga. KÍ er gestur hjá Riga, og hjá báðum pørtum er setningurin at vinna og harvið at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust í Klaksvík
matstovan er á Biskupstorginum, mitt í býnum, og hevur pláss fyri umleið 40 gestum. Etika lat fyrstu ferð upp í juli 2009 og hevur síðani borðreitt við sushi í Føroyum. Í 17 ár hava vit arbeitt miðvíst við [...] Etika síðan byrjan, er í Klaksvík fyrstu dagarnar fyri at tryggja, at nýggja matstovan kemur væl frá byrjan. - Vit eru bæði fegin og stolt av at lata okkara fjórðu Etika-matstovu upp í Føroyum. Vit vóna, at [...] at norðoyingar og tey mongu, sum vitja í Norðoyggjum, fara at leggja leiðina framvið og fáa eina góða matuppliving, sigur Johannes Jensen, stjóri. Um vikuskiftið er opið fyri matstovugestum fríggjadagin
farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár. - Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014 og hevur starvast innan [...] býráðsfundi hin 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík. Hann byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september [...] frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið. Í Sunda kommunu vísa tey á, at síðan 2019 hevur hann starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu. - Eitt stutt skifti starvaðist