Í Kvívíkar kommunu heita tey í dag á sínar borgarar um at rudda økið Niðri í Urð. - Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri [...] Niðri í Urð, um flyta bátar, bátavognar og ymiskt annað av økinum. - Økið, sum skal ruddast, er markerað, og ruddast skal áðrenn mánadagin hin 17. august, siga tey í Kvívíkar kommunu.
Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk- [...] hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga [...] orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar. Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd. Russiska
endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Kelda hjá in.fo í Eysturkommunu [...] sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í samrøðu við Stöð 2/Vísir staðfestir høvuðsvenjarin hjá Víkingi Reykjavík, Sölvi Geir Ottesen, at talan verður ein stóran miss, tá Gunnar gevst í felagnum [...] Ottesen í samrøðuni. Sölvi Geir Ottesen slær fast, at Gunnar verður við á liðnum, tá Víkingur spælir returdyst á Víkingavøllinum móti Thun úr Sveis. Talan er um seinna dystin í triðja undanumfarinum í Europa
samfelagið. Umsitingarætlanin riggar heldur ikki Veikleikin í skipanini sæst eisini í umsitingarætlanini fyri botnfiskastovnarnar, sum varð sett í verk í 2021. Ætlanin byggir á, at fiskidagatalið kann skerjast [...] reiðarí hava ymisk úrslit Munurin sæst eisini í føroyska flotanum. Umleið 80 prosent av virðinum í føroyskum fiskiskapi verður í dag skapt undir kvotuskipanum. Í teimum fiskiskapum, sum verða reguleraðir [...] setur. Hví skuldi tað verið øðrvísi í botnfiskiskapinum undir Føroyum? ##med2## Vit regulera arbeiðsinnsatsin í staðin fyri veiðuna Ein grundleggjandi meginregla í góðari regulering er, at regu
fór fram 4. august, tá eitt flogfar hjá Air India var á veg úr Phuket í Tailandi til Delhi í India við 137 ferðafólkum umborð. Flogfarið misti brádliga umleið 300 føtur – góðar 90 metrar – í hædd, og 17 [...] indiskum miðlum kann talan hava verið um brek í øllum trimum hydraulisku skipanunum í flogfarinum. Keldur við kunnleika til málið hava upplýst, at fleiri brek í hydraulikkinum og stýriskipanunum komu fyri [...] Bureau d’Enquêtes et d’Analyses, tekur lut í kanningini, tí Airbus hevur høvuðssæti í Fraklandi. Kanningin verður væntandi serliga vend móti teknisku skipanunum í flogfarinum, flogdátum og upptøkum úr stýrhúsinum
Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri í føroyskum ítrótti, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast gjøgnum [...] Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran. Móttøkan verður fríggjadagin tann 14. august frá klokkan 15.00 til 18.00 í ÍSF húsinum
Um vikuskiftið er Regatta í Sundalagnum, ovastevna í Nólsoy og Ljósfest í Vági, og hetta verða ikki seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði [...] Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði. Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í morgin - fríggjadagin hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið verður [...] Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum frá klokkan 17-20. Matsmiðjan hjá Ruben Busk fer at borðreiða við mati til regattagestir. Longu klokkan 15 í morgin lata nøkur neyst upp í Hósvík, og her verður
800 hitatengd andlát vóru í Týsklandi fram til og við viku 29 í 2026 - ikki serliga hugaligt. Trý stig - tað ljóðar ikki av nógvum Í summar havi eg sett meg eitt sindur inn í tað, sum týski klimagranskarin [...] Joachim Schellnhuber vísir á. Hann stóð í mong ár á odda fyri viðurkenda Potsdam-stovninum fyri veðurlagsgransking. Í einari samrøðu við eysturríksku tíðindasendingina ZIB2 í desember 2023 lýsti hann støðuna [...] sindur ógvusligt. Og trý stig ljóða í sjálvum sær ikki av so nógvum. Í Føroyum kann hitin broytast meira enn tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um
útvarpssamband í Viðareiðistunlinum. Hann spyr, hvussu langt arbeiðið at gera útvarpssamband í tunlinum er komið, og nær roknað verður við, at arbeiðið verður liðugt. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu [...] Nú vil Eirikur í Jákupsstovu hava at vita, nær arbeiðið verður liðugt. Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um [...] Jákupsstovu á, at peningur varð settur av í síðstu fíggjarlógini hjá undanfarna samgongu til at tryggja, at útvarp skuldi kunna hoyrast í Viðareiðistunlinum. – Nú árið er væl meira enn hálvliðið, er arbeiðið
fingið stuðul fyri verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera [...] løgfrøðingi á odda, skuldi góðkenna. Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin [...] Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt í ár, og tí skulu privatu miðlarnir framvegis vera undir eftirliti av