ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin. Út á kvøldið fellur hitin spakuliga niður í um 11 stig. Nakað av vindi verður [...] hann minkar so líðandi út á kvøldið. Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert [...] samstundis sum vindurin minkar. Tí eru útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður
Leikluturin hjá NSÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað varð staðfest í Klaksvík í kvøld, tá ið NSÍ hevði vitjan av sveisiska Lugano. Í Sveis vann Lugano í 33 hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini [...] tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið. Og [...] samantalt 2-2. Soleiðis var støðan í seks minuttir. Tá minkaði sveisiska liðið um málmunin til 2-1, og tíggju minuttir undan leikloki javnaðu gestirnir til 2-2. Teir í NSÍ eiga at iðra seg um málini, sum
Gransking.fo: Talan verður um fimm tiltøk við sama leisti, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum [...] Jarðfeingi Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið Sands Bókasavn hóskvøldið 17. september kl. 19 Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá [...] Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum Margretha Nónklett, Tjóðsavnið Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 15. september kl. 19 Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum
upplagda vongverjanum í høgru Hera Hjalt Mohr setti bóltin í B68 málið. Tíggju minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Dan í Soylu, ið var aftur [...] seinnapartin í Gundadali hevði vitjan av B68. Hetta var sætti sigurin á rað hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum. HB er nú á triðja plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking, sum seinni í kvøld [...] kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki
Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið »Gloym [...] »Lap Dance Boogie«, »Gloym Meg« og »Heim frá Amerika«. Men í kvøld verður Norðkraft fyri fyrstu ferð ein pallbólkur, tá teir spæla á Ljósfest í Vági. Konsertin verður samstundis eitt slag av tíggju ára [...] Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmundi Jacobsen, meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur. Á skránni í kvøld verða bæði løg hjá Norðkraft
leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin [...] á Viðareiði við barnalandi, kamping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni har norðuri. Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur [...] hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum. Stóra høvuðsnavnið er legendariski
greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar [...] Í býráðshúsinum bjóðaði borgarstjórin, Karl Johansen, gestunum vælkomnum, áðrenn tey vitjandi fingu framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt [...] førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum. Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði
og skrivstova hjá Nema í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna, skrivar Nema í tíðindaskrivi. Týsdagin [...] Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum, neyvari sagt, í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21, í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru savnað á somu hædd, so vinnukundar kunnu koma inn á gólvið [...] fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá
minuttir aftrat, og tá var tað, at NSÍ miðverjin í 98. minutti og við høvdinum eftir innlegg úr høgru frá innskifta Alex Freyr Elisson stýrdi bóltin í málið. Í morgin, 24. august, vera tað 122 ár síðani, at [...] á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Conference League á útivølli ímóti Riga FC. Fyrri dysturin, sum var í Klaksvík síðsta hóskvøld, endaði málleysur. [...] Tað endaði 2-2, tá ið tað seinnapartin var toppdystur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tað er eyðsýnt, at tað eru teir gulu og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við
har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference [...] liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík verður setningurin hjá NSÍ nett tann sami, sum hann var fyri einari viku síðani, tá ið NSÍ var á útivølli í Slovenia ímóti FC Koper. Tá var útgangsstøðan [...] við tveimum málum, tí slovenska liðið vann 2-0 í Klaksvík. NSÍ megnaði at reisa seg og eftir longdaleiktíð og brotssparkskapping at vinna seg víðari í kappingini. Nú er møguleiki at endurtaka hetta bragdið