síðuni. Í summum førum rakar lamnið talusentrið, og tá kunnu evnini at samskifta við onnur, tað er at tosa og fata tað, onnur siga einum, verða ávirkað. Hetta verður rópt afasi. Nú hevur nevndin í felagnum
Okkara uppgáva er líka nógv at hjálpa fangunum, vit eru eitt slag av sosialráðgevum, sigur Sigmund. Fleiri kvinnur eru eisini fangavørðar, og tað er eingin forðing. Eg haldi, at tað ofta er ein fyrimunur [...] føroyingar sum fangavørðar, og ein teirra er Sigmund Jensen. Hann roknar seg fyri at vera føroying, sjálvt um hann er føddur í Roskilde, og pápin er dani. Mamma hansara er úr Nólsoy, og Sigmund hevur altíð ferðast [...] tosa við fangarnar. Tað er so nógv, sum ein fangi ikki kann gera sjálvur, tí hann er avskorin frá umheiminum. Eitt nú øllum pappírum mugu fangavørðarnir tí hjálpa fangunum við. Tað kemur eisini tann dagur
eru 13 ár, tá ið røðin byrjar. Allar bøkurnar eru spennandi, men tað er ikki bara sjálv krimisøgan, ið ger tær lesiverdar. Høvundurin er sera samfelagsmedvitandi, og hvør bókin viðger ávíst evni, t.d. rúsevni [...] krimi-høvundar er hann ógvuliga neyvur í lýsingum sínum av umhvørvinum. Aftan fyri hvørja bók liggur stórt kanningararbeiði. Í hesari fyrstu er evnið nýnasisma og fremmandahatur: Ein morgunin er skúlagarðurin [...] ryggsekkinum ? (søgubrot). Vit báðir, Vitri 1, KEMPURNAR FALLA, er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helgi Justinussen hevur bundið inn. Bókin er 152 síður og kostar kr. 125.
hvør er tað? Tú sjálvur. Hann sæst í speglinum, eins og Judas, ið var fyrsti sjálvmordari, skaldið kendi. Hetta er gott, heilskapað og búgvið yrkingasavn. Tað er sterkt og fult av áræði og humor. Tað er [...] Ongin sól er til. Og sum oftast eru yrkingarnar partur av hesari ringrás av mótsetningum og mótsagnum. Her eru tár, men eingin grætur. Her er ein sjúklingur, sum einki feilar. Her er lív, her er ein verð [...] bøkur fyri at eg skal mentast. Eg lesi, tí eg skal eta tær«. Og Ongin sól er til er góður kostur. Tað skal eisini sigast, at perman er óvanliga ljót og keðilig, og hóskar illa til eina so góða bók. skrivað
árum síðani, og tað er ikki meira enn gott fimti ár síðani, at skipað tannarøkt byrjaði av álvara. Áðrenn ta tíð hava fólk hjálpt sær sum frægast, tá tannapínan herjaði. Kappingarevnið er tannasøgan í síni [...] heitinum »Stórhvalaveiða«, sum hevur verið á skránni hjá Setrinum fyri 1996-1997 er úti 1. august 1997. Kappingarevnið er stór-hvalaveiða sum heild. Hugsað verður t.d. um spurningar sum hesar: Yvirlit yvir [...] hugsast at nýtt høvi at skriva um upplivingar og kenslur. Freistin at lata inn tilfar til hesa kapping er sett til 1. august 1998. Gjølligari upplýsingar fáast á Fróðskaparsetrinum. Dómsnevndir verða valdar
málmunurin er 3-22. Men teir hava ikki mist mótið: Einaferð fara vit at vinna, og sjálvt um eg veit, at teir hava eitt fínt lið, so haldi eg, at møguleikin er eins stórur ímóti HB, sum hann er ímóti øllum [...] fara vit at fáa stig, og kanska verður tað í morgin, heldur venjarin. Landsmaður hansara, Tomek, er farin aftur til Póllands. Eftir at hann kom til Føroya gjørdist tað greitt, at hann hevur sáttmála við pólskt [...] pólskt felag. Sáttmálin gongur ikki út fyrrenn 1. juli, og tað var orsøkin til, at spæliloyvið ongantíð kom til Føroya. Tað er møguleiki fyri, at pólverjin kemur aftur eftir summarfrítíðina. HB nýggjan
sum við einum javnleiki ella sigri, kann leggja seg sera væl fyri í oddinum. Tað er einki at ivast í, hvat kravið til B36 er í hesum dystinum: teir skulu vinna. Vágbingar koma í Gundadali við einum varnum [...] teir taptu móti VB, men tað hevur alstóran týdning, at teir fáa vent skeivu gongdini áðrenn sjálvsálitið fer at bila, soleiðis sum tað ofta kann gera hjá sjálvt góðum liðum. Hjá B36 er stór kapping um plássini [...] teimum sera væl. Skuldi tað hent, at teir vinna dystin liggja teir sera væl fyri, tvey stig aftanfyri B36 og við tveimum dystum færri. Fyri støðuna hjá B36 á stigaltavuni hevði tað ikki verið nøkur vanlukka
Okkara menn skulu bara syrgja fyri at fáa tað besta burturúr ítróttarliga partinum, og tað er stórur fyrimunur. Eydnuspælið Spurningurin um endaligu upphæddirnar er tengdur at mótstøðulondunum. Upphæddirnar [...] Møguleiki er at fáa eitt av omanfyri standandi londum í bólk saman við Føroyum, men tað er eisini møguleiki fyri, at í staðin fyri eitt av hesum, kunnu Føroyar enda í bólk við t.d. Russlandi, og tað gevur [...] nýggjan sáttmála við UFA, hevði tað m.a. við sær, at Fótbóltssambandið nú beinanvegin fær 500 túsund týskar markar ella 1,9 milliónir krónur fluttar á konto. Hetta er tað, sum teir á sovornum máli kalla
Okkara menn skulu bara syrgja fyri at fáa tað besta burturúr ítróttarliga partinum, og tað er stórur fyrimunur. Eydnuspælið Spurningurin um endaligu upphæddirnar er tengdur at mótstøðulondunum. Upphæddirnar [...] Møguleiki er at fáa eitt av omanfyri standandi londum í bólk saman við Føroyum, men tað er eisini møguleiki fyri, at í staðin fyri eitt av hesum, kunnu Føroyar enda í bólk við t.d. Russlandi, og tað gevur [...] nýggjan sáttmála við UFA, hevði tað m.a. við sær, at Fótbóltssambandið nú beinanvegin fær 500 túsund týskar markar ella 1,9 milliónir krónur fluttar á konto. Hetta er tað, sum teir á sovornum máli kalla
við, at tað verða nógv, sum vilja hava part av køkuni? Tað er einki at ivast í, og vit vóna, at peningurin, sum FSF vinnur, kemur føroyska fótbóltinum í breiðum týdningi til góða. Men fyri at tað skal bera [...] dagpengum og bonus. Í avtaluni, sum er galdandi við spælararnar, fáa teir umframt dagpengar, eisini samsýning, sum er treytað av úrslitunum, og tað halda vit er ein góður máti. Úrslitini eru vorðin alt [...] eru øktar: Tað er møguligt. Men vit hava heitt á politikarnar um ikki at nerta upphæddina. Skulu vit standa okkum í altjóða fótbólti, so er neyðugt, at ungdómsarbeiðið verður styrkt, og tað ætla vit at