Seinnapartin í gjár vitjaði Eddy Middeldorp, hálendskur sendiharri í Danmark, Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Á fundinum luttók eisini Hanus Hansen, ið júst er tilnevndur hálendskur konsul.
Nú er stundin aftur komin til undirhald, skemt, hugna og tónleik. Stand-Up sum varð roynt fyrstu ferð vetrarmánaðirnar fyrr í ár, tekur nú táttin uppaftur. Í kvøld borgar hugnaliga miðstovan, í gamla