Tí eigur at haldast fast við, at tann sum fíggjar granskingina eigur úrslitini, og so er tað ábyrgd hjá vinnuni at tryggja, at úrtøkan av vinnugransking er nóg stór, og ábyrgd hjá tí almenna at tryggja [...] uppá gransking og at hon kann geva úrtøku. Nú skundar man sær at rætta uppá henda skeivleika, men ger sær ikki neyðugan ómak at kanna, hvussu úrtøkan er mest møgulig. Tað er gott at royna at finna styttri [...] hesa gjógv lættari at loypa um, vil úrtøkan av vinnugransking økjast, og vinnugransking vil tá økjast uttan at neyðugt er við almennum stuðli. Tað almenna fær úrtøku antin við at at brúka vitanina frá
kortið og megnaði eisini at geva ein íblástur í hjørtum føroyinga, men hon megnaði ikki at brúka sítt vald til tess at røkka teim felags málum, sum hon frá sínum valdsstóli átti at sæð lá í einum stórum meiriluta [...] var at samskiftið millum landsstýrið og føroyska veljaran var makt-kent. Landsstýrið samskifti ikki við føroyska borgaran fyri at fáa góð ráð og fyri at samansjóva áhugamálini, men heldur fyri at ?lumpa [...] einum globaliseraðum heimi. Mín meting er, at vit standa á einum vegamóti, har tvær høvuðsleiðir eru hugsandi. Onnur gongdin kann vísa seg at vera, at vit so at siga missa landið úr hondum. Vit kunnu missa
undirskrivað. Grønlendski miðilin Sermitsiaq vísir á, at í samgonguskjalinum verður staðfest, at grønlendskt er almenna málið, men at man ynskir at enskt verður fyrsta fremmandamálið í staðin fyri danskt [...] tá vit eru í ferð við at gerast partur av altjóða samfelagnum, er tað einans natúrligt, at vit skapa karmarnar fyri, at vit lættari kunna ogna okkum tað altjóða málið, soleiðis at enskt verður fyrsta f [...] ímóti at enska málið verður okkara fyrsta fremmandamál, stendur í nýggja samgonguskjalinum. Seinni í samgonguskjalinum verður hetta ynski aftur nevnt í samband við, at Grønland er í ferð við at gerast
Kringvarpinum, men eftir at teir báðir stjórnarflokkarnir høvdu fund um vikuskiftið, hava fleiri søgur verið at hoyrt í almenna kringvarpinum. Í lesarabrævi skrivar tingmaðurin, at hetta er at gera mun á politiskum [...] tí á kringvarpsstjóran at gera nakað við málið. Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevur, eina stóra uppgávu at taka sær av. Slagsíðan er stór, og tá ið tíðindafólk ikki duga at síggja tað, má stjórin [...] stjórin traðka til og tryggja, at munur ikki verður gjørdur á politiskum flokkum, skrivar Edmund Joensen. Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Edmund Joensen við at trýsta á her .
sjóvarfallinum og at tað ikki hevur hjálpt upp á støðuna. - Tað kann vera, at eg havi givið tykkum tað uppfatan, at hetta ikki var nakað, ið kom mær við. At eg hevði onnur viðurskifti at hugsa um. Eg taki [...] minuttir, lovaði hann at hækka minstulønina, lækka skattin og gera aðrar ábøtur, ið hava til endamáls at sissa mótmælisfólkini, ið verða nevnd Gulu vestarnir. Hann viðgekk eisini, at hann hevur verið ov [...] taki mín lut av ábyrgdini. Eg veit, at míni orð hava sært nøkur tykkara, segði forsetin í røðuni. Forsetin upplýsti, at hann hevði givið boð um, at frá 1. januar skal minstalønin hækkast við umleið 150 krónum
til, at árliga seglskiparegatta’in, sum verður aftur næsta summar, fer at byrja á Toftum og enda á Tvøroyri. Borgarstjórin í Nes kommunu, Johannus Danielsen, fegnast um, at kommunan nú fær høvi at bjóða [...] eisini fáa høvi at hýsa seglskiparegatta’ini, verður kommunan næsta ár karmur um tvey tiltøk, sum hava við bátar, skip og sigling at gera, og tað fegnast vit um. Jóhannus Danielsen vísir á, at tiltakið á Toftum [...] fer kommunan saman við áhugafeløgum í økinum at skipa fyri ymiskum. - Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvat verður á skránni, men hugsandi er, at her verður bæði tónleikur, matur og ymiskt annað
Gove sigur, at hetta eisini verður gott fyri umhvørvið. - Felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevur verið ein vanlukka fyri umhvørvið. Ein av orsøkunum til, at vit ynskja at broyta støðuna, er at vit ynskja [...] tilgongdini at taka seg úr sáttmálanum. London-sáttmálin frá 1964 loyvir skipum frá Onglandi, Fraklandi, Belgia, Týsklandi, Írlandi og Hollandi at fiska í sjóøkinum hjá hvør øðrum. - Vit geva boð um, at vit taka [...] framtíðini, segði hann. Hvørja ávirkan hetta fer at hava á avtaluna millum Føroyar og ES er enn óvist, men eingin ivi er um, at tað verður týdningarmikið at fáa eina góða avtalu í lag við Bretland, nú landið
vildu hava býráðið at bíða við ætlanini at fylla út á Sundi til ein heildarloysn var funnin. Men tey í meirilutanum lótu ongan iva vera um, at tey ætla at standa við ætlanina um at gera ídnaðarøkið á Sundi [...] Sundi. Og tað broytti ikki støðuna, at eini 30 kaldbaksfólk vóru møtt upp í býráðnum at mótmæla, og at leggja trýst á meirilutan. Eftir orðaskiftið í næstan hálvan annan tíma, endaði orðaskiftið. Men uppskotið [...] lu, tí ístaðin skeyt Annika Olsen, borgarstjóri upp, at orðaskiftið um hetta málið skuldi enda, og tað samtykti meirilutin Minnilutin mótmælti, at tey ikki fingu atkvøðugreiðslu um málið og tað vildu tey
sigur við Kvf, at hann tók við Fólkatingssessinum við tí fyrivarni, at hann skuldi sleppa at veksla í millum Fólkatingi og Løgtingi. Men nú hevur Fólkatingið boðað frá, at tað ikki ber til at taka farloyvi [...] sagt, at man kann ikki vera í tveimum støðum í senn, segði Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, undir valstríðnum í samband við Fólkatingsvalið. Men nú hevur Magni Arge boðað frá, at hann fer at sita [...] Fólkatingið kemur saman aftur 7. september, fer Magni Arge at taka støðu til, hvat henda skal. Tað sigur hann við Kvf. - Eg havi roynt so dyggiliga eg kann at sleppa í farloyvi. Men tað bar ikki til, sigur Magni
hevur verið góður, tó at hann er minkaður nakað nú. Skipini fáa lítið av hjáveiði. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika [...] eisini nakað av flatfiski. Væntandi er, at bátarnir koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku. - Tveir trolbátar fiska á landleiðini. Annar kemur inn at landa mánadagin, og hin kemur helst síðst [...] út um vikuskiftið. Teir fara antin á landleiðina ella norður um at fiska tosk og hýsu. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og