Eftir at tað í gjár gjørdist greitt, at liðið í badminton ikki megnaði at spæla seg í finaluna, snúði tað seg um at bjarga sær eitt heiðursmerki fyri stríðið í liðkappingini. Dysturin um bronsuna var móti [...] vertunum av Bermuda, og hann endaði við greiðum føroyskum sigri. Niclas H. Eysturoy byrjaði við at vinna sín einmansleik 2-0, og løtu seinni gjørdi Rannvá Carlsson tað sama, tá hon við tryggum settmuni [...] bronsan var komin í hús. Tí var ikki spælt meira millum hesi bæði liðini og føroyingar kundu fara heim at fyrireika seg til einstaklingakappingarnar, sum byrja í morgun.
pund til at byggja skúlar og heilsumiðstøðir í Helmand-landspartinum har suðuri í Afghanistan í einari roynd at vinna sær virðing millum fólkið har. Men í fleiri førum hava bretar bygt uttan at ráðføra [...] stongdir í næstum, og tað sama er galdandi fyri nógvar heilsumiðstøðir, sum bretar hava bygt har. Orsøkin er, at teir afghonsku myndugleikarnir hava ikki ráð at reka skúlarnar ella heilsumiðstøðirnar. Tað [...] ikki tosað við teir afghonsku myndugleikarnar um raksturin, og avleiðingin er sambært The Guardian, at teir flestu stovnarnir verða stongdir í seinasta lagi í 2014.
Tað er ikki ein trupulleiki fyri býlingin, at nýggi býlingurin í Stórubrekku við Dalin langa í hoyvík liggur upp at einum vinnuøki. Tað sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini [...] útstykkjast, liggur so at siga beint upp at vinnuøkinum, har MBM, Balslev og tvær bilasølur, men talan er ikki um larmandi vinnu, sigur Marin Katrina Frýdal, sum sostatt ikki metir, at talan verður um ein [...] við hesum. Men hetta er ikki larmandi vinna. Har er handilsvirksemi - Mjólkavirkið, bilasølur og Balslev. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, og ætlanin er eisini at fara eitt sindur niðan frá, har virksemið
heldur, at talan hevur verið um eitt minniligt kappingarár við góðum úrslitum hjá føroyska landsliðnum, og ikki minst einum søguligum úrsliti hjá føroyska U17 landsliðnum, sum megnaði at vinna seg víðari [...] bestu deildini, og onnur vilja hava 10 ella 12 lið í bestu deildini. FSF forsetin heldur tó, at mest talar fyri, at tað verða 10 lið í bestu deildini. [...] Christian Andreasen heldur, at vit hava havt eina góða og spennandi landskapping, og vit eru í einari góðari menning í føroyskum fótbólti. Christian Andreasen vísti á, at tað eru tey, sum vilja hava átta
Geir Wardum ætlar sær at sova væl í nátt, nú hann og lið hansara loksins megnaðu at koppa neistakvinnum, og harvið vinna sær rættin at spæla ta triðju FM-finaluna. Geir Wardum metir, at "fuglurin er særdur" [...] særdur", og tí sær hann møguleikan fyri, at hansara lið kann fara allan vegin í tí triðju FM-finaluni, sum verður á skránni í morgin klokkan 14.30 í høllini á Hálsi í Havn. Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge [...] hjá Neistanum. Tey prátini kunnu hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra ta seinastu løtuna av dystinum millum Kyndil og Neistan, sum Kyndil vann 21-18.
Vestmanna, hava tey ringt við at skilja, at nú eru heili 8 ár gingin, síðani sigursvanda VÌF-liðið vann gull í tí fremstu mansdeildini í hondbólti. Agnar Joensen hjá VÌF ásannar, at teir tríggir dystirnir, sum [...] Airways kappingini eru tríggjar finalur, har hann og liðfelagarnir eru pískaðir at vinna hvørja ferð. Á pappírinum hevur VÌF tvær at síggja til lættari uppgávur á heimavølli, fyrst ímóti Neistanum sunnudagin [...] omaná við einum máli, og tí taka VÌF-spælararnir einki fyri givið. Seinnapartin tosaði seinnapartssendingin hjá Rás2 við Agnar Joensen. Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.
vikuskiftinum, at Roskilde var favorittur at vinna, og tað vísti seg, at favoritturin livdi væl og virðiliga upp til heitið. Roskilde vann 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Fyri Fremad Amager kom [...] kom tað væl við, at Brønshøj, sum er á triðja plássi, tapti 2-1 í Slagelse. Tað ber við sær, at tað framvegis eru seks stig frá Fremad Amager á 2. plássi og aftur til Brønshøj. [...] Møguleikin hjá Toda Jónsson, Róki av Fløtum, Hans Jørgensen og hinum í Fremad Amager at tryggja sær beinleiðis uppflyting í næstbestu deildina er eftir dagsins heimadyst ikki stórur. Í dag hevði Fremad
partur av stóru útskiftingini í Viborg. Felagið hevur stórar trupulleikar við at vinna seg úr botninum, og í eini roynd at bjarga sær sessin í bestu donsku deildini, vóru fleiri nýggj andlit í hópinum [...] sigur Súni Olsen, at tað ikki er greitt, at hann heldur fram í felagnum eftir summarsteðgin. - Einki er greitt enn. Eg hugsi heldur ikki nógv um tað. Eg hugsi um Viborg og stríðið, um at varðveita sessin [...] sessin í deildini. So fáa vit at síggja við framtíðini, sigur Súni Olsen. Mánakvøldið stóð føroyski landsliðsleikarin fyri einsamalla málinum hjá Viborg, tá Olsen og liðfelagarnir taptu 3-1 á AC Horsens.
greitt, at ungu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru høvdu vunnið FM. Undan ólavsøku høvdu teir fult stigatal, men hóast FM heitið var komið inn um stokkin, so var dagsskráin í dag at syrgja fyri, at FM heitið [...] sprakk avstað, og tað var ongantíð nakar spurningur, um Fípan Fagra fór at vinna. Heldur var spurningurin, hvussu sannførani sigurin fór at verða. Sigurin var sera sannførandi. Tøkini hjá Fípudreingjunum munaðu [...] munaðu meiri enn tey hjá kappingarneytunum, og tað var skjótt, at munurin var ein hálv bátslongd, sum longdist til eina bátslongd, og fram ímóti málinum var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir undan næsta
Heiðabátin. Argjabáturin kom ongantíð so tætt, at róðurin veruliga bleiv spennandi, og at enda megnaði Heiðabáturin at vinna við einari góðari bátslongd niður til Argjabátin. Á triðja plássi kom Ørvur. [...] var tað bert Ørvur, sum kláraði at fylgja við. Tá bátarnir høvdu róð fyrstu 1000 metrarnar, byrjaði Ørvur tó at dragna, og í staðin var tað Argjabáturin, sum royndi at taka kappingina upp við Heiðabátin [...] sum helst iva vera um, hvør bátur var tann sterkasti millum 8-mannaførini. Hann endaði langt framman fyri allar hinar bátarnar, og tíðin hjá honum var fimm sekund betri enn tíðin hjá Eysturoyingi, sum vann