Johan Dahl, landsstýrismaður, hevði í gjár fund við Henrik Sass-Larsen, danska vinnumálaráðharran. Á fundinum var kunnað um føroyska vinnu, vinnugransking og nýskapan, og tosað var um møguleika hjá føroyskum [...] danska Vækstfonden møguleika til eisini at fíggja føroyskar verkætlanir. Málið verður viðgjørt í Fólkatinginum í vár, og gongst sum ætlað, fær Vækstfonden møguleika at fíggja føroyskar verkætlanir frá juni [...] skipanum, sum tykjast at virka væl í øðrum londum, sum hava líknandi skipanir. Spurningurin um Det Systemiske Risikoråd, sum fer at virka á bankaøkinum, eisini kann fáast at virka í Føroyum á tryggingarøkinum
Johannes Møllehave greiðir einastaðni frá, at hann tók eitt par, sum stóð og tumlaði á vegnum, upp í bilin. Hann skuldi koyra langt og vildi hava onkran at tosa við. Hann vildi tó ikki byrja samrøðuna [...] Tey koyrdu í fleiri tímar, og tá parið skuldi setast av, spurdi Møllehave, um tey yvirhøvur kendu hvørt annað. – Vit skulu giftast um ein mánað, var svarið. Vit tosa alsamt minni saman. Her í Keypmannahavn [...] Keypmannahavn er heilt galið. At koma inn í bussin er sum at koma inn í eitt kapell, og kennir tú ongan (tað gert tú næstan aldri) tosar tú ikki við nakran. Øll hava ein i-pod, sum verjir tey frá umheiminum. O
áðrenn Sigtór Petersen staðfesti 4-0 sigurin. Í Klaksvík vann KÍ 3-0 á teimum næstbestu hjá B68. Í 1. hálvleiki skoraðu Bárður Heinesen og Sørmund Kalsø, og í 2. hálvleiki skoraði Sørmund Kalsø. Bæði málini [...] Í dag hevur 07 Vestur við 4-0 heimasigri á teimum næstbestu hjá Víkingi, tryggjað sær fremsta plássið og harvið gullkrónurnar í 1. deild. Jens Erik Rasmussen setti hol á við brotssparki, Jóhan Eivind R [...] vórðu silvurkrónur handaðar KÍ spælarunum. Næsta ár verður sunnudagsfótbóltur í Sørvági og Klaksvík, eftir at 07 Vestur og KÍ í eitt ár hava spælt leygardagsfótbólt. TB vann sannførandi 5-1 sigur á heimavølli
familju, men fór seinni suður aftur at ganga í skúla og bleiv fermd í Vági. Pápi tín giftist upp aftur, og í hesi giftu fær hann trý børn, sum tú hevur stak gott samband við, børnum tínum til stóra gleði [...] millum annað húspláss og á Landssjúkrahúsinum. Í Havnini hittir tú ein fuglfirðing, ið nevndist Jørgen, ið seinni gjørdist maður tín. Tìðirnar, mitt í fimmti árunum, vóru ikki eins góðar og ynskiligt [...] Góða mamma, í dag 14. november 2006 kunnu vit seks systkini heiðra teg á 75-ára degnum, og tað eru vit bæði glað og stolt yvir, vælvitandi at lívsleið tín ikki altíð hevur verið eins bjørt. Foreldur tíni
teir fáa heiðurin at enda konsertina hesaferð. Í ár eru 15 ár síðani MC-Hár fyrstu ferð spældi alment. Hetta var saman við bólkinum Paria í Gundadalshøllini í Havn. MC-Hár kann sostatt hátíðarhalda sín 15 [...] heldur sín 20 ára dag. Niels Uni Dam, oddamaður í MC-hár sigur, at bróðurparturin av manningini júst hevur verið á venjngarlegu í Portugal. Manningin, sum í dag telur 7 mans, hevur verið rættiliga støðug [...] lag, greiðir oddamaðurin í MC-hár frá. MC-Hár hevur givið tvinnar fløgur úr. Framvegis uttan vit kom út í 1998, og árið eftir kom Burn Me. Niels Uni Dam sigur, at tónleikararnir í MC-Hár eru betri enn nakrantíð
loypa á leistum, tá Høgni Hoydal ger ein lítlan vørr ella loppugleps og geva honum frítt spæl í Degi og Viku í dagavís. Ein ávísur stjórnamálafrøðingur verður eisini hálaður upp úr hattinum at koma við sínum [...] Føroyar í ríkisfelagskapinum. Høgni sjálvur átti heldur at virt demokratiið og harvið tær við stórum meiriluta samtyktu lógirnar, og ikki gjørt sær fyri skommum bæði við at boykotta atkvøðugreiðsluna í tinginum [...] Johan Dahl løgtingsmaður __________ Enn einaferð eydnaðist tað tjóveldisfloksformanninum at skapa »storm i et glas vand«. Hetta gjørdi hann við at ákæra hennara Hátign Margrethu Drotning fyri at hava hildið
eisini ber til at lata starvsløn niður í ein mánað. Tríára starvslønina fekk Teitur Árnason Dahl, ið fæst við filmlist. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1. [...] krónur um mánaðin. Í fjør fekk Alexandur Kristiansen úr Fuglafirði 3 ára starvslønina hjá Mentanargrunninum. Tær báðar starvslønirnar áljóðandi eitt ár, fingu Sunnleif Rasmussen og Carl Johan Jensen. Edward [...] Fuglø, Katrin Ottarsdóttir, Jóanis Niesen og Oddfríður Rasmussen fingu øll játtað starvsløn í eitt hálv ár í part. Tilsamans játtaði Mentanargrunnur Landsins 20 fólkum starvsløn. ? Hinar starvslønirnar
laðaður í tveimum hæddum við eini rók miðskeiðis í vegginum. Veggurin er laðaður av stabbagróti úr Froðba, og tað er froðbingurin Johannes Joensen, sum hevur verið formaður fyri hesum valaverki. Í erva - [...] frá Tvørá og vestur í móti hjá Niels Juel er breiðkað munandi til tess at gera betri pláss til bingjuflutning og annað, sum hevur samband við goymsluna hjá Skipafelagnum, ið heldur til í bygninginum hjá Niels [...] uttan fyri handilin. Umvælingar og broytingar í handlinum gera millum annað, at inngongdin verður flutt frá høvuðsvegnum til ytra enda av bygninginum. Tó er við í avtaluni, sigur Dan Nielsen, at parkeringsøkið
segði í sjónvarpskjakinum týskvøldið: ”Fólk kenna mína frælsisstøðu í stjórnmálaspurningum. Men eg havi somu somu frælsisstøðu tá tað kemur til aðrar spuringar – eisini málsliga. Eg finni meg ikki í, at [...] foreldrum at geva nøvn, sum hava teir útihýstu bókstavirnar. Stavingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir. Tað hevur skapt bæði frustratión og vreiði hjá nógvum foreldrum, [...] Hvat liggur í hansara skuffum veit eg ikki, men Tobbi hevur mær vitandi ongantíð skrivað nakað, sum vanliga verður bólkað undir bókmentir. Men tað, sum er runnið úr hansara penni – greinar, talur og prædikur
til íløgur, uttan at hava útlit til at fáa eina krónu í inntøku í næstu framtíð, og tað heldur hann, at Løgtingið eisini eigur at leggja upp fyri í hjálparpakkanum. [...] sugurm at tær eru ikki so nógvar í tali og ein hjálparpakki til tær, verður ikki so dýrur, sum núverandi hjálparpakki er. Aðrir politikarar eru samdir við hesum, og í hesum sambandi verður hugsað um fyritøkur [...] Eftir núverandi reglum verður stuðul nevniliga latin eftir, hvussu stóran umsetning, tær høvdu í sama tíðarskeiði í fjør. Tinglimir eru eisini sinnaðir at viðgera spurningin um markið skal vera so knívskorið