Hon sigur, at hon als ikki hevði roknað við, at Signhild fór at ringja so nógv ár eftir. Men skjótt gekk prátið lívliga, og Jenny beyð Signhild at koma suður til Sands til sín at ferðast. Sum tað var í [...] í Vági, og hon yvirtalaði hana at koma suður at vera. Í Vági kom Signhild at kenna toftagentuna, Jenny. Hon var eisini komin suður at tæna og var í húsplássi hjá Lenu, sum var av Toftum og manninum, Ansgari [...] eingin, hon spurdi, kendi hana ella vist nakað um hana at siga. Jenny visti, at Signhild var blivin gift har suðuri, og at hon átti tveir synir. Hon hugsaði um Signhild gjøgnum árini, men setti seg ongantíð
Hesar kvinnurnar, sum eru bæði dupult og tríggjar ferðir, ja, kanska enntá fýra ferðir so gamlar sum tey ungu, sum svimja henda morgunin, kava niður í hylin sum onki. Men ein unglingi, sum kemur upp á fimm-metur [...] Tey søgdu, at tey skuldu fara at fáa sær, men eg veit ikki, hvat tað verður til, sigur tann eina. Tær flestu morgunfrúurnar eru í 70´unum. Tær høvdu ynskt, at fleiri yngri komu við, so at siðurin ikki [...] altíð so glaðar, siga tær. Men tær hava als ikki tíð at tosa. Tær vilja heldur sleppa at svimja. Og vippurnar eru ongin trupulleiki. Fimm-metur vippan er eitt spæl. Tær kava niður í hylin, sum hava tær ikki
Grundum fer at taka millum 3 og 5 ár.” Onkur vil siga, at hesir partar ikki skulu forða fyri bestu loysnini hjá fólkinum norðanfyri. Eg og fleiri onnur við mær, eru komin hartil, at tað, sum er mest umráðandi [...] heyst. Lat tað ongan iva vera um, at gongd er á málinum, hóast síðsta stigið tykist at vera drúgt. Hetta er myllan, ein tílík verkætlan skal ígjøgnum. Alt verður gjørt fyri at tað ber á mál! Linjuføringin Tað [...] Múla. Eitt poeng, sum eg fleiri ferð havi tikið fram, er, at avleidda verkætlanin av linjuføringini til Ánirnar, vegurin undir Kjølinum, er rættiliga brattur. Hann er næstan líka brattur sum vegurin um Gøtueiði
Heðin Mortensen, at eisini Havnin skuldi fáa sín ríviliga part av hesum menningarkvotum og tað kom eisini at standa í samtyktini í Løgtinginum, at Suðurstreymoy er eitt av teimum plássum, sum kunnu fáa me [...] hjá býráðnum, skuldi vera tann fyrsti at siga, at tað skal ikki vera meiri fiskivinna á Vestaru Bryggju, tí tað var ikki pláss. –Tað er rætt, at tað er ein landingarmiðstøð á Vestaru Bryggju, men har fer [...] Heðin Mortensen helt, at tað var gleðiligt at hann hálsaði um so skjótt, tí vit hava brúk fyri meiri fiskivinnu í Havnini. Tá ið onkur hevur verið ov bráðræsin, er tað gleðiligt at tey kunnu ganga í seg
Simona. Hon sigur, at aftaná hevur hon fingið at vita, at tey, sum stóðu uppi á vegnum, ivaðust ikki í at onkur var deyður, so ógvusligt var óhappið. Tí tordu tey rætt og slætt ikki oman av ótta fyri, hvat [...] kundu tey ikki vita, at tað nøkur sekund seinni má sigast at vera eitt satt Guds undur, at tey enn vóru øll á lívi. Vit komu koyrandi norðureftir, tá ið vit møttu øllum bilunum, sum komu av Smyrli og skuldu [...] frá, sum sjálv átti og koyrdu bilin. ein reyðan Peugeot 306. Fyri at geva pláss fyri bilunum av Smyrli, slakaði hon av og fór út í síðuna, so at bilarnir kundu koyra framvið. Men tá hendi tað, sum allir
ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan. Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust [...] farnir inn á kontórið at biða pent um lov at taka myndir. Dagmar loyvir okkum tó eftir eitt knæfall ella tvey at taka myndir við teirri treyt, at myndin verður tikin soleiðis, at fólk ikki kunnu kennast [...] ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini. Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir
eftir at húsið varð tikið í nýtslu, segði hann. Hann vísti til eina útsøgn frá kenda franska málaranum Renoir, sum segði: "Eg havi upplivað, at onkur helt at verk míni vórðu ov skjótt liðug, og at modellið [...] Síðani má ein siga, at sum portrett-málari leitar hann eftir sínum javnlíka. Her vísur hann sjáldsom evni til innliving og at vísa eyðkennini hjá tí, sum málaður verður, segði Helvin, sum í heyst sjálvur [...] andaðist í 1986. Hann stríddist sum nakar fyri at fáa Norðurlandahúsið til Føroyar, og eydnaðist tað honum eisini at síggja húsið í brúki. Í røðu síni segði Helvin Høst, at dreymurin hjá Erlendi var eitt
bestu barndómsminnum. Tað er torført at greiða frá, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú nærum er vaksin upp saman við einum menniskja og síðani missir tað, tað er sum ein partur fer av tær sjálvum. Vit [...] og vøkru orðini hjá presti í kirkjuni fara ikki frá mær. Tað er so, at tú saknar orð í slíkum stundum. Eg fari tó at royna at siga eitt sindur um systkinabarn mítt Elisabeth. Elisabeth var einkardóttir [...] vóru friðarfólk. At koma inn til teirra var sum at koma heim. Fast pláss á bonkinum, har abbi lá og durvaði, Elisabeth sat og át breyð og eg fekk biddað mær skorpuna av hesum breyði, sum Mia so meistarliga
sindur sum tiltikna bobsletan og Jameika í Calgary í 1988. Tað skal altíð onkur til at dríva verkið og fáa hugskotið. Tann maðurin er Alex Troleis. - Eg hoyrdi, at tað var ein møguleiki fyri at senda eitt [...] Troleis frá. So hvørt sum summarið er nærkast, so hevur eisini verið møguligt at venja uttanfyri. Síðst í mei mánaði byrjaði veðrið eisini at spæla við, so møguleiki hevur verið fyri at venja á sandinum. Har [...] Jameika var skjótleikin hjá fleiri av ungu monnum úr Jameika. Hann hevur nógv at siga í tí ítróttargreinini og tí var mett, at hetta kundi geva summaroyggini uttan kalda veturin ein fyrimun. Í Føroyum hava
segði: “At geva stuðul til listafólk er sum at fóðra spurvarnar í túninum. Ongin verður mettur, tú fært bara enn fleiri svangar spurvar!" Við humori lat hann okkum vita at hann helt at vit eiga at taka okkum [...] álvara. Ofta var hann hittinorðaður, hann dugdi at síggja ólogiskar og absurdar samanhangir og ikki minst dugdi hann at siga tað uppá ein máta, sum fekk okkum at flenna. Var okkurt mál, vit arbeiddu við, tungt [...] til tað, sum er okkara. Hann lat okkum vita at tað listafólk gera hevur ein týdning fyri samfelagið, og at samfelagið eigur at vísa sína virðing og geva listafólkunum góðar umstøður. Stutt eftir at hendan